Føringatíðindi - 01.03.1891, Síða 1

Føringatíðindi - 01.03.1891, Síða 1
FØRINGATÍÐINDI. Nr. 3. MARS 1891. 2. Áí Kirkjumál okkara. At útgevarin av »FærøskKirketidenđe« leggur eitt orð upp í, tá ið hann heldur seg hava sætt nakað frammkomið upp á prent, sum vert er at kallast »almanna sak«, eigur hann takk fyri. Tó undrartað meg, at hann, sum aðrir fleiri, hevur ringan hug at roða um eina grein, sum hann ikki veit, hvor skrivað hevur. Ja tað unđrar meg, tí var tað ein sak, sum ongum uttan teimum skrivandi kom nakað við, so var tað býttligt og býttligt við lít at farið og sýnt hesa somu sak í einum blaði, sum lisið verður av so mongum, tá var tað ólika klókligari og hampuligari at teir skrivandi róddi sín ámillum um tað, sum eingin hevði nakað við at gera uttan teir sjálvir. Men tá ið tað nú er ein grein, sum hildin verður at hava nakað at týða, ikki fyri tann einkulta áleina, men fyri fjóldina, tá haldi eg ikki, at teir, sum harum vilja róða, turfa at spyrja, hvór skrivað hevur, tí tað er ikki mannin sjálvan, sum flitur sakina framm, tann sum svarar aftur skal hava fyri eygum sær — hvat tó tí verri til mikið klandurs atvoldum ofta verður gjórt —, men heldur hava meiri í huga, hvat sakini viðvíkir. Tó eg skal ikki verða fyrstur at stedga Vágapresti á ferðini, tá ið eg haldi hann vera á beinari leið, og er tað so, at tað, at J. er ókendur, nervar honum aldri so lítið, skal tað ikki leingi verða til báða. Fyri at tað soleiðis skal falla honum enn lættari at skriva á óðrum sinni, vil eg upp- lýsa fyri honum, at tann J., sum í »Fóringa- tiðindi« nr. i skrivaði nakað um Fóroyska málið sum kirkjumál, og tann, sum upp- aftur setur J. unđir hesu grein, er av presti skýrdur Jóanis og býr sami maður í Kirkjubó. Hendan frágreiðing var nú alt ov long, men tað gerst ikki við. Her er trongligt, so eg skal royna at gera meg skjótt av. Lesandi »Et lille Ind- læg i et stort Spørgsmaal« sæst tað, at Vágoyaprestur bæði heldur við og ímóti at fáa Fóroyska máli aftur á kirkjufund. Hann heldur við í tí, at Fóroyskt kirkju- mál varð Fóringum betri, men er tó ímóti at fáa okkara egna mál til kirkjumál; tí hann heldur, vit eru tess ikki mentir. Vág- oyaprestur skrivar: »Det sker vel næppe hverken i J.’s eller min Tid«, nvlg. at vit fáa Fóroyskt kirkjumál, og meinar tí, at tað er betri, vit leggja meiri dent upp á at upphjálpa tað andliga lívið á ððrum háttum. royna at bóta um tað, sum vit halda okkum kunna fáa nakað skjótt í lag o. a. slíkt. Ja tað er lættligari og hugnaligari at vinna eitt verk, sum ein kann vænta sær snarliga frugtir av, men vildi eingin tikið sær nakað arbeiði fyri, uttan hann var vissur um at fingið tað fullkomi í sínari tíð, tá mundi sæð illa út í heiminum hjá tí slekt, sum skal taka við aftan á okkum. Hvussu mundi tað staði til í heimi, um ikki vár Harra hevði lagað tað so, at hann hevur lati slegtirnar tær farandu, ofta so ómerkjuligt begynt eitt fyri verðsins eygum býttligt verk, sum tær komandu slektir tó hava tikið undir og fullfórt til størsta frægdar- verk. Hvussu mangur ein hevur ikki slitið alt sítt lív fyri at fingið hitt ella hettar í lag, og er tó ikki komin longur enn til at fingið væl begynt, ikki hevur hansara starv og slit fyri tann skuld verið spilt; tó hann fell frá, uppvuksu aðrir, sum tóku við, har hann slepti, og fullbúgvdu til ómetuligt gagn fyri mannafjóldina, teirra formanns verk. I.iðaleyst mundi verið millum tær komandi slektir og okkum, og illa mundi tær á fótum staði, um vit einki lætti teimum um tey verk, teimum er lagað at fullfóra. Er ikki tí í Fórjum so statt við mongum, sum tað er, tí teir, ið undan okkum fóru, vóru ovlíti fyrivarnir fyri okkum, sum komu aftaná? At verða sær sjálvum hollastur, noyðist mann við hvórt, men verka vit ikki fyri óðrum enn okkum sjálvum og okkara tíð, tá haldi eg tann stokkuta stund, okkum er givin at byggja heimin hendan, er illa burturspilt. So mikið hava aðrir undan okkum lagt til og leggja til enn dagin í dag, at vit væl máttu verið mentir at tiki nókur tók eisini. So er tó, at eingin av okkum kann kalla seg fyri slíkan frágera mann sum besti idráttísmenn uttanlendis, men tað, at fáa rætt fyri okkara málið, skuldi heldur ikki verði nakað ágera verk at vunni, tó at vísan sum fleiri siga: »Eg kann ikki skriftatær, tí biskoppur ræður yvir mær«. Vágo)raprestur ber upp, at óll vita, hvussu vont og trupult tað má falla at bíta um kirkjumál, og sakir tess gevur hann til Harran, um vit nakrantíð kunnu fáa Fór- oyska málið í kirkjunar ella ikki. Vist eiga vit at geva alt í Harrans hendur, men tað er tó ikki nóg; fyri tann skuld skulu

x

Føringatíðindi

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.