Føringatíðindi - 01.03.1891, Page 2

Føringatíðindi - 01.03.1891, Page 2
vit ikki bert standa og hyggja at. Hvussu munđi tað gingist við at kristna heiðin- londini, um harrans sendisveinar (mis- sionærer) sótu heima og bíðaðu, til heid- ningarnir vóru vorðnir so blíðir, at teir ongan vildi dripi og meina? Hvat mundu vit fingið at liva av, um vit ikki rórdu okkum sjálvi til at vinna okkum nakað? Eingin veit betri enn prestur, at eitt tað fvrsta, harrin beyð, var at arbeiða. Tað, ið velður um, er, at okkara vinna er slík, at harrin leggur sína signing við, og tað vóni eg, hann vildi gjórt í einum arbeiði sum hesum, at fáa hansara heiliga orð at ljóða í hansara heiliga húsi á hjartamálinum. Kann tað ikki begynnast nú í smáum? .ð t tað skal vera forboði at tala á Fór- oyskum máli í kirkjunum, er tó ovgalið. Ikki trúgvi eg nú tað, at teir, sum ráði hava, hóvdu haft mikið ímóti, um ein prestur bað lova sær at tala landsins mál, tá ið hann helt seg kunna gera meiri gott við tí; onkur prestur er so frægur, at hann so við og við kunđi útlagt okkum bíblina, og soleiðis kundi mann hóvliga fórka seg framm. Tað kundi sagst almikið meir um hettar, menn tað fer at verða har við hesu ferð, tó áðrenn eg gevi upp at, vil eg siga, at eg besta slag kann halda við Vágoyapresti í tí, at menn, sum eru sannir kristnir, fullvæl kunnu njóta andligt gagn bæði av at syngja og tala saman, um tað so enn er, at teir illa skilja hvónn annan, men tann, sum heldur seg vera hjálpnan við tann andliga lærdóm, hann fær við aldri at hoyra um Gudsríki uttan á einum honum í orðum hálvt óskilligum máli, hann er kanska nærum at hugsa tað sama sum maðurin skuldi siga á sinni, at best mundi vera ikki at læra ovnógv, tí ella fekk hann meiri at svara fyri. Tann, sum slóða vil nýggja gótur fyri Fóringum, krevur at brúka tol; hann má ikki missa hugin á, um tað við hvórt heldur tykist at ganga aftur enn framm. Summir, sum higar til lands eru komnir, hava onkuntíð í fyrstini, av tí at teir gjólliga sógu, at her var nakað at bóta, líkasum trivið í fyri at fingið eitt og annað í eitt betri lag; menn tað hevur ikki staðið leingi við; við tað, at teir hava kent, at ikki gekk so skjótt og lættligt, sum teir hóvdu hugsað sær tað, hevur bráttliga verið upp at givið við ti heila. Nú er vón til, at tað batnar, at teir sum royna at hjálpa burturi og hjá ikki bert lata tað verða eitt »upplop«. Tí er nú ikki væntandi, at tað skal standa leingi við, sum C. i »Føringat.« sigur og spyr, at tá ikki ein av tjúgu prestum fær í lag at tala Fóroyskt, hví teir tá skulu taka sær tað nærum ógjórliga verk fyri. Eftir sógnum, so hevur tó ein av okkara Dónsku prestum lagt so mikið dent upp á at lært seg sítt fólks mál, at hann longu er væl kunnigur í tí, tó stundin enn er stokkut, síðani hann kom, so tað tykist ikki at vera nakað ógjórligt verk at læra okkara mál, og hví skuldi tað verið tað? og tá helst fyri menn, sum kunna Norróna tungu og vanir eru at læra tungumál. Tá mátti taó verið tíggju sinni verri hjá okkum, sum lítið og einkið hava lært, at nomi teirra tungumál til fullnar. Og sum fyrr so ofta hevur verið sag't: »Tá ið tað veldi um at gjórt seg skiligan fyri hvórjum óðrum, var tað so ikki hampuligari at io—20 manns lærdu seg eitt mál, sum 13,000 tala, enn 13,000 lærdu seg eittmál, sum 10—2otala? Tað erlíkligt, at einFóringur, táiðhanner burturi í óðrum londum, tosar tað mál, tey fólk tosa, hann er ímillum, men tað er ongum líkt, at hann i Fóryum, i sínum egna landi ikki er so mikil maður, at hann kann verða sjálvbjargin uttan at fara í fremmanđa bjálvar, tá ið nakað stendur á. J- J. L. Weihe, ella sum Fóringar kalla hann, I.assen bóndi á Selátri hevur í »Dimmalætting« skrivað nakað um »Fær- ingerne og Kređiten« og óll rættulig fólk vilja halda við honum, at hendan ógvuliga borgingin er til stóran skaða fyri Fórjar; men tað vísur seg, sum mangir handils- menn vilja hava fólk at borga frá sær, ti so kunnu teir forða teimum at _ganga ov- mikið til aðrar handilsmenn. í summum bygdum — soleiðis eystantil áEysturoydni — fáa fólk ikki pengar frá handils- monnunum, tá ið tey koma við fiski ella troygjum, men alt verður skrivað. Tey fáa so út úr handilinum, hvat tey vilja, og tað verður eisini skrivað. Soleiðis kunnu ganga heili ár; fólk avreiða og borga, men vita ikki, um tey eiga nakað atkeypafyri. Hava tey nú avreitt fyri størri virði, enn tey hava keypt, fáa tey onkum tíð avlopið út, um tey ikki vilja seta tað inn í handilin. Tað er tó sjáldan so væl, at tey eiga nakað; oftari hava tey í sínum órviti tikið meiri út úr handilinum, enn tey hava avreitt; so fáa tey onkum tíð at vita, at nú skylda tey so og so mykið. Handilsmaðurin verður kanska eitt syndur trekari enn fyrr at lata út, men annans kemur alt aftur í tað sama gamla myrkrið. Aðrir handilsmenn- koma straks og leggja pengar á skívina, tá ið fólk hava avreitt, men so spyrja teir, um tey ikki skullu keypa og skuldi ein maður nógvar dagar upp i slag borið allar penganar til hús, er óvist, um teir oftari hóvdu verið lagdír á skivina straks; men mestan altíð

x

Føringatíðindi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.