Føringatíðindi - 01.03.1891, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 01.03.1891, Blaðsíða 1
FØRINGATlÐINDL Ni MARS 1891. >.. Ár. Kirkjumal okkara. At útgevarin av »FærøskKirketidende« leggur eitt orð upp í, tá ið hann heldur seg hava sætt nakað frammkomið upp á prent, sum vert er at kallast »almannasak«, eigur hann takk fyri. Tó undrar tað meg, at hann, sum aðrir fleiri, hevur ringan hug at roða um eina grein, sum hann ikki veit, hvor skrivað hevur. Ja tað undrar meg, tí var tað ein sak, sum ongum uttan teimum skrivandi kom nakað við, so var tað býttligt og býttligt við lít at farið og sýnt hesa somu sak í einum blaði, sum lisið verður av so mongum, tá var tað ólíka klókligari og hampuligari at teir skrivandi roddi sín ámillum um tað, sum eingin hevði nakað við at gera uttan teir sjálvir. Men tá ið tað nú er ein grein, sum hildin verður at hava nakað at týða, ikki fyri tann einkulta áleina, men fyri fjoldina, tá haldi eg ikki, at teir, sum harum vilja roða, turfa at spyrja, hvor skrivað hevur, tí tað er ikki mannin sjálvan, sum flitur sakina framm, tann sum svarar aftur skal hava fyri eygum sær — hvat tó tí verri til mikið klandurs atvoldum ofta verður gjort —-, men heldur hava meiri í huga, hvat sakini viðvíkir. Tó eg skal ikki verða fyrstur at stedga Vágapresti á ferðini, tá ið eg haldi hann vera á beinari leið, og er tað so, at tað, at J. er ókendur, nervar honum aldri so lítið, skal tað ikki leingi verða til báða. Fyri at tað soleiðis skal falla honum enn lættari at skriva á ððrum sinni, vil eg upp- lýsa fyri honum, attannj., sumí »Foringa- tíðindi« nr. i skrivaði nakað um Foroyska málið sum kirkjumál, og tann, sum upp- aftur setur J. undir hesu grein, er av presti skýrdur Jóanis og býr sami maður íKirkjubo. Hendan frágreiðing var nú alt ov long, men tað gerst ikki við. Her er trongligt, so eg skal royna at gera meg skjótt av. I.esandi »Et lille Ind- læg i et stort Spørgsmaal« sæst tað, at Vágoyaprestur bæði heldur við og ímóti at fáa Foroyska máli aftur á kirkjufund. Hann heldur við í tí, at Foroyskt kirkju- mál varð Foringum betri, men er tó ímóti at fáa okkara egna mál til kirkjumál; tí hann heldur, vit eru tess ikki mentir. Vág- oyaprestur skrivar: j>Det sker vel næppe hverken i J.'s eller min Tid«, nvlg. at vit fáa Foroyskt kirkjumál, og meinar tí, at tað er betri, vit leggja meiri dent upp á at upphjálpa tað andliga lívið á oðrum háttum. royna at bota um tað, sum vit halda okkum kunna fáa nakað skjótt í lag o. a. slikt. Ja tað er lættligari og hugnaligari at vinna eitt verk, sum ein kann vænta sær snarliga frugtir av, men vildi eingin tikið sær nakað arbeiði fyri, uttan hann var vissur um at fingið tað fullkomi í sínari tíð, tá mundi sæð illa út í heiminum hjá tí slekt, sum skal taka við aftan á okkum. Hvussu mundi tað staði til í heimi, um ikki vár Harra hevði lagað tað so, at hann hevur lati slegtirnar tær farandu, ofta so ómerkjuligt begynt eitt fyri verðsins eygum býttligt verk, sum tær komandu slektir tó hava tikið undir og fullfort til størsta frægdar- verk. Hvussu mangur ein hevur ikki slitið alt sítt lív fyri at fingið hitt ella hettar í lag, og er tó ikki komin longur enn til at fingið væl begynt, ikki hevur hansara starv og slit fyri tann skuld verið spilt; tó hann fell frá, uppvuksu aðrir, sum tóku við, har hann slepti, og fullbúgvdu til ómetuligt gagn fyri mannafjoldina, teirra formanns verk. Liðaleyst mundi verið millum tær komandi slektir og okkum, og illa mundi tær á fótum staði, um vit einki lætti teimum um tey verk, teimum er lagað at fullfora. Er ikki tí í Fórjum so statt við mongum, sum tað er, tí teir, ið undan okkum fóru, vóru ovlíti fyrivarnir fyri okkum, sum komu aftaná? At verða sær sjálvum hollastur, noyðist mann við hvort, men verka vit ikki fyri oðrum enn okkum sjálvum og okkara tíð, tá haldi eg tann stokkuta stund, okkum er givin at byggja heimin hendan, er illa burturspilt. So mikið hava aðrir undan okktim Iagt til og leggja til enn dagin i dag, at vit væl máttu verið mentir at tiki nokur tok eisini. So er tó, at eingin av okkum kann kalla seg fyri slíkan frágera mann sum besti ídráttísmenn uttanlendis, men tað, at fáa rætt fyri okkara málið, skuldi heldur ikki verði nakað ágera verk at vunni, tó at vísan sum fleiri siga: »Eg kann ikki skriftatær, tí biskoppurræður yvir mær«. Vágoyaprestur ber upp, at oll vita, hvussu vont og trupult tað má falla at bíta um kirkjumál, og sakir tess gevur hann til Harran, um vit nakrantíð kunnu fáa For- oyska málið í kirkjunar ella ikki. Vist eiga vit at geva alt i Harrans hendur, men tað er tó ikki nóg; fyri tann skuld skulu

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.