Føringatíðindi - 01.01.1891, Síða 2

Føringatíðindi - 01.01.1891, Síða 2
skera upp haga enn fyrr í tíðini. Tað er ikki tí, at fólk halda tað vera minni fyri neyðini nú enn fyrr, men órokiskapur og’ ódugnaskapur hava hjá fleiri tikið yvirhond, Aðrir eru farnir at đríva so nógv uppá sjóg\”in, at lítil tíð verður til at áverka naka á landi. Av stórbondrinum er nú fáur ella eingin, sum hevur rættar húskarlar — teir hava fyrr givið 15—20 dálar í lon um árið og duga ikki at rokna út, at óroki- skapur er tann dýrasti húskarlur nakar kann hava. í ein máta er uppskeringin gingin framm á hondina. Nógvur eru nú teir, sum gera arbeiðið við betri skili, enn teir gomlu gjordu. Tá vóru hagaveitir so grunnar, at tær bert leidđu burtur tað vatnið, ið stóð oman á jorðini. Undirgrundin bleiv líka vát og bleyt og griftinar mátti tí skjótt síga saman aftur. Tað er skilligt at síggja, at har sum áir renna undir heilum veksur mest og best græs. Har ger áin somu nyttu sum ein djúp grift. Har s-um vatn stendur stilt í unđirgrundini, verður jorðin kóld, súr og ófruktbar, av tí at luft og vatn ikki kunna koma til at seta upp og niður í moldini og uploysa og fóra til græsrótrinar, tey evnir, sum góðum græsi nýtist til fóði og gróði. Tí má ein og hvór, sum sker upp haga leggja sær eina við at fáa veiturnar djúpar. Jarnbrot og ein lættur hakkari eru amboð, sum ikki mugu saknast. í Skot- landi brúkast á djúplendum haga, sum er nóg treystur til at veiturnar ikki skullu smokka saman aftur, fyrst at taka upp eina veit við fórligum torvum, soleiðis sum ga- malt hevur verið í Fðrjum og síðani við einum torvskera skera eina djúpa og smala rennu í botnin á teirri veitini; so verða tær fyrsti torvunar lagdaraftur á aftur, so at veitin verður sum ein á, ið rennur undir heilum. Hesar veitur eru frálíkar, har sum einki kemur á uttan seyður, og um stórdýr koma á hagan, vil tað verða sjálđsamt, at tær typpast. Har, sum meðalđjúpt er, mugu heldur gerast færri og djúpari griftur, enn fleiri eftir tí gamla lagnum; tær gera ikki rætt gagn, fyrr enn tær koma naka niður 1 gaddin. Ofta kann bótast um grynri griftur við at veita smáar áir í tær. Áir- nar mata seg niður so við og við. Her verður ofta gjðrt rangt við at skera grifturnar ovmikið tvórt við brekkuni. Ilar sum lítið hall er, mugu grifturnar gerast nærum beint oman og niðan. Er meiri hall, kunnu tær gerast naka uppá snið, tó ikki ovmikið. Tað er sjálvsagt, at helst má skerast upp, har sum lagdir og blot eru. Ikki geldur tað so nógv um at skera upp keldur, har sum bratligt er, sum at turka blot, hvarí vatni stendur stilt í undirgrundini. (Niðurlagt) »Men heldur vil eg tala flmm orð skilliga við kirkjufólkið, enn tígju túsund orð á fremmandum tungumálum«, skrivar St. Páll í fyrsta brævi sínum til Korinthamanna 14. kap. 19. 0. Mær hevur ofta verið hugsandi um, hví prestar okkara ikki fáa í lag at virka eftir hesum orðum apostulins, og meðan eg ikke dugi at svara mær sjálvum til fulnar uppá tað, vænti eg, at onkur av teimum (prestinum) er so beina- samur at greiða mær og óðrum fráhesum. Hvat teir so halda, antin teir meina tað er ónyttugt, ella teir ikki eru fórur fyri at prædika við skilligum orðum, mugu teir lata okkum vita. Tað er allvæl satt, sum so ofta hevur verið sagt og skri-vað, at prestar og fólkið er ovmikið fremmant fyri hvðrjum óðrum her á landi. Fleiri atvoldir í hesum eru bornar upp ámál í »Færøsk Kirketidende«; eg skal hesu ferð ikki nerta við meiri enn ta einu, som mann gera mestu skilnarsótt millum fólk og prest, og tað sýnist mær at vera, at prestarnir eru ov kærir við tey tígju túsund orðini. Mann vera at mangur heldur at Danskt, sum nú hevur ljóða 350 ár í kirkjum okkara ikki kann kallast ókunnugt fyri Fóringum; men um so var, at hvór Fóringur var kunnugur við hvðrt Danskt orð, ið talast — og tað er tó minni enn so , apostulin, sum biður okkum tæna Guđi ikki við munninum, men við hjðrtunum, vildi ikki kalla Danskt anna enn fremmant í Fórjum, tí hjartamálið er ikki meiri enn eitt — móðurmálið. Tað liggur beint fyri at hugsa, athesin fremmandaskapur, ið nú er sjónligur millum prest og fólk birtist í, tá ið prestar fyrstu ferð boðaðu náðarlærdómin á fremmandum máli, og fyrr enn teir royna at bðta um hettar mistakíð, ið tá var gjórt, fyrr vænti eg aldrig tað bersaman, fyrr kenna prestar og fólk seg aldrig sum eitt. Ivaleyst noyðast prestar at taka mong tung tók áðrenn hettar, sum væl má eita grundarlagið fyri andliga lívi okkara, bðtist; men Fóringar tykjast tí betri nú at eiga prestar, sum ikki skaka sær undan, tá ið um ræður. Har- fyri vóni eg teir fara at ráða okkara kirkjur

x

Føringatíðindi

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.