Føringatíðindi - 01.01.1891, Side 2
skera upp haga enn fyrr í tíðini. Tað er
ikki tí, at fólk halda tað vera minni fyri
neyðini nú enn fyrr, men órokiskapur og’
ódugnaskapur hava hjá fleiri tikið yvirhond,
Aðrir eru farnir at đríva so nógv uppá
sjóg\”in, at lítil tíð verður til at áverka
naka á landi. Av stórbondrinum er nú
fáur ella eingin, sum hevur rættar húskarlar
— teir hava fyrr givið 15—20 dálar í lon
um árið og duga ikki at rokna út, at óroki-
skapur er tann dýrasti húskarlur nakar
kann hava. í ein máta er uppskeringin
gingin framm á hondina. Nógvur eru nú
teir, sum gera arbeiðið við betri skili, enn
teir gomlu gjordu. Tá vóru hagaveitir so
grunnar, at tær bert leidđu burtur tað
vatnið, ið stóð oman á jorðini. Undirgrundin
bleiv líka vát og bleyt og griftinar mátti
tí skjótt síga saman aftur.
Tað er skilligt at síggja, at har sum
áir renna undir heilum veksur mest og best
græs. Har ger áin somu nyttu sum ein
djúp grift. Har s-um vatn stendur stilt í
unđirgrundini, verður jorðin kóld, súr og
ófruktbar, av tí at luft og vatn ikki kunna
koma til at seta upp og niður í moldini
og uploysa og fóra til græsrótrinar, tey
evnir, sum góðum græsi nýtist til fóði og
gróði. Tí má ein og hvór, sum sker upp
haga leggja sær eina við at fáa veiturnar
djúpar. Jarnbrot og ein lættur hakkari eru
amboð, sum ikki mugu saknast. í Skot-
landi brúkast á djúplendum haga, sum er
nóg treystur til at veiturnar ikki skullu
smokka saman aftur, fyrst at taka upp eina
veit við fórligum torvum, soleiðis sum ga-
malt hevur verið í Fðrjum og síðani við
einum torvskera skera eina djúpa og smala
rennu í botnin á teirri veitini; so verða
tær fyrsti torvunar lagdaraftur á aftur, so
at veitin verður sum ein á, ið rennur undir
heilum. Hesar veitur eru frálíkar, har sum
einki kemur á uttan seyður, og um stórdýr
koma á hagan, vil tað verða sjálđsamt, at
tær typpast. Har, sum meðalđjúpt er, mugu
heldur gerast færri og djúpari griftur, enn
fleiri eftir tí gamla lagnum; tær gera ikki
rætt gagn, fyrr enn tær koma naka niður
1 gaddin. Ofta kann bótast um grynri
griftur við at veita smáar áir í tær. Áir-
nar mata seg niður so við og við.
Her verður ofta gjðrt rangt við at
skera grifturnar ovmikið tvórt við brekkuni.
Ilar sum lítið hall er, mugu grifturnar
gerast nærum beint oman og niðan. Er
meiri hall, kunnu tær gerast naka uppá
snið, tó ikki ovmikið. Tað er sjálvsagt, at
helst má skerast upp, har sum lagdir og
blot eru. Ikki geldur tað so nógv um at
skera upp keldur, har sum bratligt er, sum
at turka blot, hvarí vatni stendur stilt í
undirgrundini. (Niðurlagt)
»Men heldur vil eg tala flmm orð skilliga
við kirkjufólkið, enn tígju túsund orð á
fremmandum tungumálum«, skrivar St. Páll
í fyrsta brævi sínum til Korinthamanna
14. kap. 19. 0.
Mær hevur ofta verið hugsandi um,
hví prestar okkara ikki fáa í lag at
virka eftir hesum orðum apostulins,
og meðan eg ikke dugi at svara mær
sjálvum til fulnar uppá tað, vænti eg, at
onkur av teimum (prestinum) er so beina-
samur at greiða mær og óðrum fráhesum.
Hvat teir so halda, antin teir meina tað er
ónyttugt, ella teir ikki eru fórur fyri at
prædika við skilligum orðum, mugu teir
lata okkum vita.
Tað er allvæl satt, sum so ofta hevur
verið sagt og skri-vað, at prestar og fólkið
er ovmikið fremmant fyri hvðrjum óðrum
her á landi. Fleiri atvoldir í hesum eru
bornar upp ámál í »Færøsk Kirketidende«;
eg skal hesu ferð ikki nerta við meiri enn
ta einu, som mann gera mestu skilnarsótt
millum fólk og prest, og tað sýnist mær
at vera, at prestarnir eru ov kærir við tey
tígju túsund orðini. Mann vera at mangur
heldur at Danskt, sum nú hevur ljóða 350
ár í kirkjum okkara ikki kann kallast
ókunnugt fyri Fóringum; men um so var,
at hvór Fóringur var kunnugur við hvðrt
Danskt orð, ið talast — og tað er tó minni
enn so , apostulin, sum biður okkum
tæna Guđi ikki við munninum, men við
hjðrtunum, vildi ikki kalla Danskt anna
enn fremmant í Fórjum, tí hjartamálið er
ikki meiri enn eitt — móðurmálið.
Tað liggur beint fyri at hugsa, athesin
fremmandaskapur, ið nú er sjónligur millum
prest og fólk birtist í, tá ið prestar fyrstu
ferð boðaðu náðarlærdómin á fremmandum
máli, og fyrr enn teir royna at bðta um
hettar mistakíð, ið tá var gjórt, fyrr vænti
eg aldrig tað bersaman, fyrr kenna prestar
og fólk seg aldrig sum eitt. Ivaleyst noyðast
prestar at taka mong tung tók áðrenn
hettar, sum væl má eita grundarlagið fyri
andliga lívi okkara, bðtist; men Fóringar
tykjast tí betri nú at eiga prestar, sum ikki
skaka sær undan, tá ið um ræður. Har-
fyri vóni eg teir fara at ráða okkara kirkjur