Føringatíðindi - 01.05.1891, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 01.05.1891, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI t Nr. 5- MAI 1891. 2. Ár. Bræv til „Føringatíðindi“. í »Føringatíðindi« fyri februar stóð um eina roðu, sum keypmaður Bærentsen hevði hilđið um okkara vinnuvegir, og mest um hovuðsvinnuvegin, fiskiskapin. Eg bleiv ógvuliga glaður við at síggja hettar og mest við atForingar meiri og meiri leggja dent upá at fáa sær so nógv fiskiskip sum moguligt. Hettar, og so tað, at nógvir Fóringar í fjór skrivaðu til lógtingið um, at maður skuldi hava frítt at fóra skip, uirienn hann ikki hevði tikið stýrumans- examen, men ájavnt sum í Einglandi vísa fyri einari nevnd, at hann er dyggur til at fóra skip, vísur týðuliga, at Fóringar hava hug til at dríva fiskiskapin við meiri og meiri dugnaskapi. Men tann ójavni er millum okkum og teir Donsku útróramenn- irnar, at teir verða hjálptir av ríkiskassanum, við bíligari forsikring av fiskiskútum og uppá aðrar mátar, meðan vit mugu stanđa á eignum beinum. Her í Dannemarki er eit felag, sum ber navnið »Dansk Fiskeriforening«, og hettar felag tekur sær mikið av fiski- skapinum her í Dannemark og roynur at hjálpa Donskum útróramonnum uppá allar mátar. Teir hava leingi hugsað um, attað var nej’ðugt at hava ein skúla fyri fiskarar, so teir kunna blíva so duguligir sum mógu- Iigt at fiska, og fyri at kunna royna seg ímóti teimumEingilskuogTýsku fiskarunum, sum treingja seg inn, hvar teir kunna. Her í Vallekilde er saman við há- skúlanum ein skúli fyri træsmiðir, ein fyri grótmenn (múrarir), ein fyri málarir og ein fyri sjómenn. í vetur eru 9 ungir sjómenn á skúlanum, teir læra her alt, ið hoyrur til stýrimanskunstin, av einum duguligum skipara, sum er lærari her um veturin, men sigiur um summari við skipi sínum. Sum vituligt er, kann ikki komast reiðu- liga langt bert einvetur; men einkultir hava tó tikið eksamen her frá skúlanum; teir flestu koma so langt, at tá ið teir hava verið her ein vetur, so nýtast teir bara at vera eina stutta tíð á einum stýrimansskúla fyri at fáa eksamen. Umframt hettar ganga bæði sjómenn og handaverkarir á háskúlan og hoyra 3 róður hvónn dag. Trier heldur hvónn dag eina róðu um menniskalívið og um, hvussi menniskjan hevur útviklað seg ígjógnum tíðirnar og so um tað sjón, teir fornu norðbúgvarnir hóvðu uppá lívið; tað er nakað aV ti besta, ið hoyrast kann. Poul Hansen heldur eina róðu um norð- búgvarimas danskar, normenns og sven- skarirs sógu, og um kvólđið heldur Valdemar Bennike eina róðu um lond og fólk (geografi). Nú hilđu teir, at einki stað var passa- ligari at hava ein sovorðnan fiskaraskúla, enn her, saman við háskúlanum, álíkt við sjómannsskúlan. Ein nevnd frá »Dansk Fiskeriforening« kom so hegar til at royna, hvussi her var, og teimum líktist so væl á alt ner, at teir við tað sama komu á samt um, at fiskaraskúlin skuldi vera her. í nevndini vóru: keypmaður Bech. sum hevur handil norðuri í Vági, Arthur Feddersen, sum teir Fóroysku útróramenn- irnir, ið vóru niðri á útstilningini i 1888, ivaleyst minnast við blíðum tonkum, ein krígsmaður, kommandór Bonnesen, ein dr. phil. Petersen og ein útróramaður Villumsen. Teir ætla, at fiskarirnir skullu læra at kenna tey ypiisku slóg af fiskum, sum finnast um okkara leiðir, og læra at kenna hvussi fiskanir liva (fiskens naturhistorie). Tað mann vera gott at læra, tí so fær mann at vita, hví fiskurin flytur til bestemtar tíðir, og ein kánn betri vera harri yvur fiski- skapinum, tá ein kennur meiri til fiskins lív, enn hegartil er kent. So skullu teir læra so mikið av stýrimanskunsti, at teir kunna hava gott skil, at finna land aftur, um teir eru langt burtur av leið. Eisini skullu teir læra at kenna sjómerkir og vita, hvar grynnir og boðar eru, og læra at brúka sjókort. So skullu teir eisini læra at brúka termometir til at at mála hitan í sjónum og fiótivegt til at mála saltmúgvuna í sjónum. Av hesum báðum seinastu tingunum hugsi eg, at Fóringar fáa lítið ella einkið brúk, men hini kunnu blíva til stórt gagn fyri teir. Tað man vera so, at teir, sum kunnu taka stýrimanseksamen, ikki altíð eru teir bestu og ágrýtnastu útróramennirnir, tí nógvir av hesum kunnu ikki koma sær framm, tí at teir lítlar og ongar pengar hava til at læra fyri. Nú meini eg, tað kann vera lætligt fyri ungar útróramenn úr Fórjum, at fáa lært so mikið, at teir kunnu fóra skip. Teir kunnu sókja um styrk til at koma á há-

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.