Føringatíðindi - 01.01.1891, Síða 4

Føringatíðindi - 01.01.1891, Síða 4
greiða frá. Síðstu spurning'urin ljóðaði altíð: hvussu langur halin á Tobiasa hundi var. Har stóðu allir typtir. At endanum kom ein gamalur skúlalærari, sum lítið var lærđur. Hann var eisini spurdur um tað sama. Hann stedgaði ikki við. men legði 20 dálar á rað framm á borðið og helt, at longdin mundi vera naka um hettar passið. Tá smiltist bispurin við og spurdi, um hann ikki mundi vera eitt syndur longri. »Á jú,« segði skúlalærarin — legði 5 dálar aftur at — »býttur var eg! so langur var hann.« Bispur streik allar 25 í skuffina oglærarin fekk breyðið. Tak ikki móti ðllum við stálvóttum! Ein đagin motti eg einum gomlum manni á Skúlareyni. Tá kom ein flokkur av óvita- gentum út úr skúlanum, flyktist um hin gamla og rópti: landbukkubðkjarin, skam- sett! landbukkubókjarin, skamsett! Tá segði hin gamli við meg: Hygg hvussi blíðar tær eru! Altíð hava smágentunar verið líka góðar við meg. — Hesum manni vil eg prísa og halđi at mangur, sum er hægri uppsettur, kundi tikið sær hettar til đomis. Tíðlndi úr Forjum. Yeðurlagið hevur hendan mánaðin, ið farin er, verið mest lýtt og læligt. Við seyðinun stendur yvir hovur væl til. Yíða hvar eru haganir nú fullskipaður. Neytini sýnast at fara at gera lítið gagn í vetur, tó at fóðrið ernógv í rúgvu. Sumt av tí var rotið við rótina, áðrenn tað var sligið og nógv var illa hoygjað. Fiskiskapurin hevur verið av tí besta. Suðroyjabátanir høvdu, seinast ið frættist, yvir hovur 4—12 kr. i part uppá dagin. Fyri norðan er væl til bæði av torski, smáfiski og í stoðum eisini avland- fiski (sláni). 3. Dec. fingu Nálsingar 8000 av fiski á 14 bátum. Ein Nesbátur kom ein dagin aftur vi 1100 av hýsi og smáfiski. Úr Leirvik frættist, at longu fyri jól var so nógvur fiskur avreiddur við handilin, at saltfiskastáplamir hava varla verið storri naka vár á Marjumessu. Guvuskipið »Foringur« kom 13. Dec. til Havnar við posti frá útlondinum. Kolaverkið. Ein franskur maður, J. A. de Saint Yves Marquis d’Alveydre, hevur av danska konginum fingið lov til at hógga kol og kopar og taka eldfastan leir í Suðroy og at hógga kopar í Nálsoy. Lýsingar. Hjá Pram Olsen hevur leingi verið ein taska av hvítun kópaskinni, sum verður seld 6 vikur hereftir, um eigarmaðurin ikki kemur og ger skil fyri seymingalonini. Ein kviklig genta kann fáa ein snúi- ligan drong. Jen$ Olsen vísur á. Gloym ikki at skriva tikkum inn í sjúkukassan 1 Havn, har sum ikki er at gjalda meiri enn 20 oyri hvónn mánað. Tey, sum eru sjúk fáa 2 kr. um vikuna og hartil helftina av medicini og doktaralón. H. C. Olsen, D. Isaksen, J. Lutzen og O. Mortensen taka ímóti limagjaldi hvór í sínum parti av staðnum. Tórshavns handilsforeiniiig hevur 23. December flutt handilin oman í tað nýgju krambúðina og hevur har at selja fyri lægsta pris alskyns góðar varnr. Fðringar, sum ætla sær at rógva út úr íslandi á ko- mandi sumri, áttu at farið í postskipinum til Bilđuđal viðAmafjórð; tí har er bestur fiskiskapur á óllum Vesturlandi, ísafjðrðs- djúpið frároknað. Sild fæst alt sum oftast til keyps frá miðjuni á Mai til miðjuna á Júli. Fiskiskip áttu eisini at komi hegar við sínari veiði; tí her verður fiskur tikin skjótt og fyri góðan prís. Utróðramenn frætta greinuligari, um teir senda bræv til keypmannin P. J. Tórsteinsson, Bildudal, Arnafjórð. v» rrn -P/vl n rv stevnist til saman- r ormgaielag koming trettandu- kvóld kl. 7. Nevnd verður at velja. Fðringafelag koming 1. Februar, dagin fyri kyndilsmessu, kl. 3 e. m. Árs- rokningin verður framlógd. Lýsingar upptakast í Fóringa- tíðindi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyru hvórt orðið. Av stðrri Skrift (corpus) 2 orð 3 oyrur. Enn stórri skriftir kosta 80 oyrur fyri 1 tumma í hædd. »Føringatíðindi« fæst bíliga á óllum posthúsum í Danmarki og Fórjum, um blaðið er bílagt framman undan. Prentað hjó „Færo Amtstidenđes Bogtrykkeri‘!. — Blaðstýrari: R. Efferse.

x

Føringatíðindi

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.