Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.1996, Side 103
Bendingamunur í faroyskum málforum
101
(20) hv0rf. tygum
hvennf. tygum
hv^rj. tygurn
hv^rsf. tygara
Vit leggja merki til, at bendingin av tí lmviska forminum samsvarar
ikki við mynstrið í fleirtali í dag í 1. persóni og vanligum 2. persóni av
persónsfornavninum nakrastaðni í landinum. Tí sum vit síggja, so hev-
ur endingin -um, ið tók seg upp í hvorjumfalli, trokað seg inn ikki bara
í hvonnfall, men eisini í hvorfall (fyri tað upprunaliga tær), eisini í
Suðuroynni, har vit kundu væntað okkum tyður (sbr. okur, tykur).
Sum vit minnast, so kendi Jákup Nolsoe hesa bending (15), og
Hammershaimb sigur, at tað at brúka tygum í hvorfalli í hoviskari talu
við ein persón, verður brúkt norðanQorðs, serliga í streymoyarmáli,
nien at tað í norðoyamáli tó er heilt vanligt at brúka tœr, og so annars
tygum og tygara (Hmb 54:302, Hmb 91:XC), sbr. (21 III).16
Gongdin norðanfjorðs skuldi tí teoretiskt kunnað verið sett upp í
hesum fýra stigum frá I til IV (av hentleikagrundum síggja vit her
burtur frá, nær t- er komið inn sum framljóð og nær -a er skoytt uppí
í hvorsfallinum):
l II III IV
hvorf. tær tær tær tyðum
hvonnf. tyður tyður tyðum tyðum
hvorj. tyður tyðum tyðum tyðum
hvorsf. tyðara tyðara tyðara tyðara
Fara vit suður um Skopunarfjorð, so skuldu vit í Sandoynni væntað
°kkum somu gongd sum í I—III, kanska við tyðra sunr síðuformi til
tyðara, um vit bera saman við 1. og vanligan 2. persón í fleirtali, sbr.
(19a). Men eisini í Sandoynni hava vit í dag fingið mynstrið í (21 IV).
Taka vit so suðuroyarmál og taka stoði í 1. og (vanligum) 2. per-
súni, sum tað er sett upp í (18) (sumbiarmál og eldri suðuroyarmál),
Svabo (1966) hevur í orðabókahandritum sínum Tear, T'iur og Tiun sum
hvorfalsfbnnar, og teir verða týddir til danskt ‘I. De’ og latínskt ‘vos’. Hann sigur um
Bun, at tað „er fornemmere end 7í/7“. Hann sigur einki um, hvar hvat verðui brúkt.
^ert er at geva gætur, at hann sigur tyðum vera „fornemmari" enn tit (og ikki tú).