Føringatíðindi - 01.01.1891, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 01.01.1891, Blaðsíða 3
mált bót, áðrenn langt líður. Av »Færøsk Kirketidende« og ymsum oðrum, sígja vit hug, hjartalag og fyritoku hjá monnum í at rokja embæti síní og verka fyri sálabót okkara sum prestar. Tá ið vit nú skilja hvussi væl teir unna okkum, eiga vit eisini at ansa eftir, at teir ikki fara skebur av okkum. Tað liggur a savnundini ella kírkjufólkinum at lata prestin vita, hvat ið nýtur og hvar ið nýtur. J. Skúlin í Kollafirói. 3 ár herfyri ga\rst av ríkiskassanum 4000 kr. til einu hús áv gróti, sum skuldu vera til skúlastovu og sethús hjá skúla- lærarinn. Kommunistýrilsið læt tá arbeiðið begynna í Januar 1888 og tók til bygginga- meistara ein skilagóðan og vandan grót- mann og træsmið, Kristjan á Stykkinum, sum hevði sær til hjálps 3 smiðir úr Kolla- firði. Til at fáa gróti framm var nevnt bygdararbeiði, 60 tímar av hvorjum manni. Verkið gekk væl frá hondini inntil í Apríl mánaði, tá iðaft tað frammforda gróti var upplagað. Árið eftir varð nevnt meiri bygdararbeiði, so nógv, sum nýttist til grótið. Tá, ið aftur varð farið at laga, kom hin fyrr nevndi meistarin ikki upp í part. Tann yngsti av lærusveininum \ar einsamallur settur til at standa fyri byg- gingini. Soleingi grótarbeiðið var fyri, gekk alt væl í lag; men tá ið træsmíðingin kom fyri, tók hann sær ein hjálpara, ein viðgitnan meistara úr Norðoyjum. Teir fingu tá húsini undir tak og liðug í allar mátar í fjor. Nú í heyst, tá ið regnvegrið kom, fór at leka so hervuliga, at bðrnini máttu flytta sessinar hegar og har í skúlastovi til at sleppa undan leka. Teir rennandi lekanir vóru 18 og teir dryppande vóru óteljandi. Eitt farmaskip kom í heyst til Sjóarhandilin víð steintoyi (fotum, halda- keroldum, borðiskum og skálum) og oðrum. Tað sigst, at 611 hesu ilátini vóru havd til at seta undir leka, og tó máttu stampar og trog takast til hjálps. Nú eftir Allahalguna royndi meistarin at lætta troðini, sum liggja uttan á tekini, men ikki batnaði lekanir av tí. — I.íka so kynstrigt sum nævurin er logd uppá takið, er ein av kamarsovninum settur upp. Tá ið skúlalærarin læt leggja i, kom allur roykurin inn í kamarið og hann mátti væl fara tann veginn, tí einki hol var á kaminini. Hvor ið skal lata teir peningar, sum fara til at bota skúlan, kann eg ikki á at skynna; tó vildi eg framføra hesar reglur til at biðja ein og hvonn vara seg fyri at seta lærusveinin yvir meistarin — sig so segði gamla Guðrin. Minnist til at skriva greinuliga uttan á brðv. Aðru hvorja lotu koma villandist til Havnar brov, sum eingin eigari finnist til. Ofta er tilnavnið rangt — Hansen í staðin fyri Petersen ella Petersen í staðin fyri Hansen — oftast bilar tað, at nógv hava sama navn — hvussi nógv eita ikki A. Jacobsen ella B. Joensen. Tað er ikki _so lætt at beina slík brov rættan veg. Oll fíokja verður fyribyrgd, um tað er skrivað uttan á brævið hvorjum húsi fólkið býr í ella hjá hvorjum tað býr. Hettar bayerska olið, vælsignað! — tað er so styrkjandi! — tad er so styrkjandi! — So ljóðar. — Smakkar tað nakað — (er tað ikki beiskt —- hm.!?) — so kostar tað eisini nakað. Skalt tú keypa so mikið av hesum vælsignaða olinum, at tú fært so nógva foði, sum er í einum heilum rug- breyði, tá mást tú harfyri geva 70—100 krónur. Brúdleypsskjóting er gamalur siður. — Alt gamalt er tó ikki gott. — Skrellingarnir í Gronlandi og teir heidnu blámenn inni í Afrika skjóta eisini og gera óljóð, tá ið tvey »koma saman<-. Nú fyri kortum var »skotíð fyri brúður« inni á Strondum. Ein ig-ára gamalur drongur, Joen Wang, hevði fylt so nógv krút í byrsuna, at hon skrædnaði', tó at hon var nærum nýggj. Tummilin smyld- raðist og hondin meinslaðist, so at hon ikki verður fullgóð aftur. Sama dag var brúðarparið í einum oðrum staði so nær fyri skoti. at tey vóru dúliga dálkaði. Tá, ið brúðurin hevði tváað burtur av eygunum, vísti seg tveir reyður blettir á anlitinum, At taka torv hevur av mangum For- ingi ikki verið hildið fyri tjóaverk. Ein maður varð av skrivarinum spurdur um hann vildi ganga við at hann hevðf stolið. — Nei, tað skuldi hann sjálvur trúgva sær: ærligur hevði hann verði alla sina tið. — Tá, ið skrivarin læt hann vita, at tað var borið prógv, fyri at hajm hevði verið í annan manns torvluti, helt hann fyri: »Ja, tað skuldi eingin siga seg so góðan, tá ið hann kom framm við annans krógv við tómum leypi, at hann tá ikki tveitti eina hvorja torvina í leypin hjásær«. Hvussi langur var halin á Tobiasa hundi? Eina ferð á sinni doyði presturin í einum stórum feitum prestagjaldi. Tá kom til bispin ein prestur fyri og ánnar eftir at sokjaum hettar breyð. Bispur vildi vita, hvat teir dugdu og spurdi teir um eitt og annað, sum nógvir av teimum dugdu so dánt at

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.