Føringatíðindi - 01.01.1891, Side 3

Føringatíðindi - 01.01.1891, Side 3
máli bót, áðrenn langt líður. Av »Færøsk Kirketidende« og ymsum oðrum, sigja vit hug, hjartalag og fyritoku hjá monnum í at rokja embæti síni og verka fyri sálabót okkara sum prestar. Tá ið vit nú skilja hvussi væl teir unna okkum, eiga vit eisini j at íinsa eftir, at teir ikki fara skeivur av | okkum. Tað liggur a savnundini ella kirkjufólkinum at lata prestin vita, hvat ið nýtur og hvar ið nýtur. J. Skúiin í Kollafirði. 3 ár herfyri gavst av ríkiskassanum 4000 kr. til einu hús áv gróti, sum skuldu vera til skúlastovu og sethús hjá skúla- lærarinn. Kommunistýrilsið læt tá arbeiðið begynna í Januar 1888 og tók til bygginga- meistara ein skilagóðan og vandan grót- mann og træsmið, Kristjan á Stykkinum, sum hevði sær til hjálps 3 smiðir úr Kolla- firði. Til at fáa gróti framm var nevnt bygdararbeiði, 60 tímar av hvórjum manni. Verkið gekk væl frá hondini inntil í Apríl mánaði, tá ið alt tað frammfórda gróti var upplagað. Árið eftir varð nevnt meiri bygdararbeiði, so nógv, sum nýttist til grótið. Tá, ið aftur varð farið at laga, kom hin fyrr nevndi meistarin ikki upp í part. Tann yngsti av lærusveininum \ar einsamallur settur til at standa fyri byg- gingini. Soleingi grótarbeiðið var fyri, gekk alt væl í lag; men tá ið træsmíðingin kom fyri, tók hann sær ein hjálpara, ein viðgitnan meistara úr Norðoyjum. Teir fingu tá húsini undir tak og liðug í allar mátar í fjór. Nú í heyst, tá ið regnvegrið kom, fór at leka so tíervuliga, at bórnini máttu fiytta sessinar hegar og har i skúlastovi til at sleppa undan leka. Teir rennandi lekanir vóru 18 og teir dryppande vóru óteljandi. Eitt farmaskip kom í heyst til Sjóarhandilin við steintoyi (fótum, tíalda- keróldum, borðiskum og skálum) og óðrum. Tað sigst, at óll hesu ílátini vóru havd til at seta undir leka, og tó máttu stampar og trog takast til hjálps. Nú eftir Allahalguna royndi meistarin at lætta trððini, sum liggja uttan á tekini, men ikki batnaði lekanir av tí. — Líka so kynstrigt sum nævurin er lógd uppá takið, er ein av kamarsovninum settur upp. Tá ið skúlalærarin læt leggja 1, kom allur roykurin inn í kamarið og hann mátti væl fara tann veginn, tí einki hol var á kaminini. Hvór ið skal lata teir peningar, sum fara til at bóta skúlan, kann eg ikki á at skynna; tó vildi eg framføra hesar reglur til at biðja ein og hvónn vara seg fyri at seta lærusveinin yvir meistarin — sig so segði gamla Guðrin. Minnist til at skriva greinuliga uttan á brov. Aðru hvórja lótu koma villanđist til Havnar bróv, sum eingin eigari finnist til. Ofta er tilnavnið rangt — Hansen í staðin fyri Petersen ella Petersen í staðin fyri Hansen — oftast bilar tað, at nógv hava sama navn — hvussi nógv eita ikki A. Jacobsen ella B. Joensen. Tað er ikki so lætt at beina slík bróv rættan veg. 011 flðkja verður fyribyrgd, um tað er skrivað uttan á brævið hvðrjum húsi fólkið býr í ella hjá hvórjum tað býr. Hettar bayerska olið, vælsignað! — tað er so styrkjandi! — tad er so styrkjandi! — So ljóðar. — Smakkar tað nakað — (er tað ikki beiskt — hm.!?) — so kostar tað eisini nakað. Skalt tú keypa so mikið av hesum vælsignaða ólinum, at tú fært so nógva fóði, sum er í einum heilum rug- breyði, tá mást tú harfyri geva 70—100 krónur. Brudleypsskjóting er gamalur siður. — Alt gamalt er tó ikki gott. — Skrellingarnir í Grónlandi og teir heidnu blámenn inni í Afrika skjóta eisini og gera óljóð, tá ið tvey »koma saman«. Nú fyri kortum var sskotið fyri brúður« inni á Strondum. Ein 19-ára gamalur drongur, Joen Wang, hevði fylt so nógv krút í byrsuna, at hon skrædnaðí, tó at hon var nærum nýggj. Tummilin smyld- raðist og hondin meinslaðist, so at hon ikki verður fullgóð aftur. Sama dag var brúðarparið í einum óðrum staði so nær fyri skotí. at tey vóru dúliga dálkaði. Tá, ið brúðurin hevði tváað burtur av eygunum, vísti seg tveir reyður blettir á anlitinum, At taka torv hevur av mangum Fór- ingi ikki verið hildið fyri tjóaverk. Ein maður varð av skrivarinum spurdur um hann vildi ganga við at hann hevðt stolið. — Nei, tað skuldi hann sjálvur trúgva sær: ærligur hevði hann verði alla sína tið. — Tá, ið skrivarin læt hann vita, at tað var borið prógv, fyri at hapn hevði verið í annan manns torvluti, helt hann fyri: »Ja, tað skuldi eingin siga seg so g ó ð a n, tá ið hann kom framm við annans krógv við tómum leypi, at hann tá ikki tveitti eina hvórja torvina í leypin hjásær«. Hvussi langur var halin á Tobiasa hundi? Eina ferð á sinni doyði presturin í einum stórum feitum prestagjaldi. Tá kom til bispin ein prestur fyri og ánnar eftir at sókjaum hettar breyð. Bispur vilđi vita, hvat teir dugdu og spurdi teir um eitt og annað, sum nógvir av teimum dugdu so dánt at

x

Føringatíðindi

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.