Føringatíðindi - 01.02.1891, Page 2

Føringatíðindi - 01.02.1891, Page 2
liesari »fríu« útlegging av apostulin Pálls orðum: »Heldur vil eg talað fimm orð skilliga við kirkjufólkið enn 10.000 orð á fremmandum tungumálum«. »J.« sýnist at visa aftur til eina grein, eg havi skrivað í vFærøsk Kirketidende«, tí vil egliersvara, tó at eg ivist í, hvat »J.« vil. Vil hann, at vit prestar heldur skullu tala fimm Foroysk orð enn 10,000 í Dónskum máli, ella vil hann biðja okkum tala stutt og greitt við »fólkaskilligum« orðalagi heldur enn at toygja alt út vi mongum *vókrum« orðum? Vil »J.« hitt fyrra, tá má eg halđavið honum í, at móðurmálið er hjartamálið — í aðrar mátar vil eg ikki orða um tær grundir, ið frammsetast kunnu fyri og ímóti at hava Fóroyskt til kirkjumál —; men fýra av okkum prestum duga ikki F'óroyska málið og eingin av okkum sleppur at brúka tað í kirkjuni. Mær fyrikemur, at vit tó kunnu úttinna nógv gott við Danska málinum í bón, lestri og talu. St. Páll brúkti ivaleyst Grikklandsmál á sínum ferðum, tó at tað líka so lítið var móðurmálið í fleiri av savnunđum hansara, sum Danskt er tað í Fórjum og tó neytst av prædikum hansara merkiligt velsignilsi. Vil »J.« har aftur ímóti við apostulins orðum leggja okkum uppá hjarta at tala i fólkaskilligum orðalagi, tá sigi eg fyri meg, at eg ætli at leggja mær hettar uppá hjárta, tí hetta kunnu vit fáa í lag og tað kann væl vera, at her er ikki lítið at beina. Væl var, um kirkjufólkið meiri enn hegar til vilđi lati okkum vita, hvat ið gleða kann og hvat tey halda vera rangt. Tá var lættari hjá okkum prestum at læra at tala so, at tað nýtur. — Tí takki eg »J.«, at hann hevur givið mær hettar at hugsa uppá. Sandoyjar-prestur. í seinasta »Føringatíðindi« hevur »J.« borið upp á mál, hvat apostulin sigur um, hvussi eigur at vera prædikað. Eg skal ikki halđa ímóti, at best var, umFóroyska málið kundi ljóðað í kirkjunum í Fórjum, men eg ætli, at tað er lítil vón til at fáa tað í lag i okkara tíð. Hvussi nógvar prestar vit fáa, sum eru fóddir í Fórjum, kann ikki ætlast. Um teir allir fara at hava hug til at brúka sítt móðurmál, kann ivingur vera um. At ikki eín av tjúgu útlenskum prestum fær i lag at tala F'ór- oyskt, mann vera ivaleyst. Hví skuldu teir tikið sær tað nærum ógjórliga verk fyri? Teir verða tó ikki hjá okkum stórt meiri enn ein langan krákumánað, Um tað ikki er fyri at sókja hartil, sum »fuglaæti meiri er og kuldin minni skaða ger«, so er tað nógv annað, sum dregur teir burtur frá okkum. Móðurlandið, kona og bóm og ofta og tíðin bilandi heilsa — alt ger sítt. Sum sagt var, tungumálið mann ikki væl kunna bótast. Tó, um teir tala í Dónskum máli, er tað ymist, hvussi nær teir koma apostulins boði um at tala skil- liga. Summir sýnast at leggja sær nær at hava hógtíðs talumátar; dvóljast mest við »hægri« líknilsir og bílætir, sum fólkið einki veit um at siga; brúka orð, sum ikki hoyrast gerandis dagar. Mundi meistarin gera so, setti hann ikki framm fyri fólk tey líknilsir, sum tey best kundi hava skil á? Talaði hann ikki við útróðramenn tey orð, sum vóru teimum kunnugast? C. í mínum ungu đógum sá eg í útlonđ- inum, at mest hvór maður hevði á sínari úthurð eina eskju, sum bróv til hansara kunđu stingast í. — Nókur fá ár herfyri kom eg skunđuliga til Havnar ein dagin um nóntíð. Eg hevði við mær bróv, sum eg var biðin at fáa hóvdingi okkara upp í hendur. Tær dymar, eg var vístur til, vóru stongdar. So royndi eg einar aðrar dyr. Har fann eg eina unga gentu, arbeiðskonu ella hvat hon var. »Hann sjálvur* var ikki við hús og hon tordi ikki at taka bróvini. Tá hugsaði eg víð mær sjálvum: Henđan borgin sigst at hava kostað 77,000 kr.; um eina tvær krónur vóru lagdar aftur at, so kundi her verið ein eskja, sum eg kundi stungið bróvini i.« Eg var tá ráðleysur, tí sjóarfallið bar so til, at eg mátti fara um eina lótu. Min eydna var tó tað ferðina so góð, at eg gekk beint í barmin á einum vinmanni, sum lovaði at beina bróvini til eigarmannin kl. 6. Eina aðru ferð kom eg aftur til Havnar. Tá hóvdu fútin og skrivarin fingið nýggj hús fyri 43,000 kr. Hugsaði eg: »Har munnu vera bræveskjur, stórar og góðar.« Men, gakk! Eg kom aftur í sama vanđa hjá teimum við bróvum, eg var biðin at bera framm. Sum tað gekkst mær hesar tvær ferðir, man tað gangast mongum ókunnugum monnum, sum koma við bróvum til embætskontórini. Sjóarfallið bíðar eftir ongum manni. Tí hopi eg, áðrenn langt um líður, at finna bræveskjur á úthurðinum hjá embætsmonninum. Hættar er góður útlenskur siður, sum sómir okkum at taka eftír, um vit vilja ganga framm í óllum lutum, 1 á ormabaki. Eldur er góður vinur — ringur óvinur. Sjáldan loypur ár um, at tað ikki frættist úr Noreg ella Svóríkí, at tann ella tann stóri staðurin er brendur upp og so og so nógv túsind av fólki útíhýst. Tað sýnir á, at eingin stórur staður, hvarí húsini eru óll

x

Føringatíðindi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.