Føringatíðindi - 01.05.1891, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 01.05.1891, Blaðsíða 4
varð uppaftur tikin. So stóð hann eina ' langa tíð í krambúðini í hesum váta karm- inum og virdi ikki tey, sum bóðu hann fara til hús. Til endan fór hann slorandist út eftir Froðbýjarvegnum. Um kvóldið fann ein maður, sum var á heiði, hann liggjanđi J í einari veit. Hesin maðurin fór tá at biða sær fólk til at hjálpa Mortani til hús, men j fleiri av teimum, sum hann heitti á, vildu ikki koma. Til endan fekk hann hjálp, og teir bóru hann til hús, men hann doyði við tað sama. Nú er sakin fyri skrivarinuin, og væn- tandi er, at teir, sum meinskaðust við at hjálpa, koma til at bota fyri at hava volt manna deyða. Kikhosti hevur í vár gingið inni í j Eysturoy. Hann er nú komin til Havnar og' víða hvar her um vegir. A Viðareiði og »inni í bónums livst út av lagi illa. Tað er nú fáur dagur, at ikki okkurt barn her í Havn doyr av hesu sjúkuni. Til skúlalærara í Kirkjubó sókni er J útnevndur Gullak Jacobsen úr Fugloy. Gularótur næla nógv skjótari, tá ið fræið verður sett á blot í tvey samdógur. Er tá moldin ov vát til at tað kann sáast, ber tað til at goyma tað bloytta fræið í vátum sandi. Skipsfiskifelagið mikla, sum birtist í um Kyndilsmessuna, gjórdíst slíkur brestur av tað fyrstu tíðina. Nú sýnist tað nærum, sum tað kundi verið sovnað burtur. Hettar er so mikið meiri lógið, sum fólk av hesum góða fiskiskapi, í vár hevur verið, mátti fingið betri vón um fiskiskapin enn framman undan. Fóroyskar sakir, dómdar við yvirrættin. Fóroyska góðsbestýrilsið j hevði sókt arvingarnar eftir J. H. Poulsen í Skopum eftir i mórlc innangarðs í Skopum, | sum J. H. P. kannaði sær til óðai, tí at hendan mórkin var fingin honum upp í hendur av kongshaga aftur fyri, at hann setti seg' í Skopum, sum fyrr hevði verið óbygd. Yvirrætturin dómdi arvingunum j jórðina. Fútin hevði sókt skiparin á »Surprise« j eftir lestaafgift, tá ið hon fór til Orkney- oyjanar; men skiparin vildi ikki ganga undir, tí at skipið hevði latið lestaafgift, tá íð tað seinast kom tilFórjar. Yvirrætturin dómdi skiparin at vera frían fyri afgiftina. Lýsingar. Upplýsist: Eitt hvítt hálsturklæði, glo^'mt í Miðvági á Einigheitsferðini í fjor summar og eitt hvítt smábarna 1 ummaturklæði, glovmt fyrra jólatræs- kvoldið í klubbanum. Petra Miiller vísur á. 14 apríl doyði kona mín Marianna f. Toftum, 42 ára gomul, frá okkara 5 livandi bórnum. Staddur á Tvóroyri, 20. apríl i8gi. J. Thomsen (Kvívíks Jógvan). Beinamjól og Guano (fabrikstó) fæst fyri 3 oy. pd. frá N. Olsson við Rættará. Fóroyskar visur seljast hjá H. N. Jacobsen fyri 6 oyri hvórt hefti. Broti steintoy og glastoy límast saman hjá Páll ísaksoni. H. P. Hansen, bðkjari, seljur byttur fyri 1.30, baljur fyri 1.50 og 1.70, 7-potta eiki- kaggar fyri 2 kr.; alt væl og virðuliga gjórt. Hjá D. ísaksoni fæst: Kopallak; spirituslak, svart og litaleyst; politur- og kvistlak; stráhattalak, svart og brúnt; turkilsi til hvíta og aðra máling, Frálíka gott blikktoy fæst hjá Blikkslágarinum í Havn. RilllmlrQ QQin hevur samankoming OJ U.JV.Ul\.clOolIl nú á sunnudag kl. 3 í gomlu fútahúsum. T?/\v»ír»rv>o-Pnlo íy stevnist til saman- r ormgaieiag koming í gomiu fútahúsum annan hvitusunnudag kl. 3. Blaðhaldara, sum flyta burtur, mugu lata Jens Olsen vita av. so at blaðið kann sendast teimum til teirra nýgja bústað. Lýsingar upptakast í Fóringa- tíðindi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyru hvðrt orðið. Av stórri Skrift (corpus) 2 orð 3 oyrur. Enn stórri skriftir kosta 80 oyrur fyri 1 tumma í hædd. »Føringatíðindi« fæst bíliga á óllum posthúsum í Danmarki og Fórjum, um blaðið er bílagt framman undan. Prentað hjí „Færo Aratstidendes Bogtrykkeri11. — Blaðstýrari: R. Effcrsø.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.