Føringatíðindi - 01.03.1891, Qupperneq 4
var tað ein dúglig byrða. Unđrandist sóu
Kvívíkingar Hanus koma đragsandi við
eikini, allsveittur og útlugvaður. Fegin
var hann, tá ið hann fekk tveitt byrðini
av sær á roykstovugólvið. »Nú hon sjálv,«
sigur hann við prestakonuna, »her er tað,
eg var biðin at keypa. Teir høvdu ikki
nógv til, men eftir sum tað vóru tigum, so
vildu teir ikki sýta tað.« Nú stendur
frúgvin bilsin. »Men Hans dog, hvad skal
jeg med det der, — hvor ere Æggene?«
— »Tað er her; eg kundi ikki fáa meiri
og hevði heldur ikki orka at borið meiri.«
— »Det var slet ikke saadan noget, jeg
bad dig kjøbe, det var Æg, Hønseæg,«
sigur frúgviu nú heldur enn ikki ilsk, tí
at hann var so dolskur, — hon var í uppi-
setri fyri egg, og amtmaðurin var væntandi
til Kvívíkar dagin eftir. Nú Hanus hoyrur
hettar, verður hann ógvuliga forharmaður.
O, óreint biður hann í ferðina og í tað
Danska málið.
Á síðsta hovuðsmoti (generalforsamling)
Foringafelags varð avgjórt at senda
takkarbræv til Sandoyarprest Rónne fyri
strev hansara at læra seg sjálvan og
onnur tað Fóroyska málið, og fyri virðing
hansara bæði av felagiðs arbeiði og yvur
hóvur av tí andliga lívinum í Fórjum. í
líka máta varð avgjórt at bjóða honum at
verða heiðurslimur í Fóringafelagnum. Vit
eru fegnir við at kunna fortelja, at nevndin
fyri felagnum nevur íingið aftursvar frá
prestinum og tekur hann við gleði móti
bjóðing okkara og hopar hann við guds
hjálp at kunna styðja starv okkara, hvar
tað geldur at lúka lok og fjálga um tað
góða hjá Fóringum.
Úr útlondum er lítið og einki frætt í
mánaðinum, ið fór.
Tíðindi úr Forjum. Ein maðurúrHúsa-
vík, Peter Magnussen, er omandáttin á
vegnum frá Dali til Húsavíkar. Hann var
saman við einum øðrum manni farin til Dals
sunnudagin t. i. Febr. Teir kendu báir
væl til, tá ið teir í skýmingini fóru á heim-
vegin og morgunin eftir var Peter Magnus-
sen ikki komin til Húsavíkar. Tann maðurin,
ið við honum var, visti einkið um hann, tí
hin var farin eitt syndur fyrr úr Dali enn
hann. Skunduliga fór man at leita og varð
hann tá funnin deyður um 4 favnar frá
sjónum. Hann var fallin 150 favnar oman
ígjógnum eina bratta lið við fleirihomrum.
Lærarindan í Kirkjubó sókni,
Cathrine M. Joensen, er eftir egnu bón
sloppin frá embæti sínum og er exam.
lærari Andr. Djurhuus settur í hennara
stað fyri fyrst.
Rekaviður sýnist ikki at tróta. í
lágætta dógunum herfyri er víða og hvar,
sum frætt er frá, rikin ein mongd av plon-
kum. í Nálsoy sigast at vera komnir um
100, í Hestoy 70, í Kirkjubó- Bó 200
plankar o. s. fr.
I.ágættin hevur verið baldrugt megin
partin av mánaðinum, ið var, so lítið og
einkið hevur komist á sjógv. Uppilógan
gerst nú long og sum vituligt er tað svang-
ligt hjá mongum, ti eingin er seiðagreipan
og hvaðna minni tvóstlikkjan at taka til.
Seyðurin, sum gott hevði lívhald í heyst,
sær væl út í hesum lýgja veðurlagnum, ið
verið hevur. Á bygđunum er haki nú
yvurhøvur útborin.
Sluppin »Prosperous«, sum fór út
at fiska her undir oygjunum sunnudagin t.
22. Febr., kom inn aftur dagin fyri fyrra-
dagin. Vegrið hevði verið so baldrandi
alla tíðina, at teir ikki hóvdu fingið roynt
meira enn tvær lótur norðan fyri Viðoynna.
Tó at fongur teirra ikki var meira enn
200 fiskar, var vón um at fiskur var til.
Lýsingar.
Ein brúktur, lítil bileggarovnur keypist.
Jens Olsen vísur á.
Byttur og baljur seljast ógvuliga
bíligt hjá Fr. Samuelsen,
Bððkjari í Havn.
Góðir eikikjalir til stór- og smábátar
seljast fyri lágan prís. A. W. Restorff
vísur á.
Frálíka gott blikktoy
fæst hjá Blikkslágarinum í Havn.
tØF" Lýsingar upptakast í Fóringa-
tíðinđi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyru
hvórt orðið. Av stórri Skrift (corpus) 2 orð
3 oyrur. Enn stórri skriftir kosta 80 oyrur
fyri 1 tumma í hædd.
Prentað hjá „Fære Amtstidendes Bogtrykkeri11. — Blaðstýrari: R. Efferse.