Føringatíðindi - 01.02.1891, Síða 4

Føringatíðindi - 01.02.1891, Síða 4
syndur av mjoli. Allar vóru, ella eru, lítið yvur meðal stórd. í iDimmalætting* er nýliga roknað 800 p. yvir hovur um árið av hvórjari kúgv her í landinum, og 8 oy. fyri hvónn pott. R. C. Effersø hevur í einari grein til »land- húsholdningsselskapið« sett 1000 p. og 10 oy. fyri hvónn pott; tí so mikið fæst úr mjólkini, um tú ert kónur at gera smór og ost. Vóru allar kýr líka góðar og líka væl ansaðar, sum hesar fyrr nevndu, fekkst í Fórjum hvórt ár 2—300,000 kr. meiri í virði av kúnum. — Her er tá ein vinnuvegur, sum av óđugnaskapi liggur í forna til stórt spell fyri land og fólk. FRÁ ÚTLONDUM. Veturin hevur yvur hðvur verið ógvu- liga kaldur; tað var ikki matari, enn at »Laura« slapp út fyri gleri. Fólkatingsmaður okkara skrivar í brævi til »Dimmalætting«s, at fólkatingið hevur játtað alt, ið ríkisstýrilsi hevur biðið um til Fórjar: 200 kr. til læraraskúlan í Havn, 2800 kr. til skúlastovir á Skála og á Selátri og 350 kr. í styrk til teir mennirnar, ið hava gjórt garðin um Gótu-eið. Til vitan (fýrið) á Nálsoy er eisini játtað at geva 50,000 kr. fyri fyrst. Tíðindi úr Forjum. Veðurlagið hevur í hesum nýgja árinum verið vindsamt, so lítið hevur sloppist á sjógv. í flest óllum stóðum vísur fiskur seg at vera undir landi- num. — Úr Suðroy skrivast, at fiskiska- purin fyri vestan er javngóður, upp ímóti 12 krónum í part. Einn bátur av Tvóroyri fekk nú ein dagin 9 kr. í part, tó hevur fiskiskapurin fyri eystan verið ójavnur. — Nærum eingin Nótaseiður er fingin í Suðroy í vetur. Fðringafelags samankoming tret- tandukvóld. Felagið valdi til nevnd fyri í ár: J. Olsen (skattmeistari), Just Jacobsen, Ðione Isaksen, C. L. Johannessen og R. Effersø (formaður). Amtmaðurin Buchwaldt komheim aftur við »I.auru«. Rýpurnar, ið upp vóru sleptar í Kirkju- bóreyni í summar, hava verið sæddar í fleiri stóðum; nakrar har í reyninum við ungum; nakrar í fjóllinum omanfyri Haldors- vík og nakrar í Suðroy. í Suðroy var ein skotin av óvart. Sum fyrr er nevnt, er tað forboðið at skjóta tær. Tær eru skaptar nakað sum dúgvur, heldur størri, og lodnar niður á fðturnar, eru av liti hvítar, mór- flekkutar ella meiri spróklutar. Lýsingar. Hjá skiparinum Jóhann (1 đali) á tinghúsveg verða fólk hýst biliga í stytri ella longri tið. Gæs eru at seija hjá Just Jacobsen. Eitt 6-mannafar við reiðskapi, tjenligt til útróður í Islandi, er at selja hjá Jens Olsen. Gloym ikki at skriva tikkum inn í sjúkukassan í Havn, har sum ikki er at gjalda meiri enn 20 oyri hvónn mánað. Tey, sum eru sjúk fáa 2 kr. um vikuna og hartil helftina av medicini og doktaralón. H. C. Olsen, D. Isaksen, J. Lútzen og O. Mortensen taka ímóti limagjalđi hvðr í sínum parti av staðnum. Fðringar, sum ætla sær at rógva út úr íslandi á ko- mandi sumri, áttu at farið í postskipinum til Bildudal við Arnafjórð; tí har er bestur fiskiskapur á ðllum Vesturlandi, ísafjðrðs- djúpið frároknað. Sild fæst alt sum oftast til keyps frá miðjuni á Mai til miðjuna á Júli. Fiskiskip áttu 'eisini at komi hegar við sínari veiði; tí her verður fiskur tikin skjótt og fyri góðan prís. Útróðramenn frætta greinuligari, um teir senda bræv til keypmannin P. i. Tórsteinsson, Bilđudal, Arnafjórð. gp^- Lýsingar upptakast í Fðringa- tíðindi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyru hvórt orðið. Av stórri Skrift (corpus) 2 orð 3 oyrur. Enn stðrri skriftir kosta 80 oyrur fyri 1 tumma í hædd. »Føringatiðindi« fæst bíliga á óllum posthúsum í Danmai'ki og Fðrjum, um blaðið er bílagt framman undan. Prentað hjá nFæro Amtstiđendes Bogtrykkeri11. — Blaðstýrari: R. £fferso.

x

Føringatíðindi

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.