Føringatíðindi - 01.01.1891, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 01.01.1891, Blaðsíða 4
kom ein gamalur skúlalærari, sum lítið var lærdur. Hann var eisini spurdur ura tað sama. Hann stedgaði ikki við, men legði 20 dálar á rað framm á borðið og helt, at longdin mundi vera naka um hettar passið. Tá smíltist bispurin við og spurdi, um hann ikki mundi vera eitt syndur longri. »Á jú,« segði skúlalærarin — legði 5 dálar aftur at — »býttur var eg! so langur var hann.« Bispur streik allar 25 í skuffina oglærarin fekk breyðið. Tak ikki móti ollum viðstálvottum! Ein dagin motti eg einum gomlum manni á Skúlareyni. Tá kom ein flokkur av óvita- gentum út úr skúlanum, flyktist um hin gamla ogrópti: landbukkubokjarin, skam- sett! landbukkubdkjarin, skamsett! Tá segði hin gamli við meg: Hygg hvussi blíðar tær eru! Aitíð hava smágentunar verið líka góðar við meg. — Hesum manni vil eg prísa og haldi at mangur, sum er hægri uppsettur, kundi tikið sær hettar til domis. Tíðindi úr Forjum. Veðurlagið hevur hendan mánaðin, ið farin er, verið mest lýtt og læligt. Við seyðinun stendur yvir hovur væl til. Víða hvar eru haganir nú fullskipaður. Neytini sýnast at fara at gera lítið gagn í vetur, tó at fóðrið ernógv í rúgvu. Sumt av tí var rotið við rótina, áðrenn tað var sligið og nógv var illa hoygjað. Fiskiskapurin hevur verið av tí besta. Suðroyjabátanir høvdu, seinast ið frættist, yvir hovur 4—12 kr. i part uppá dagin. Fyri norðan er væl til bæði av torski, smáfiski og í stoðum eisini av land- fiski (sláni). 3. Dec. fingu Nálsingar 8000 av fiski á 14 bátum. Ein Nesbátur kom ein dagin aftur vi 1100 av hýsi og smáfiski. Úr Leirvik frættist, at longu fyri jól var so nógvur fiskur avreiddur við handilin, at saltfiskastáplarnir hava varla verið stdrri naka vár á Marjumessu. Guvuskipið »Foringur« kom 13. Dec. til Havnar við posti frá útlondinum. Kolaverkið. Ein franskur maður, J. A. de Saint Yves Marquis dAlveydre, hevur av danska konginum fingið lov til at hogga kol og kopar og taka eldfastan leir i Suðroy og at hogga kopar í Nálsoy. Hjá Pram Olsen hevur leingi verið ein taska av hvftun kópaskinni, sum verður seld 6 vikur hereftir, um eigarmaðurin ikki kemur og ger skil fyri seymingalónini. Ein kviklig genta kann fáa ein snúi- ligan drong. Jens Olsen vísur á. Gloym ikki at skriva tikkum inn í sjúkukassan í Havn, har sum ikki er at gjalda meiri enn 20 oyri hvonn mánað. Tey, sum eru sjúk fáa 2 kr. um vikuna og hartil helftina av medicini og doktaralon. H. C. Olsen, D. Isaksen, J. Lútzen og O. Mortensen taka ímóti limagjaldi hvor i sínum parti av staðnum. Tórshavns handilsforeining hevur 23. December fiutt handilin oman í tað nýgju krambúðina og hevur har at selja fyri lægsta prís alskyns góðar varur. Fðringar, sum ætla sær at rógva út úr íslandi á ko- mandi sumri, áttu at farið í postskipinum til Bildudal við Arnaf jorð; tí har er bestur fiskiskapur á ollum Vesturlandi, ísafjorðs- djúpið frároknað. Sild fæst alt sum oftast til keyps frá miðjuni á Mai til miðjuna á Juli. Fiskiskip áttu eisini at komi hegar við sinari veiði; tí her verður fiskur tikin skjótt og fyri góðan prfs. Útróðramenn frætta greinuligari, um teir senda bræv til keypmannin P. J. Tórsteínsson, Bildudal, Arnafjorð. FðringafelagSi? ÍS kvold kl. 7. Nevnd verður at velja. Fðringafelag stevnist til saman- koming 1. Februar, dagin fyri kyndilsmessu, kl. 3 e. m. Árs- rokningin verður framlogd. Lýsingar upptakast í Fdringa- tíðindi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyru hvórt orðið. Av storri Skrift (corpus) 2 orð 3 oyrur. Enn stðrri skriftir kosta 80 oyrur fyri 1 tumma í hædd. »Føringatíðindi« fæst biliga á ollum posthúsum i Danmarki og Forjum, um blaðið er bílagt framman undan. Prentað hy. „Fser« Amtstideodes Bogtrykkeri';. — Blaðstýrari: R. Effersw.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.