Føringatíðindi - 01.02.1891, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 01.02.1891, Blaðsíða 3
av viði, kann verjast allar tiðir fyri eldinum. Fleiri staðir eru brendir uppaftur ogf upp- aftur í saman, inntil húsini vóru gjórd av gróti og víðari f millum húsraðini. Tórshavn kann nú drúgvast kallast ein stórur staður. Megin parturin er so tætt- bygdur, at litil vón er til at vinna eldin, um hann fyrst hevur fingið veldi. Um ikki betri skil kernur á, krevur ein ikki at vera miki framsýntir til at kunna vita, at tann dagur kemur, tá ið alt bolið svíður av. Nær ið tann dagur kemur, stendur í harrans hond. Tó eiga vit at gera alt, ið gjórligt er, til at verja okkum fyri vanda. Nú ið krambúðir og pakhus eru so mong og so full av krúti, steinolju og oðrum eldfimum góðsi, er meiri vandi enn fyrr. Um tað so er tún ogrennur, so er eisini har i stððum steinolja likin út í slíkari n6gd, at tað kundi gjort mun til at breiða eldin út. Tó at ein lóg sigur, at tað kann noktast fólki at byggja nærri annanmanns húsi enn 12 al. frá síðu og 6 al. frá enda, verða hús ofta bygd nærrí saman. Ikki bilar! vit hava jú 2 góðar sproytur. — Ja, sproytunar eru so dánar; men set núfyri, at tað ikki slepst at teimum, so munna tær brennast upp sum alt hitt. Slíkt kann væl henda, um sterkur eldur kemur upp í skúlanum, á skansagarði ella har um vegir, og ættin er so, at ikki slepst at sproytuhúsdurinum. Mundi tað ikki verið betri at seta sproytuhúsið har, sum ikki hús eru ov nær og har, sum sleppast kann at tí fleiri vegir? Hvussi mundi verið at sett tað tvðrtur um ánna nakrar favnar niðanfyri sovasta brunn« og so haft einar dyr út at hvðrjum áarvegnum?------- Hevði tá kommunan eisini gjðrt eitt baðhús tvortur um ánna, var tað hent fyri fólk, sum eru von at ganga seg út í ánna, har sum tey skjótt ikki kunna spyrjast aftur, tá ið áarfori er; ikki kundi tað verið ov dýrt at gjðrt eitt brúkuligt baðhus. Kom- munan mátti ikki spart tey oyruni; tí góð bað kunnu gera borgarnar fróðar og tíðar og bota teirra heilsu, fríska upp bæði kropp og sál. A. Tvær smásogur. Hesar sogur eru komnar til Havnar sum tíðindir. Onnur er gomttl og hin er nýgj. Báðar eru sannar; hvat so er ella ikki, skal eg ikki ljúgva meiri, enn fyri mær cr logið. Sogusmiðurin' Á báti, ella: Gleðiligt nýgjár. í einari bygd norðalaga á Eysturoy kom Nýgjárs aftan bátur av havinum við góðari veiðu. Teir logdu at landi og fóru hugagóðir at skipa fiskin upp. »Keyp- maður« kemur tá til teirra ogsigur: »Væl átti eg at latið tikkum fingið upp i kaggan, men eg eru nú rættuliga sorur.« So skjótt, sum teir hoyra hettar, skipa teir fiskin inn aftur f bátin og so at tuga, mangar, mangar fjórðingar »inn í boin« (til Klaksvikar?), har sum teir væntaðu at verða »leskaðir«. Teir komu væl framm og avreiddu fiskin. Men hvat meiri ? Har var tikið so nógv út til jóladrekka, at tað syndrið, ið eftir var, rakk nóg illa til fjóra, fimta og sætta dag. So máttu teir streva sær heimaftur og halda nýgjár við gásavíni. Hvussi tað gagnaðist teimum, sigur sógan einki um. í oyðumðrk, ella: Gleðilig jól. 3 jassar í N. væntaðu sær jóladrekka við skipi, sum koma skuldi til handilinhar í staðnum. Jólaftan kom. — Einkið skip. — Sólin setti. — Ikki lætnaði teirra tunga trá. — Tá ið hálvaskýmt var, komu tíðindir úr I.., at skipið var farið til O. Teir triggjir komu skjótt á samt um, hvat ið var at gera, tendraðu lygt — tí niða var — og hildu vegin framm norður ígjðgnum dalin. Allir hðvdu »góða kenning* — takk veri teimum bygdarmonnum, sum hðvdu verið meiri fyritonktir enn hesir — tann, ið bar lygtuna, hevði mest. í tí hann skuldi leypa um eina á, slðraði hann og fór eftir aðrari lið í ánna. Lygtin sorlaðist. Har stóðu teir — meiri enn tveir fjóðringar frá húsum. So tunkt tað fall teimum, máttu teir leita aftur til húsar. Teir viltust og vóru meiri enn eina okt um at fáa hylíing á rættaru leið. Nú var fariðat kava; vindurin vaks í heilum og tað var skjótt eitt grymdar fok. Tað var væl liðið av náttini, tá ið teir komu framm at einum gróthúsi. Har krupu teir inn og lóu á bóli, til tað fór at lýsa fyri degi. Ivaleyst mundi hettar vera teimum ein beisk og langlig jólanátt, ikki minst av tí, at teir nú ikki fingu hettar vælsignaða jóladrekka. C. -{- D. Hvussi nógv kunna kýr mjolka? Stórar Hállenskar kýr hava mjolkað um 6000 pottar i einum ári. í Fðrjum verður mjðlkin fyrið tað mesta ikki máld undan hvðrjari kúgv fyri seg, tó at tað er hent fyri at kunna vita, hvorjari ein eigur at seta við undan. Ein stór kúgv, sum er við sett her í Havn og er av blandaðum Foroyskum og útlenskum slagi, hevur eitt árið mjolkað 3400 p. Ein maður, sum altíð málir og skrivar upp, hevur sent hesa grein um 3 kýr: »A. slegtað frá Norskum tarvi og frágera góðari kúgv úr Kollafirði; B. undan A. og Skotsk-jtítskum tarvi; C. Jútsk kúgv frá bóndafelagnum. í 1887 mjolkaði A. 2135 p., B. 1604 p.; 1888 B. 1972 p.; i88q B. 2236 p., C. 2506 p.; 1890 B. 2359, C. 2467. — Hesar kýr hava um summarið verið í heimabeiti og hava um veturin ikki fingið annað enn hoyggj og vatn, uttan ein vetur, tá ið hoyneyð var; tá fingu tær eitt

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.