Føringatíðindi - 01.05.1891, Qupperneq 1
FØRINGATÍÐINDI
t
Nr. 5- MAI 1891. 2. Ár.
Bræv til „Føringatíðindi“.
í »Føringatíðindi« fyri februar stóð um
eina roðu, sum keypmaður Bærentsen hevði
hilđið um okkara vinnuvegir, og mest um
hovuðsvinnuvegin, fiskiskapin. Eg bleiv
ógvuliga glaður við at síggja hettar og mest
við atForingar meiri og meiri leggja dent
upá at fáa sær so nógv fiskiskip sum
moguligt. Hettar, og so tað, at nógvir
Fóringar í fjór skrivaðu til lógtingið um,
at maður skuldi hava frítt at fóra skip,
uirienn hann ikki hevði tikið stýrumans-
examen, men ájavnt sum í Einglandi vísa
fyri einari nevnd, at hann er dyggur til at
fóra skip, vísur týðuliga, at Fóringar hava
hug til at dríva fiskiskapin við meiri og
meiri dugnaskapi. Men tann ójavni er
millum okkum og teir Donsku útróramenn-
irnar, at teir verða hjálptir av ríkiskassanum,
við bíligari forsikring av fiskiskútum og
uppá aðrar mátar, meðan vit mugu stanđa
á eignum beinum.
Her í Dannemarki er eit felag, sum
ber navnið »Dansk Fiskeriforening«, og
hettar felag tekur sær mikið av fiski-
skapinum her í Dannemark og roynur at
hjálpa Donskum útróramonnum uppá allar
mátar. Teir hava leingi hugsað um, attað
var nej’ðugt at hava ein skúla fyri fiskarar,
so teir kunna blíva so duguligir sum mógu-
Iigt at fiska, og fyri at kunna royna seg
ímóti teimumEingilskuogTýsku fiskarunum,
sum treingja seg inn, hvar teir kunna.
Her í Vallekilde er saman við há-
skúlanum ein skúli fyri træsmiðir, ein fyri
grótmenn (múrarir), ein fyri málarir og ein
fyri sjómenn. í vetur eru 9 ungir sjómenn
á skúlanum, teir læra her alt, ið hoyrur
til stýrimanskunstin, av einum duguligum
skipara, sum er lærari her um veturin, men
sigiur um summari við skipi sínum.
Sum vituligt er, kann ikki komast reiðu-
liga langt bert einvetur; men einkultir hava
tó tikið eksamen her frá skúlanum; teir
flestu koma so langt, at tá ið teir hava
verið her ein vetur, so nýtast teir bara at
vera eina stutta tíð á einum stýrimansskúla
fyri at fáa eksamen. Umframt hettar ganga
bæði sjómenn og handaverkarir á háskúlan
og hoyra 3 róður hvónn dag. Trier heldur
hvónn dag eina róðu um menniskalívið og
um, hvussi menniskjan hevur útviklað seg
ígjógnum tíðirnar og so um tað sjón, teir
fornu norðbúgvarnir hóvðu uppá lívið; tað
er nakað aV ti besta, ið hoyrast kann.
Poul Hansen heldur eina róðu um norð-
búgvarimas danskar, normenns og sven-
skarirs sógu, og um kvólđið heldur Valdemar
Bennike eina róðu um lond og fólk
(geografi).
Nú hilđu teir, at einki stað var passa-
ligari at hava ein sovorðnan fiskaraskúla,
enn her, saman við háskúlanum, álíkt við
sjómannsskúlan. Ein nevnd frá »Dansk
Fiskeriforening« kom so hegar til at royna,
hvussi her var, og teimum líktist so væl á
alt ner, at teir við tað sama komu á samt
um, at fiskaraskúlin skuldi vera her.
í nevndini vóru: keypmaður Bech.
sum hevur handil norðuri í Vági, Arthur
Feddersen, sum teir Fóroysku útróramenn-
irnir, ið vóru niðri á útstilningini i 1888,
ivaleyst minnast við blíðum tonkum, ein
krígsmaður, kommandór Bonnesen, ein
dr. phil. Petersen og ein útróramaður
Villumsen.
Teir ætla, at fiskarirnir skullu læra at
kenna tey ypiisku slóg af fiskum, sum finnast
um okkara leiðir, og læra at kenna hvussi
fiskanir liva (fiskens naturhistorie). Tað
mann vera gott at læra, tí so fær mann at
vita, hví fiskurin flytur til bestemtar tíðir,
og ein kánn betri vera harri yvur fiski-
skapinum, tá ein kennur meiri til fiskins
lív, enn hegartil er kent. So skullu teir
læra so mikið av stýrimanskunsti, at teir
kunna hava gott skil, at finna land aftur,
um teir eru langt burtur av leið. Eisini
skullu teir læra at kenna sjómerkir og vita,
hvar grynnir og boðar eru, og læra at
brúka sjókort. So skullu teir eisini læra
at brúka termometir til at at mála hitan í
sjónum og fiótivegt til at mála saltmúgvuna
í sjónum.
Av hesum báðum seinastu tingunum
hugsi eg, at Fóringar fáa lítið ella einkið
brúk, men hini kunnu blíva til stórt gagn
fyri teir.
Tað man vera so, at teir, sum kunnu
taka stýrimanseksamen, ikki altíð eru teir
bestu og ágrýtnastu útróramennirnir, tí
nógvir av hesum kunnu ikki koma sær
framm, tí at teir lítlar og ongar pengar
hava til at læra fyri.
Nú meini eg, tað kann vera lætligt fyri
ungar útróramenn úr Fórjum, at fáa lært
so mikið, at teir kunnu fóra skip. Teir
kunnu sókja um styrk til at koma á há-