Føringatíðindi - 01.06.1891, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 01.06.1891, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI. Nr. 6. JUNI 1891. 2. ÁR. Fóringar og íslendingar. 50 ár herfyri hðvdu Fðringar ogf ís- lendingar ikki meiri viðurskiftir saman, enn utn teir hðvdu verið búsettir fleiri túsund míi frá hvórjum ððrum. Síðani eru teir farnir at koma meiri og meiri saman, — mest av tí fiskiskapi, sum Fðringar dríva uppá uttan um ísland. Nú fara hvort summar nærum eitt túsund fólk av Fðrjum til íslands, mannfólk at fiska við skipum ella bátum og konufólk at virka fisk. Nú í seinastu árinum hava fteiri íslendingar sðkt til Fðrjar um veturin og sýnast at hava funnið seg væl her. Tað er ikki at undrast yvir, um tað gamla orðatakið »frændi er frænda verstur« í summun stykkjum kann brúkast um Fðr- ingar og íslendingar. Tað er ollum kunnugt, at nógvir altingsmenn og aðrir íslendingar hava lagt allar árar um borð fvri at stoyngja Fðringar úti frá útróðri í lslenskum firðum. Tó er tað her, sum ofta hendur, at teir, sum lítið og einki vita um Fóringar og teirra fiskiveiði og atburð í lslandi, hava verið mest ððismiklir. Megin parturin av fólkinum á Eysturlandinum er væl til vins við Fðringarnar, tí teir duga á at skynna, at teir Fðroyski útróðra- menninir hava heldur verið til uppbyggilsi fyri landi. Teir hava verið ti) vinning fyri kommuninar, sum árliga taka fleiri túsund krónur í skatt av teimum; til vinning fyrí bondur, sum teir hava verið til hús hjá, og sum frá teimum hava fingið væl av fiski í andtíð; til vinning fyri handilsmenn, sum teir hava keypt hjá'og avreitt fisk til; til vinning fyri fátækt fólk, sum hevur fingið torskarhðvd, kalvafisk og meiri frá teimum; og til vinning fyri sjálvar teir íslensku út- róðramenninar, sum teir hava elvt til meiri dugnaskap. Hví skuldu Islendingar forða Fðringum at koma og veiða tann fisk, sum harrin seridur at landinum í vvirflóð? Siálvir flyta teir, eitt túsund fyri og annað eftir. til >vesturheims«. Vilja teir tá so fegin, at fiskurjn skal norast upp í firðinum, so at Fransk og Eingilsk fiskiskip skula kunna fáa so mikið betri veiði, tá ið fiskurin fer út aftur? Hvi vilja teir forbjóða at seta langlínur, tá ið royndin sigur, at fiski- skapurin ikki hevur verið verri hesu seinasti árini, tó at línur eru brúktar so leingi ? Mann fiskurin ikki fara og ferðast meiri eftir veðurlagi og æti, enn eftir reglum. sum óvitugur og fákunnugur heilar spinna sær upp? (Niðurlagt.) Um brennivín hevur nú í mong ár mangt verið talað og skrivað í Forjum, sum í oðrum londum, og — um nú fólkatings- maður okkara hevur rætt í, at onnur fólk drekka nógv meiri brennivín enn Foringar — so koma nú oll rættsinnaði fólk her á samt um tað, at nógv brennivín verður drukkið til óiryttu, ja til ógagns og miklan skaða. Summi hava nú tikið seg saman um ikki at drekka brennivín og ikki at geva oðrum tað at drekka; onnur siga: vit drekka enn sum áður og vit bjóða eisini, enn sum áður, okkara vin- monnum at drekka við okkum og frá okkum og — tey gera sum tey siga. ímillum hesar báðar fólkapartarnar ganga tveir aðrir partar, sum hvðr í sínum lagi vil minka um drekkingina. Teir er tað, eg nu vil skriva eitt syndur um. Sumniir siga: »Vit vilja ikki drekka brennivín ella vit vilja ikki meiri enn onkun tíð smakka brennivíns — og teir gera so — »men vit unna ððrum atfáa tað, sum teimum best hugar; tí geva vit teimum eisini brennivín, teir muga sjálvir ansa eftir, hvussi mikið teir drekkac Hetta ljóðar væl, og nógv halda við hesum monnunum. Var tað nú so, at fáur ella eingin drakk ovmikið, kundi hesir menninir haft rætt, líka sum tann maður, ið ikki sjalvur etur kjðt ella smðr, tí honum ikki hugnar tað, men tó bjóðar ððrum at njóta sin lyst av hesum kostum, ti hann veit at tey sjálvi kenna sær magamál. Aðrir siga: »Eg drekki sjálvur brenni- vín, tí eg fái gott av tí, eg kann sjálvur ansa eftir, hvussi nógv eg drekki og komi

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.