Føringatíðindi - 01.02.1891, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI
K
Nr. 2
FEBRÚAR 1891.
Um okkara vinnuvegir helt keypmaður
E. D. Bærentsen fyri kortum eina fynduga
og greinuliga roðu. Hann vísti, hvussi
íiskiskapurin hjá okkum hevði yvurlutan
yvur ollum oðrum vinnuvegum; tí mátti tað
liggja einum hvorjum Foringi á hjarta,
hvat vit kundu gera fyri at fremja Fiski-
skapin. Tær tíðir hovdu verið og kundu
koma aftur, at lítil og eingin fiskur var
undir okkara eigna landi ella stóð so langt
ffa landið, at vit iklci í okkara útróðrabátum
kundu fara eftir honum. Tí áttu vit at
leggja dent appá at fáa okkum fiskiskip,
sum kundu fanga fiskin, hvar ið hann var
at finna. — í hesum dogum hava so nakrir
Havnarmenn tikið sær fyri at senda bjóðing
út til at grunda eitt fiskifelag til at fremja
skipsfiskiskapin, og eisini royna at fáa í
lag eitt íforsikringsfelag« fyri fiskiskipum.
Fiskifelagið skal grundast uppá »aktiur«,
sum eru settar so lágar, io kr., at ein og
hvor vil kunna vei'ða við. Her í Havn var
longu fyri einum tveimum dogum síðani
»tegna« fyri meiri enn 1500 kr. Tað hevði
verið væl, um hettar kundi fingið frama og
biðja vit tí óll um at styðja hettar verki,
sum undir einum góðum stýrilsi ivaleyst
vil vera til gangs fyri landið.
Bræv til „Føringatiðindi“.
(Frá Foringum á Vallekilde háskúla.)
Tað er siður, at blóð hava ein tiðinda-
mann, ein »korrespondent« í óðrum londum,
sum so skrivar tíðindir úr hesum londum
til blaðið.
Sovorðnar tíðindamenn hevur aFórínga-
tiðindi*, sum vituligt er, ikki; men tá ið vit
ikki ivast í, at Fóringar vilja hoyra eitt og
annað úr óðrum londum, hava vit Fóringar,
sum eru her á Vallekilde háskúla, funnið
uppá at skriva til »Føringatíðindi« um,
hvussu vit hava hildið jól her á háskúHnum.
Tá ið klokkan leið at 5 jólaftanskvóld,
ringdi kirkjuklokkan til gudstænastu; tá
varð hildið uppat við ðllum arbeiði og fólk
fór at pynta seg til kirkjuferð. Skjótt sást
fólkið at streyma til kirkjuna og tá, ið ringt
varð triðju ferð, var hon full av hátíðs-
klæddum fólki. Kirkjan var óll prýdd við
grðnum og glitraði og skein av ljósum.
Har stóð so háskúlastýrarin Trier og segði
frá tí gomlu sóguni um barnið, ið fóddist
hina jólanáttuna í jðdalandi. hesa gomlu
sógu, sum allar tíðir verður við at vera
nýgj, og sum kristin fólk aldur og ævir
skulu gleðast við.
Tá ið vit komu úr kirkjuni, hóvdu tey
tendra jólatræði í skúlastovuni og tá ið vit
hðvdu sungið ein jólasálm og hvór hevðið
fingið nakað av gógætinum, ið var á træðnum,
fingu vit jólaftansnátturan, sum í Danmark
altíð er rísgrýnsgreytur ella flesk til hóvuðs-
rætt og so ymist annað afturat.
Tá ið vit vóru liðug at eta, varð sungið
frá borði; tað er so siður her á skúlanum
við hvórja máltíð. So gekk hvór um og
talaði við annan, vit Fðringar settu okkum
saman og ikki var leingið, áðrenn talan
fall á Fórjar; eitt sovorði kvólđ minnist
ein heimið meiri enn til aðrar tíðir.
Fyrsta jóladag komu tveir aðrir Fór-
ingar higar at ferðast; nú vóru vit 8 Fór-
ingar á skúlanum. Vit hildu tað nú vera
gaman i at fara at đansa; nókur av teimum
Dðnsku fingu vit upp í, og áður langt var
liðið, hðvdu vit lært tey so dánt stev, at
vit kundu dansa ein hampuligan dans. So
lótu vit Sjúrðar kvæðini ljóða, so tað munti.
Tað hevur ikki hent fyrr, at Fóroyskur
dansur hevur gingið og Fóroysk kvæðir
hava ljóða í Vallekilde hóllum. ØUum
líktist væl á dans okkara og varð han hildin
at vera langt framm um tann útlenska,
tí hann heldur uppi kenskapið til gamlar
sógur og fremjir andslívið. Lat tað minna
okkum um at halđa fast við okkara gamla
dans og ikki lata teir útlensku trokað
hann burtur.
í hesum lagi gingu jólini víð góðan
gleim fyri okkum, so væl sum tey kunnu
ganga, tá ið ein er ókunnugur burtur; tí
tá fólur ein, at jólini er ein hátíð, sum
hoyrur heiminum til; ikki kann ein kenna
tað gleði á sær, sum tá ið ein er heima
hjá slegt og vinum í móðurlandinum.
Nú vilja vit Fóringar, sum her eru
saman komnir, senda okkara bestu heilsu
upp til Fórjar og ynskja okkara lands-
monnum eitt gleðiligt nýgjár og so vilja vit
eisini ynskja, at »Føringatíðindi« má vaksa
í tí nýgja árinum og altíð betri evna at
fremja tað, ið tað hevur sett sær fyri.
»J.« hevur í seinasta »Føringatíðindi«
sett framm eina grein, sum gongur út frá