Føringatíðindi - 01.03.1891, Síða 4

Føringatíðindi - 01.03.1891, Síða 4
var tað ein dúglig byrða. Unđrandist sóu Kvívíkingar Hanus koma đragsandi við eikini, allsveittur og útlugvaður. Fegin var hann, tá ið hann fekk tveitt byrðini av sær á roykstovugólvið. »Nú hon sjálv,« sigur hann við prestakonuna, »her er tað, eg var biðin at keypa. Teir høvdu ikki nógv til, men eftir sum tað vóru tigum, so vildu teir ikki sýta tað.« Nú stendur frúgvin bilsin. »Men Hans dog, hvad skal jeg med det der, — hvor ere Æggene?« — »Tað er her; eg kundi ikki fáa meiri og hevði heldur ikki orka at borið meiri.« — »Det var slet ikke saadan noget, jeg bad dig kjøbe, det var Æg, Hønseæg,« sigur frúgviu nú heldur enn ikki ilsk, tí at hann var so dolskur, — hon var í uppi- setri fyri egg, og amtmaðurin var væntandi til Kvívíkar dagin eftir. Nú Hanus hoyrur hettar, verður hann ógvuliga forharmaður. O, óreint biður hann í ferðina og í tað Danska málið. Á síðsta hovuðsmoti (generalforsamling) Foringafelags varð avgjórt at senda takkarbræv til Sandoyarprest Rónne fyri strev hansara at læra seg sjálvan og onnur tað Fóroyska málið, og fyri virðing hansara bæði av felagiðs arbeiði og yvur hóvur av tí andliga lívinum í Fórjum. í líka máta varð avgjórt at bjóða honum at verða heiðurslimur í Fóringafelagnum. Vit eru fegnir við at kunna fortelja, at nevndin fyri felagnum nevur íingið aftursvar frá prestinum og tekur hann við gleði móti bjóðing okkara og hopar hann við guds hjálp at kunna styðja starv okkara, hvar tað geldur at lúka lok og fjálga um tað góða hjá Fóringum. Úr útlondum er lítið og einki frætt í mánaðinum, ið fór. Tíðindi úr Forjum. Ein maðurúrHúsa- vík, Peter Magnussen, er omandáttin á vegnum frá Dali til Húsavíkar. Hann var saman við einum øðrum manni farin til Dals sunnudagin t. i. Febr. Teir kendu báir væl til, tá ið teir í skýmingini fóru á heim- vegin og morgunin eftir var Peter Magnus- sen ikki komin til Húsavíkar. Tann maðurin, ið við honum var, visti einkið um hann, tí hin var farin eitt syndur fyrr úr Dali enn hann. Skunduliga fór man at leita og varð hann tá funnin deyður um 4 favnar frá sjónum. Hann var fallin 150 favnar oman ígjógnum eina bratta lið við fleirihomrum. Lærarindan í Kirkjubó sókni, Cathrine M. Joensen, er eftir egnu bón sloppin frá embæti sínum og er exam. lærari Andr. Djurhuus settur í hennara stað fyri fyrst. Rekaviður sýnist ikki at tróta. í lágætta dógunum herfyri er víða og hvar, sum frætt er frá, rikin ein mongd av plon- kum. í Nálsoy sigast at vera komnir um 100, í Hestoy 70, í Kirkjubó- Bó 200 plankar o. s. fr. I.ágættin hevur verið baldrugt megin partin av mánaðinum, ið var, so lítið og einkið hevur komist á sjógv. Uppilógan gerst nú long og sum vituligt er tað svang- ligt hjá mongum, ti eingin er seiðagreipan og hvaðna minni tvóstlikkjan at taka til. Seyðurin, sum gott hevði lívhald í heyst, sær væl út í hesum lýgja veðurlagnum, ið verið hevur. Á bygđunum er haki nú yvurhøvur útborin. Sluppin »Prosperous«, sum fór út at fiska her undir oygjunum sunnudagin t. 22. Febr., kom inn aftur dagin fyri fyrra- dagin. Vegrið hevði verið so baldrandi alla tíðina, at teir ikki hóvdu fingið roynt meira enn tvær lótur norðan fyri Viðoynna. Tó at fongur teirra ikki var meira enn 200 fiskar, var vón um at fiskur var til. Lýsingar. Ein brúktur, lítil bileggarovnur keypist. Jens Olsen vísur á. Byttur og baljur seljast ógvuliga bíligt hjá Fr. Samuelsen, Bððkjari í Havn. Góðir eikikjalir til stór- og smábátar seljast fyri lágan prís. A. W. Restorff vísur á. Frálíka gott blikktoy fæst hjá Blikkslágarinum í Havn. tØF" Lýsingar upptakast í Fóringa- tíðinđi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyru hvórt orðið. Av stórri Skrift (corpus) 2 orð 3 oyrur. Enn stórri skriftir kosta 80 oyrur fyri 1 tumma í hædd. Prentað hjá „Fære Amtstidendes Bogtrykkeri11. — Blaðstýrari: R. Efferse.

x

Føringatíðindi

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.