Føringatíðindi - 01.02.1891, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 01.02.1891, Blaðsíða 3
av viði, kann verjast allar tíðir fyri elđinum. Fleiri staðir eru brendir uppaftur og upp- aftur í saman, inntil húsini vóru gjórd av gróti og víðari í millum húsraðini. Tórshavn kann nú drúgvast kallast ein stórur staður. Megin parturin er so tætt- bygdur, at lítil vón er til at vinna eldin, um hann fyrst hevur fingið velđi. Um ikki betri skil kemur á, krevur ein ikki at vera miki framsýntir til at kunna vita, at tann dagur kemur, tá ið alt bolið svíður av. Nær ið tann dagur kemur, stendur í harrans hond. Tó eiga vit at gera alt, ið gjórligt er, til at verja okkum fyri vanda. Nú ið krambúðir og pakhus eru so mong og so full av krúti, steinolju og óðrum eldfimum góðsi, er meiri vandi enn fyrr. Um tað so er tún og rennur, so er eisini har í stóðum steinolja likin út í slíkari nógd, at tað kundi gjórt mun til at breiða eldin út. Tó at ein lóg sigur, at tað kann noktast fólki at byggja nærri annanmanns húsi enn 12 al. frá síðu og 6 al. frá enda, verða hús ofta bygd nærri saman. Ikki bilar! vit hava jú 2 góðar sproytur. — Ja, sproytunar eru so dánar; men set núfyri, at tað ikki slepst at teimum, so munna tær brennast upp sum alt hitt. Slíkt kann væl henda, um sterkur elđur kemur upp í skúlanum, á skansagarði ella har um vegir, og ættin er so, at ikki slepst at sproytuhúsdurinum. Mundi tað ikki verið betri at seta sproytuhúsið har, sum ikki hús eru ov nær og har, sum sleppast kann at tí fleiri vegir? Hvussi mundi verið at sett tað tvðrtur um ánna nakrar favnar niðanfyri sovasta brunn« og so haft einar dyr út at hvórjum áarvegnum?------- Hevði tá kommunan eisini gjórt eitt baðhús tvórtur um ánna, var tað hent fyri fólk, sum eru von at ganga seg út í ánna, har sum tey skjótt ikki kunna spyrjast aftur, tá ið áarfóri er; ikki kundi tað verið ov dýrt at gjórt eitt brúkuligt baðhus. Kom- munan mátti ikki spart tey oyruni; tí góð bað kunnu gera borgamar fróðar og tíðar og bóta teirra heilsu, friska upp bæði kropp og sál. A. Tvær smásogur. Hesar sogur eru komnar til Havnar sum tíðindir. Onnur er gomul og hin er nýgj. Báðar eru sannar; hvat so er ella ikki, skal eg ikki Ijúgva meiri, enn fyri mær cr logið. Sbgusmiðurin’ Á báti, ella: Gleðiligt nýgjár. 1 einari bygd norðalaga á Eysturoy kom Nýgjárs aftan bátur av havinum við góðari veiðu. Teir lógdu at landi og fóru hugagóðir at skipa fiskin upp. »Keyp- maður« kemur tá til teirra ogsigur: »Væl átti eg at latið tikkum fingið upp í kaggan, men eg eru nú rættuliga sórur.« So skjótt, sum teir hoyra hettar, skipa teír fiskin inn aftur í bátin og so at tuga, mangar, mangar fjórðingar »inn í bðin« (til Klaksvíkar?), har sum teir væntaðu at verða »leskaðir«. Teir komu væl framm og avreiddu fiskin. Men hvat meiri? Har vartikið so nógvút til jóladrekka, at tað synđrið, ið eftir var, rakk nóg illa til fjóra, fimta og sætta dag, So máttu teir streva sær heimaftur og halda nýgjár við gásavíni. Hvussi tað gagnaðist teimum, sigur sógan einki um. í oyðumórk, ella: Gleðilig jól. 3 jassar í N. væntaðu sær jóladrekka við skipi, sum koma skuldi til handilin har í staðnum. Jólaftan kom. — Einkið skip. — Sólin setti. — Ikki lætnaði teirra tunga trá. — Tá ið hálvaskýmt var, komu tíðindir úr L„ at skipið var farið til O. Teir tríggjir komu skjótt á samt um, hvat ið var at gera, tendraðu lygt — tí niða var — og hildu vegin framm norður ígjðgnum dalin. Allir hóvdu »góða kenning* — takk veri teimum bygdarmonnum, sum hóvđu verið meiri fyritonktir enn hesir — tann, ið bar lygtuna, hevði mest. í tí hann skuldi leypa um eina á, slóraði hann og fór eftir aðrari lið í ánna. Lygtin sorlaðist. Har stóðu teir — meiri enn tveir fjóðringar frá húsum. So tunkt tað fall teimum, máttu teir leita aftur til húsar. Teir viltust og vóru meiri enn eina ókt um at fáa hylling á rættaru leið. Nú var farið at kava; vindurin vaks í heilum og tað var skjótt eitt grymdar fok. Tað var væl liðið av náttini, tá ið teir komu framm at einum gróthúsi. Har krupu teir inn og lóu á bóli, til tað fór at lýsa fyri degi. Ivaleyst mundi hettar vera teimum ein beisk og langlig jólanátt, ikki minst av ti, at teir nú ikki fingu hettar vælsignaða jólađrekka. C. -f- D. Hvussi nógv kunna kýr mjolka? Stórar Hállenskar kýr hava mjólkað um 6000 pottar i einum ári. í Fórjum verður mjólkin fyrið tað mesta ikki máld undan hvórjari kúgv fyri seg, tó at tað er hent fyri at kunna vita, hvórjari ein eigur at seta við undan. Ein stór kúgv, sum er við sett her i Havn og er av blandaðum Foroyskum og útlenskum slagi, hevur eitt árið mjólkað 3400 p. Ein maður, sum altíð málir og skrivar upp, hevur sent hesa grein urn 3 kýr: »A. slegtað frá Norskum tarvi og frágera góðari kúgv úr Kollafirði; B. undan A. og Skotsk-jútskum tarvi; C. Jútsk kúgv frá bóndafelagnum. í 1887 mjólkaði A. 2135 p., B. 1604 p.; 1888 B. 1972 p.; 1889 B. 2236 p., C. 2506 p.; 1890 B. 2359, C. 2467. — Hesar kýr hava urn summarið verið í heimabeiti og hava um veturin ikki fingið annað enn hoyggj og vatn, uttan ein vetur, tá ið hoyneyð var; tá fingu tær eitt

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.