Føringatíðindi - 01.03.1891, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 01.03.1891, Blaðsíða 3
keypa menninir nakað — ella um maðurin býr í somu bygđ, kemur konan aftur dagin eftir — og tá ið so nakað er keypt og handilsmaðurin hevur fingið peningar at bíta, sigur hann: »Nú er so ella so mykið eftir, skal tú einkið keypa meir?« Maðurin kláar sær upp í vanga; hann hevði haft betur hug til at borið hesar penganar til hús, men hann veitt, at handilsmanninum đámar væl at fáa teir aftur í útdrag sítt (skuffu sina) æntin fyri varir ella gamla skuld, og so nevnir hann eitt og annað, inntil penganir eru uppi. Kemur nú long uppiloga, veit maðurin, at hann fær hjálp frá handilsmanninum, um hann ikki hevur pening, og við tað, at hann keypir so dug- liga, hevur handilsmaðurin tol at bíða og fáa penganar aftur so við og við, tá ið góðar innlógur koma. Ja eigur maðurin eitt syndur av jorð, kann handilsmaðurin bíða enn longur og — í trongum tíðum taka við einum gyllini. Ey vindur. Rýpurnar. Mangir Fóringar, sum ikki hava sæð nakað til hesar fuglamar, vóru vist fegnir við í seinasta blaði av »Fóringat.« at lesa, at hesir fuglarnir eru til enn í Fórjum og soleiðis kunnu væntast at nórast u]3p i nðkur ár, og vera til gagn fyri FÓrjar. Ungir Fóringar, sum hava verið í íslandi og ró út, vita at siga frá íslendingum, sum hava skotið og selt rípir fyri mangar krónur um árið og tað kunna Fóringar eisini koma til, tí vegurin hiðani til Skot- lands og Kjøbinhavnar er stytri enn úr Is- landi; men so er tað neyðugt, at fuglarnir fáa frið í nókur ár og tí hevur lógin friða teir. Tað verður eisini ein óbótalig skomm, um vit — nú einstakir menn hava gjórt sær sovornan ómak fyri at fáa fuglarnar tilFórjar — sjálvir skuldu oyttteir. Ansi tí allir eftir, ikki at skjóta rípir »av óvart«, sum ein Suðringur skal hava skoti eina. Hesin maður kemur ivaleyst undir eina stóra bót, og eg haldi, at tað vildi verið passuligt fyri hann, at hann kom í lávísina* so aðrir lærdu at kenna navni á tí manninum, sum ikki ansar betur eftir byrsu sínari, enn hann hevur gjórt. Ein byrsumaður. Hvu8si er nú vorðið við okkara dansi? I gomlum dógum mundi atburðurin ikki vera sum nú. Tá mundi teir đuga at stut- leika sær av dansinum aleina. Nú heldur fáur seg vera fóran at đansa og vera lystugur, fyrr enn hann hevur fingið upp í glasið, Tað sýnist, sum mangur drongur kemur til dans, bert tí at tá kann hann best sláa seg leysan við drekkingini, uttan at nakar tekur sær tykni av tí; — tað hoyrur jú til. Harmiligt er, at teir ikki duga at stutleika sær, uttan teir kenna til og at teir ikki virða tann Fóroyska dansin meiri, enn at teir gera hann til skálkaskjól fyri fyllskapi. Væl má eg siga, at dansur kann ganga lystuliga hettar fyri uttan; tí eg havið sæð »Óla Kvass« verið kvódnan av avhaldsmonnum. Tann vakrasti dansurin er tann hóvligi dansurin, við afturstig, sum enn verður brúktur í summum plássum. Tá kann eisini betri hoyrast, hvat ið kvóðið verður. Tá ið ein útlenskur nú fyrstu ferð sær Fóroyskan đans, má hann hugsa, at hettar eru vill ella full fólk, ið soleiðis ganga og skrála, hoppa og skaka sær, og hann má væl so hugsa, tí lógið sær út. Drekkingin mann ivaleyst gera mest til at loypa ósámuliga óði í dansin. Tí sigi eg: Dansið, tá ið tit dansa, og haldi drekkigildini fyri seg til aðrar tíðir, tá ið tit ikki kunnu vera tey fyri uttan; men blandið ikki bæði saman, so at tað má ganga út yvir tey, sum bert eru komin at dansa. . i . . . Ilt nýtst av bráðræsi. Tveir Havnar- menn N. og O. móttist. sSkunda tær,« sigur N. , »P. fór við leypi niðan at krógv tínari; tað eigur ikki at vera torvgóta hansara.« O. so gjórdi. — Tá, ið hann kom framm, stóð P. við góðan hug og setti roka á leypin. O. læt ikki av orðum tróta, men deilđi, sum hann kundi best — deildi seg alt argari og argari. Til endan tók hann og sturtaði torvið úr leypinum og barđi hann sundur í spónir. P., sum alla tíðina hevði staðið fallin í fátt, smíltist tá við. O. ?á tað, men hugsaði við sær sjálvum: »Hann veit, at jú óðari eg eri, jú skjótari verði eg blíður aftur, og hann kann ætla, at eg ikki fari at klaga hann fyriskrivarinum. * Kvóldið eftir sigur konan við O.: »Hoyr! ikki kom P. aftur við leypinum, hann lánti í gjára morgun.« Tá slóg O. nevan í knokkin á sær: »0, mítt dylhøvd! Væl mátti eg kennt okkara eignaleyp, av tí grónmálaðu rimini.« — So var, at hann í óðini hevði sorlað sín eigna leyp. Prestakonan á Kirkjuteig bað eitt kvóldið húskarlin, Hanus, fara sær eitt órindi til Vestmannar morgunin eftir. Hanus fór til gongu í lýsingini og gekk hús úr húsi í Vestmanna, heilsaði frá mat- móður síni at lata seg fáa nókur stykkir av »eik«. Vestmenningar undraðust yvir, hvat prestakonan vilde hava eik til; men lótu tó Hanus fáa sovorðin sprek, sum ikki đugdi til borðskeytar og tollar, eitt petti her og annað har. Tá ið alt kom saman,

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.