Tíðindablaðið - 10.01.1975, Síða 1

Tíðindablaðið - 10.01.1975, Síða 1
Tíðindablaðið l\lr. 2-2. árg. - leysasøla 2,00 kr. Fríggjadagur 10. januar 1975 Skræddi nótina Mánadagin fekk Polaris so nógv av brislingi í nóLina, at hon skrædn- aði. Teir fingu 60 tons burturúr tí kastinum. I gjár frættist, at Pqlaris var á veg til Føroya við 480 Lonsurn. Teir royndu eystur úr Newcastle. Fór útav í hálkuni Seinnapartin mikudagin fór ein kollfjarðarbilur út av Oyggjarvegnum, tá hann var á veg norður. Bilurin fór niðan av veg- num, tá førarin bremsaði i hálkuni. Hann fór runt, takið kroystist nakað illa, men hvørki bilførar- in ella dóttir hansara, sum var í bilinum, fingu nakran skaða. Varð sæddur Mikukvøldið ætlaði ein maður at bróta inn í Málingahandilin við at taka rútin burtur úr út- hurðini. Fólk var i hús- unum, og tá hann sá tað, rýmdi hann. Men tað sást, hvør hann var, og politiið hevur havt fatur í honum. Fyrr i vikuni varð her- verk gjørt umborð á Hólmi og roynt varð at bróta inn á posthúsið. Ein maður er tikin og hevur viðgingið seg sek- an. 7-800 kr. stolnar Hósnáttina varð brotið inn í Salong Tove í Kongagøtu. Viðkom- andi var sloppin inn gjøgnum eitt vindeyga og hevði tikið 7—800 kr. Silvurbrúdleyp Týsdagin 14. i hs.'kunnu hjúnini Amanda og Karl Hansen í Klaksvík halda silvurbrúdleyp. Tey eru burturstødd. Ævintýrið um oljuna Hækkingarnar i ráolju- prísunum hevur gjørt fleiri arabaralond ófatu- liga rík — serliga saudi- arabiska kongin Feisal. Grein um oljuna og Feisal á síðu 9 i . : 'i Sakin millum Zakarias Wang og formannin í aðalstjórnini í tjóðveld- isflokkinum og valeviiir í Suðurstreym savnaði so ' nógvar áhoyrarar, at Opperman dómari (á myndini) ofta mátti slíta fundin og koyra fólkið út fyri at fáa fríska luft inn í rættarhølið. Fundurin týsdagin varð settur klokkan 9.30 fyrrapartin og endaði ikki fyrr enn klokkuni leið væl at ell- ivu um kvøldið. Tá vórð- u átta vitnir avhoyrd umframt tey átta sak- søktu og saksøkjaran. Mikudagin var proce- duran, sum vardi í góðar fýra tímar. Hetta er ikki óvanligur tóni í føroyskum politikki Halgir Winther Poulsen segði, at tað sum 14. Sep- tember skrivaði tann 7. - sigur Sigurd Joensen í rættinum Proceduran t sakarmálinum millum Zak- arias Wang og átta iimir í tjóðveldis- flokkinum var í Føroya rætti seinnapart- in mikudagin. Sakførarin hjá Zakarias Wang, Halgir Winther Poulsen, kravdi tey saksøktu í fyrsta lagi dømd fyri ill- mæli og í øðrum lagi-fyri æruskemming í útvarpinum og í blaðnum 14. September at hava skuldsett Zakarias Wang fyri falsan av undirskriftum og at vera lagst- an á virðisskjøl. Hann kravdi eisini skuldsetingarnar dømdar deyðar at vera og at tey saksøktu skuldu gjalda sakar- málskostnaðin og kunngerðing av-.dóm- november um tey horvnu virðisskjølini mátti skilj- ast sum ein skuldseting um svik, meðan Sigurd Joensen meinti, at hetta var ikki heilt rætt, tí tað stóð bert, at tey vóru horvin. Sigurd Joensen meinti, at «sannheitsbev- ís» vórðu førd fram, meðan verjin hjá Zakarias Wang ikki var samdur við hann í hesum. Halgir Winther Poulsen meinti, at í hesum máli hava summir verið førandi og villleitt aðrar, men eingin hevur loyvi til at vera so gáloysin og óansin uttan víðari at góðtaka hesar skuldsetingar. Sjálvt um øll trúðu at hetta var satt, var tað ikki 1 nóg mikið, men tey áttu eisini at trúð upp á, at hetta kundi prógvast, áð- renn skuldsetingarnar inum. Verjarnir hjá teimum saksøktu, Sigurd Joensen, Dánjal Magnussen og D.P. Danielsen kravdu fríkenning í øllum á- kærugreinum. vórðu settar fram. Hann legði stóran dent á, at ongin av teimum saksøktu hevði sett seg í samband við Zakarias fyri at fáa hansara frágreiðing. Tað hevði Svenning á Lofti, sum eisini var valevni, gjørt, og hann helt seg frá hesum yvirlýsingum, segði Halgir Winther Poulsen. Ikki takast hátíðarliga Sigurd Joensen nevndi, at hetta var ikki nakar óvan- ligur tóni í føroyskum politikki og nevndi sakar- mál, sum fyrr hava verið fyri her á landi. Hann segði, at tað finst præce- dens fyri, at tónin í før- oyskum politikki er so harður, at hann skal ikki takast hátíðarliga. Hann segði m.a. at tað var ikki løgið, at hetta kom fram, tí á veljarafundum høvdu hesi fólk hoyrt lítið annað frá Zakarias Wang enn á- lop á tjóðveldisfólk, og tá hann nýtti tað seinasta høvið í útvarpinum til at varpa hesar skuldsetingar út um alt landið í staðin fyri at royna at fáa fólk at styðja tjóðveldishugsjón- ina, so var tað ikki løgið, at tað nú var teimum ov- boðið. Semingsuppskot? Proceduran, har allir fýra sakførararnir hovdu orðið, vardi í fýra tímar. Áðrenn fundurin endaði beyð dómarin seg til at seta fram eitt semingsupp- skot. Støða var ikki tikin til hetta á fundinum. men tað verður avgjørt seinni, um eitt semingsuppskot skal setast fram. Verður ongin semja gjørd, fellur dómur tann 5. februar. Meira á síðu 4 og 5 Telefon 1 48 49 Ting- ingar um lands- \ 1 stýri í dag Væntandi koma javnað- arflokkurin, tjóðveldis- flokkurin og fólkaflokk- urin saman aftur í dag at halda fram við samráð- ingunum um skipan av landsstýri. Flokkarnir høvdu fund í Tinganesi seint mikukvøldið.. Skjalið liðugt Áðrenn flokkarnir fóru hvør til sítt hetta kvold- ið, vóru teir komnir á- samt um innihalđið og orðaljóðið í samgongu- sáttmálanum, sum er rættuliga drúgvur — einar 6 maskinskrivaðar siður. Einstøk mál vóru ikki liðugt avgreidd týsdag- in, men flokkarnir samd- ust um hesar spurningar mikukvøldið. Teir flestu vóru hug- aðir fyri at fáa landsstýr- i valt, áðrenn fólkatings- val var í gjár, men fólka- flokkurin ynskti at fáa tað útsett. Hvat eftir er Tað kann roknast við, at tað koma at verða seks mans í Tinganesi. Javn- aðarflokkurin kemur at velja Atla Dam til løg- mann og Jákup Linden- skov til landsstýris- mann. Fólkaflokkurin hevur ikki tikið endaliga stoðu til, hvør skal um- boða hann, men nevnt hevur verið, at Demmus Hentze verður aanar. Tjóðveldisflokkurin hev- ur heldur ikki tikið stoðu til sina mannmg. Flokkarnir skulu — umframt at velja lands- stýrismenninar — eisini semjast um, hvorji máls- oki teir skulu hava. Ætlanin hevur verið at velja landsstýri í morg- in.

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.