Tíðindablaðið - 10.01.1975, Blaðsíða 3

Tíðindablaðið - 10.01.1975, Blaðsíða 3
TÍÐINPABLAÐIÐ fríggjadagin 10. januar 1975 Sakarmálið móti Aberdeen Fisher fyri rættin ídag LíknancLi sak var móti Aberdeen Venturer í 1967 í dag verður rættarfundur í Havn, har málið um trol- aran Aberdeen Fisher kemur fyri. Trolarin var millum teirra, sum eru skuldsettir fyri at hava fiskað innan fyri mark eystan fyri Svínoynna á jólum. Tað vóru svinoyingar, sum boðaðu Marinustøðini frá, at fleiri trolarar roynd- u innanfyri. Sjóverjuskipið Hvidbjørnen fór avstað og kom fram á trolararnar. Kappaðu Tá sjóverjuskipið kom til, vóru seks trolarar innan fyri mark, og arbeiðsljósið brann. Trolararnir skund- aðu sær avstað, og Mar- inustøðin sigur, at onkur av teimum hevur kappað trolveirin fyri at sleppa til rýmingar, meðan tað eydnaðist øðrum at fáa trolið inn. Ein av trolarunum var Aberdeen Fisher, sum eis- ini var uppií, tá fleiri trol- arar gjørdust naskir móti Dagsstjørnuni á einum trolfríum øki í vár. Sjó- verjuskipið valdi Aberdeen Fisher burturúr og bað hann steðgað, men hann helt avstað — við Hvid- bjørnen i holunum. Skipið royndi alt fyri at fáa trol- aran at steðga uttan tó at skjóta við skørpum eftir honum, men onki batti. Teir sprongdu eisini eina bumbu undir honum, so hann næstan lyftist sjó- leysur. Hvidbjørnen byrjaði jagstringina á midnátt millum 1. og 2. jóladag, og eftir boðum frá Marinu- støðini góvust teir á mid- degi dagin eftir, tá teir vóru komnir 85 fjórðingar í ein landssynning úr Akra- bergi. Danska stjórnin hevur síðani vent sær til bretskar myndugleikar um málið. Skuldi takast I rættinum í dag verður manningin á Hvidbjørnen avhoyrd, og dómarin skal so taka støðu til, hvat skal henda. Ein líknandi sak var fyri í 1967. Tá hevði sjóverjan roynt at tikið Aberdeen Venturer, men hann helt undan heim til Bretlands. Rættarfundur var um mál- ið, og dómarin avgjørdi, at um Aberdeen Venturer kom í føroyska havn, skuldi hann takast. Somu- leiðis skuldi skiparin tak- ast, um hann kom til Føroya. Nakað seinni var aftur rættarfundur, har reiðaríið var umboðað. Tað gekk við til at geva bankatrygd fyri 200.000 kr., og boðini um at taka trolaran vórðu so tikin aftur. Ein nýggjur rættarfund- ur varð hildin, tá ein tíð var liðin, og nú var skipar- in umboðaður. Ein upp- gerð vísti, at virðið av veiðuni og reiðskapinum hjá trolaranum var 95.000 kr. Skiparin varð dømdur at gjalda 75.000 kr. í bót ella at sita í 60 dagar. Dómurin var sostatt, at reiðaríið og skiparin til- samans skuldu gjalda 170.000 kr. Appelleraðu Reiðariið og skiparin skutu málið inn fyri Eystara Landsrætt, men tá tað var komið til viðgerðar har, tóku teir appellin aftur og gingu undir dómin í Før- oya rætti. Hetta málið endaði so við, at teir rind- aðu 170.000 kr. Tað var 3.januar í 1967, at sjóverjan royndi at taka Aberdeen Venturer. Sakin endaði i mei 1968. Hugsandi er tí, at sakin móti Aberdeen Fisher eis- ini fer at taka tíð, áðrenn ein loysn fæst. I Føroya rartti eru tveir trolarar í fjør dømdir fyri ólógliga veiðu, og á jóhim jagstraði Hvidbjørnen ein trolara. Myndin er tikin, tá Ingolf í summar kom á Havnina við Milwood Síða 3 80 ár Týsdagin 14. januar fyll- ir Jacobina Lamhauge i Lamba 80 ár. Jacobina er ættað úr Elduvík. Sum ung tænti hon fyrst í Klaksvík og í styttri skeið i Lamba. Hon var eisini á Nesi hjá kapell- aninum har. Síðani fór hon til Havnar og tænti hjá Rytter amtmanni og hjá frøkun Hansen í KFUK. I 1923 giftist hon við Haldor Lamhauge í Lamba, har tey búsett- ust. Hon var limur i Meinigheitsráðnum í nokur ár, og i mong ár var hon nevndarlimur i Bláa Krossi í Lamba og Søldarfirði. Hon hevur verið ein álitiskvinna, sum tað mangan hevur verið heitt á, m.a. plagdi hon at vera høvuðskokk- ur í samkomum í bygd- ini, antin tað var til brúdleyp, ervi ella ann- að. Hon hevur altíð verið kvik at rætt eina hjálp- andi hond, tá tørvur hevur verið á tí. Kisini dugdi hon væl saman við teimum ungu, og hon plagdi fyrr at fara upp á gólv við teimum fyri at fáa gongd á dansin. Jacobina og Haldor fingu 5 børn: Meinhard l)ýr í Danmark. Ragnar býr heima. Símun býr á Skála og Karin í Havn (tey eru tvíburðar. Hans Andrias býr á Glyvrum. 80 ár Týsdagin 14. januar fyll- ir Jens Hansen, ætLaður av Nesi, 80 ár. Jens hevur verið bóndi og ar- beiðsmaður. Hann gift- ist i 1919 við Súsannu Petersen úr Saltnesi. Børn teirra eru Sonja í Havn, Karl i Klaksvík, John í Kaldbak, Jákup í Danmark, Óli á Nesi og Ginna á Sandi. Tvey tey seinastu ár- ini hevur Jens verið á Ellisheiminum i Vágum. 75 ár Týsdagin 14. januar fyll- ir Apolonia Olsen á Glyvrum 75 ár. Hon er ættað frá Gjógv og var gift við Dánja' Paula Olsen, sum fórst við Acorn í 1928. Eftir hetta fór Apolonia til Klaks- víkar at arbeiða í fiski, og síðani til Havnar, har hon tók imóti logerandi. Børnini vóru smá, tá Dánjal Pauli doyði, og Apolonia hevði tey við sær til Klaksvíkar og Havnar. Ditlev Olsen, stjóri á Spesialskúlan- um. er sonur hennara. Hon býr nú á Glyvrum hjá Dagmar. 75 ár 1 dag, 10. januar, fyllir Andrias Thomsen, fyrr- veranđi yvirlærari í Klaksvík, 75 ár. Andrias er føddur í Norðagøtu. Hann var til skips sum ungur og var við einum av teimum skipunum, sum vórðu niðurskotin á Bankanum. Hann tók læraraprógv á Gjedved Seminarium í 1926. Hann hevði vikar- og lærarastarv i ymiskum l>ygdum — i Gøtu, Lor- vik, Fugloy, Klaksvík, á Eiði og var so lærari í Klaksvík i nógv ár. Saman við Mikkjal á Ryggi gav hann í 1934 úr Songbók 1. hefti. Andrias fór frá sum lærari fyri nøkrum árum siðani. Hann var dugna- ligur i sinum starvi og vældámdur millum næmingarnar. Andrias giftist í 1933 við Ebbu, sum er úr Svínoy. Born teirra eru: Sólvá og Katrin í Klaks- vík, Tórgerð í Danmark, Ólavur í Klaksvík og Marita í Danmark. 70 ár Mánadagin 13. januar fyllir Súsanna Laksá á Hellunum 70 ár. Sú- sanna var í hálvtannað ár arbeiðskona í Havn og fór so 18 ára gomul á læraraskúla í Ilavn, har hon tók prógv í 1926. Hon fekk pláss sum lær- arinda við skúlarnar í Fuglafirði og á Hellun- um og starvaðist við hesar skúlar, til hon í 1944 varð loyst úr starv- inum við eftirløn. Súsanna giftist i 1932 við Kristoffer Laksá, og børnini eru Tomina í Havn, og Óluva, sum er fvristøðukvinna á einum skúla i Bangla Desh. NYTT UM NØVN 65 ár Sunnudagin 12. januar fvllir I’etrina Jacobsen i Havn 65 ár. Hon er ætt- að úr Lorvík og starvast i kokinum á Landssjúkr- ahúsinum. 55 ár IiC.vgardagin 11. januar fyllir Meinhard Djur- huus úr Vági 55 ár. Meinhard er sumbingur, hevur meginpartin av livinum búð í Vági, men er nú á Vistarheiminum i llavn. Hann gekk í barna- skúla i Suml>a og var síðani krambakallur á Marknoyri. Hann fór suðuraftur til Sumbiar at vera í eina tið, men seinni kom hann aftur til Vágs at hava handil á Marknoyri sjálvur. Meinhard er mentaður maður, sum man vera kendur víða um landið fyri upplesturin i út- varpinum. Ilann hevur umsett og lisið upp tað islendsku Gisla søgu Súrssonar og tær báðar longu framhaldssøgur- nar Tíðriks søgu og Sjey brøður eftir finnlending- in Alexis Kivi. Hann var eisini farin undir at týða Ragnarssøgu, men var ikki liðugur við hana, tá hann gjørdist sjúkur. Meinhard hevur hildið nógv av Janusi Djur- huus sum skald, og bygdamaðurin Pól F hevur eisini staðið hon- um nær. Á ungum árum yrkti hann m.a. Gíslars- kvæði, Jóannes l>óndi visti um eitt Gíslars- kva'ði, sum hevði verið til á Skarvanesi og i Húsavik. Hann skrivaði til Meinhard at fáa at vita, um hann visti um nakað Gíslarskvæði, og tá vrkti Meinhard eitt kva'ði sjálvur undir hes- um heiti. Hann hevur eisini yrkt yrkingar. og nakrar av teimum hava staðið prentaðar í Dagl)laðn- um. * * * Nýtt um nøvn, føðing- ardagar, brúdleyp o.a. kunnu sendast til Tíð- indablaðið, Klokkara- gøtu 19, 3800 Tórshavn ella ringjast til tlf. 1 48 49.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.