Føringatíðindi - 01.02.1891, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 01.02.1891, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI K Nr. 2 FEBRÚAR 1891. Um okkara vinnuvegir helt keypmaður E. D. Bærentsen fyri kortum eina fynduga og greinuliga roðu. Hann vísti, hvussi íiskiskapurin hjá okkum hevði yvurlutan yvur ollum oðrum vinnuvegum; tí mátti tað liggja einum hvorjum Foringi á hjarta, hvat vit kundu gera fyri at fremja Fiski- skapin. Tær tíðir hovdu verið og kundu koma aftur, at lítil og eingin fiskur var undir okkara eigna landi ella stóð so langt ffa landið, at vit iklci í okkara útróðrabátum kundu fara eftir honum. Tí áttu vit at leggja dent appá at fáa okkum fiskiskip, sum kundu fanga fiskin, hvar ið hann var at finna. — í hesum dogum hava so nakrir Havnarmenn tikið sær fyri at senda bjóðing út til at grunda eitt fiskifelag til at fremja skipsfiskiskapin, og eisini royna at fáa í lag eitt íforsikringsfelag« fyri fiskiskipum. Fiskifelagið skal grundast uppá »aktiur«, sum eru settar so lágar, io kr., at ein og hvor vil kunna vei'ða við. Her í Havn var longu fyri einum tveimum dogum síðani »tegna« fyri meiri enn 1500 kr. Tað hevði verið væl, um hettar kundi fingið frama og biðja vit tí óll um at styðja hettar verki, sum undir einum góðum stýrilsi ivaleyst vil vera til gangs fyri landið. Bræv til „Føringatiðindi“. (Frá Foringum á Vallekilde háskúla.) Tað er siður, at blóð hava ein tiðinda- mann, ein »korrespondent« í óðrum londum, sum so skrivar tíðindir úr hesum londum til blaðið. Sovorðnar tíðindamenn hevur aFórínga- tiðindi*, sum vituligt er, ikki; men tá ið vit ikki ivast í, at Fóringar vilja hoyra eitt og annað úr óðrum londum, hava vit Fóringar, sum eru her á Vallekilde háskúla, funnið uppá at skriva til »Føringatíðindi« um, hvussu vit hava hildið jól her á háskúHnum. Tá ið klokkan leið at 5 jólaftanskvóld, ringdi kirkjuklokkan til gudstænastu; tá varð hildið uppat við ðllum arbeiði og fólk fór at pynta seg til kirkjuferð. Skjótt sást fólkið at streyma til kirkjuna og tá, ið ringt varð triðju ferð, var hon full av hátíðs- klæddum fólki. Kirkjan var óll prýdd við grðnum og glitraði og skein av ljósum. Har stóð so háskúlastýrarin Trier og segði frá tí gomlu sóguni um barnið, ið fóddist hina jólanáttuna í jðdalandi. hesa gomlu sógu, sum allar tíðir verður við at vera nýgj, og sum kristin fólk aldur og ævir skulu gleðast við. Tá ið vit komu úr kirkjuni, hóvdu tey tendra jólatræði í skúlastovuni og tá ið vit hðvdu sungið ein jólasálm og hvór hevðið fingið nakað av gógætinum, ið var á træðnum, fingu vit jólaftansnátturan, sum í Danmark altíð er rísgrýnsgreytur ella flesk til hóvuðs- rætt og so ymist annað afturat. Tá ið vit vóru liðug at eta, varð sungið frá borði; tað er so siður her á skúlanum við hvórja máltíð. So gekk hvór um og talaði við annan, vit Fðringar settu okkum saman og ikki var leingið, áðrenn talan fall á Fórjar; eitt sovorði kvólđ minnist ein heimið meiri enn til aðrar tíðir. Fyrsta jóladag komu tveir aðrir Fór- ingar higar at ferðast; nú vóru vit 8 Fór- ingar á skúlanum. Vit hildu tað nú vera gaman i at fara at đansa; nókur av teimum Dðnsku fingu vit upp í, og áður langt var liðið, hðvdu vit lært tey so dánt stev, at vit kundu dansa ein hampuligan dans. So lótu vit Sjúrðar kvæðini ljóða, so tað munti. Tað hevur ikki hent fyrr, at Fóroyskur dansur hevur gingið og Fóroysk kvæðir hava ljóða í Vallekilde hóllum. ØUum líktist væl á dans okkara og varð han hildin at vera langt framm um tann útlenska, tí hann heldur uppi kenskapið til gamlar sógur og fremjir andslívið. Lat tað minna okkum um at halđa fast við okkara gamla dans og ikki lata teir útlensku trokað hann burtur. í hesum lagi gingu jólini víð góðan gleim fyri okkum, so væl sum tey kunnu ganga, tá ið ein er ókunnugur burtur; tí tá fólur ein, at jólini er ein hátíð, sum hoyrur heiminum til; ikki kann ein kenna tað gleði á sær, sum tá ið ein er heima hjá slegt og vinum í móðurlandinum. Nú vilja vit Fóringar, sum her eru saman komnir, senda okkara bestu heilsu upp til Fórjar og ynskja okkara lands- monnum eitt gleðiligt nýgjár og so vilja vit eisini ynskja, at »Føringatíðindi« má vaksa í tí nýgja árinum og altíð betri evna at fremja tað, ið tað hevur sett sær fyri. »J.« hevur í seinasta »Føringatíðindi« sett framm eina grein, sum gongur út frá

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.