Føringatíðindi - 01.03.1891, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 01.03.1891, Blaðsíða 2
vit ikki bert standa og hyggja at. Hvussu mundi tað gingist við at kristna heiðin- londini, um harrans sendisveinar (mis- sionærer) sótu heima og bíðaðu, til heid- ningarnir vóru vorðnir so blíðir, at teir ongan vildi dripi og meina? Hvat mundu vit fingið at liva av, um vit ikki rordu okkum sjálvi til at vinna okkum nakað? Eingin veit betri enn prestur, at eitt tað fvrsta, harrin beyð, var at arbeiða. Tað, ið velður um, er, at okkara vinna er slík, at harrin leggur sína signing við, og tað vóni eg, hann vildi gjort í einum arbeiði sum hesum, at fáa hansara heiliga orð at ljóða í hansara heiliga húsi á hjartamálinum. Kann tað ikki begynnast nú í smáum? At tað skal vera forboði at tala á For- oyskum máli í kirkjunum, er tó ovgalið. ikki trúgvi eg nú tað, at teir, sum ráði hava, hovdu haft mikið ímóti, um ein prestur bað lova sær at tala landsins mál, tá ið hann helt seg kunna gera meiri gott við tí; onkur prestur er so frægur, at hann so við og við kundi útlagt okkum biblina, og soleiðis kundi mann hóvliga fórka seg framm. Tað kundi sagst almikið meir um hettar, menn tað fer at verða har við hesu ferð, tó áðrenn eg gevi upp at, vil eg siga, at eg besta slag kann halda við Vágoyapresti í tí, at menn, sum eru sannir kristnir, fullvæl kunnu njóta andligt gagn bæði av at syngja og tala saman, um tað so enn er, at teir illa skilja hvonn annan, men tann, sum heldur seg vera hjálpnan við tann andliga lærdóm, hann fær við aldri at hoyra um Gudsríki uttan á einum honum í orðum hálvt óskilligum máli, hann er kanska nærum at hugsa tað sama sum maðurin skuldi siga á sinni, at best mundi vera ikki at læra ovnógv, tí ella fekk hann meiri at svara fyri. Tann, sum slóða vil nýggja gotur fyri Foringum, krevur at brúka tol; hann ma ikki missa hugin á, um tað við hvort heldur tykist at ganga aftur enn framm. Summir, sum higar til lands eru komnir, hava onkuntíð í fyrstini, av tí at teir gjólliga sógu, at her var nakað at bota, líkasum trivið i fyri at fingið eitt og annað í eitt betri lag; menn tað hevur ikki staðið leingi við; við tað, at teir hava kent, at ikki gekk so skjótt og lættligt, sum teir hovdu hugsað sær tað, hevur bráttliga verið upp at givið við tí heila. Nú er vón til, at tað batnar, at teir sum royna at hjálpa burturi og hjá ikki bert lata tað verða eitt »upplop«. Tí er nú ikki væntandi, at tað skal standa leingi við, sum C. i »Føríngat.« sigur og spyr, at tá ikki ein av tjúgu prestum fær f lag at tala Foroyskt, hví teir tá skulu taka sær tað nærum ógjorliga verk fyri. Eftir sognum, so hevur tó ein av okkara Donsku prestum lagt so mikið dent upp á at lært seg sítt fólks mál, at hann longu er væl kunnigur í tí, tó stundin enn er stokkut, síðani hann kom, so tað tykist ikki at vera nakað ógjorligt verk at læra okkara mál, og hví skuldi tað verið tað? og tá helst fyri menn, sum kunna Norrona tungu og vanir eru at læra tungumál. Tá mátti tað verið tíggju sinni verri hjá okkum, sum lítið og einkið hava lært, at nomi teirra tungumál til fullnar. Og sum fyrr so ofta hevur verið sagt: »Tá ið tað veldi um at gjort seg skiligan fyri hvorjum oðrum, var tað so ikki hampuligari at 10—20 manns lærdu seg eitt rríál, sum 13,000 tala, enn 13,000 lærdu seg eittmál, sum 10—20tala? Tað er líkligt, at ein Fðringur, tá ið hann er burturi í oðrum londum, tosar tað mál, tey fólk tosa, hann er ímillum, men tað er ongum líkt, at hann i Foryum, i sínum egna landi ikki er so mikil maður, at hann kann verða sjálvbjargin uttan at fara i fremmanda bjálvar, tá ið nakað stendur á. J- J. L. Weihe, ella sum Foringar kalla hann, I.assen bóndi á Selátri hevur i »Dimmalætting« skrivað nakað um »Fær- ingerne og Krediten« og oll rættulig fólk vilja halda við honum, at hendan ógvuliga borgingin er til stóran skaða fyri Fórjar; men tað vísur seg, sum mangir handils- menn vilja hava fólk at borga frá sær, tí so kunnu teir forða teimum at _ganga ov- mikið til aðrar handilsmenn. I summum bygdum — soleiðis eystantil á Eysturoydni — fáa fólk ikki pengar frá handils- monnunum, tá ið tey koma við fiski ella troygjum, men alt verður skrivað. Tey fáa so út úr handilinum, hvat tey vilja, og tað verður eisini skrivað. Soleiðis kunnu ganga heili ár; fólk avreiða og borga, men vita ikki, um tey eiga nakað atkeypafyri. Hava tey nú avreitt fyri størri virði, enn tey hava keypt, fáa tey onkum tíð avlopið út, um tey ikki vilja seta tað inn í handilin. Tað er tó sjáldan so væl, at tey eiga nakað; oftari hava tey í sínum órviti tikið meiri út úr handilinum, enn tey hava avreitt; so fáa tey onkum tíð at vita, at nú skylda tey so og so mykið. Handilsmaðurin verður kanska eitt syndur trekari enn fyrr at lata út, men annans kemur alt aftur í tað sama gamla myrkrið. Aðrir handilsmenn koma straks og leggja pengar á skivina, tá ið fólk hava avrejtt, men so spyrja teir, um tey ikki skullu keypa og skuldi ein maður nógvar dagar upp í slag borið allar penganar til hús, er óvist, um teir oftari hovdu verið lagdír á skivina straks; men mestan altíð

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.