Føringatíðindi - 01.06.1891, Page 1

Føringatíðindi - 01.06.1891, Page 1
FØRINGATlÐINDI r Nr. 6. JÚNI 1891. 2. Ár. Foringar og íslendingar. 50 ár herfyri hovdu Foringar og ís- lendingar ikki meiri viðurskiftir saman, enn um teir hovdu verið búsettir fleiri túsund míl frá hvorjum oðrum. Síðani eru teir farnir at koma meiri og meiri saman, — mest av tí fiskiskapi, sum Foringar dríva uppá uttan um ísland. Nú fara hvdrt summar nærum eitt túsund fólk avForjum til Islands, mannfólk at fiska við skipum ellabátum og konufólk at virka fisk. Nú í seinastu árinum hava fleiri íslendingar sokt til Fórjar um veturin og sýnast at hava funnið seg væl her. Tað er ikki at undrast yvir, um tað gamla orðatakið »frændi er frænda verstur« í summun stykkjum kann brúkast um Fór- ingar og íslendingar. Tað er óllum kunnugt, at nógvir altingsmenn og aðrir Islendingar hava lagt allar árar um borð fyri at stoyngja Fóringar úti frá útróðri í Islenskum firðum. Tó er tað her, sum ofta henđur, at teir, sum lítið og einki vita um Fóringar og teirra fiskiveiði og atburð í Islandi, hava verið mest óðismiklir. Megin parturin av fólkinum á Eysturlandinum er væl til vins við Fóringarnar, tí teir duga á at skynna, at teir Fóroyski útróðra- menninir hava heldur verið til uppbyggilsi fyri landi. Teir hava verið ti) vinning fyri kommuninar, sum árliga taka fleiri túsund krónur í skatt av teimum; til vinning fyrí bonđur, sum teir hava verið til hús hjá, og sum frá teimum hciva fingið væl av fiski i andtíð; til vinning fyri handilsmenn, sum teir hava keypt hjá og avreitt fisk til; til vinning fyri fátækt fólk, sum hevur fingið torskarhóvd, kalvafisk og meiri frá teimum; og til vinning fyri sjálvar teir íslensku út- róðramenninar, sum teir hava elvt til meiri dugnaskap. Hví skuldu Islendingar forða Fóringum at koma og veiða tíinn fisk, sum harrin seridur at landinum í yvirflóð? Sjálvir flyta teir, eitt túsund fyri og annað eftir. til »vesturheims«. Vilja teir tá so fegin, at flskurin skal nórast upp í firðinum, so at Fransk og Eingilsk fiskiskip skifla kunna fáa so mikið betri veiði, tá ið fiskurin fer út aftur? Hví vilja teir forbjóða at seta langlínur, tá ið royndin sigur, at fiski- skapurin ikki hevur verið verri hesu seinasti árini, tó at línur eru brúktar so leingi? Alann fiskurin ikki fara og ferðast meiri eftir veðurlagi og æti, enn eftir reglum, sum óvitugur og fákunnugur heilar spinna sær upp? (Niðurlagt.) Um brennivín hevur nú í mong ár mangt verið talað og skrivað í Fórjum, sum í óðrum londum, og — um nú fólkatings- maður okkara hevur rætt í, at onnur folk drekka nógv meiri brennivín enn Fóringar — so koma nú óll rættsinnaði fólk her á samt um tað, at nógv brennivín verður drukkið til ónyttu, ja til ógagns og miklan skaða. Summi hava nú tikið seg saman um ikki at drekka brennivín og ikki at geva óðrum tað at đrekka; onnur siga: vit drekka enn sum áður og vit bjóða eisini, enn sum áður, okkara vin- m o n n u m a t d r e k k a v i ð o k k u m o g f r á okkum og — tey gera sum tey siga. ímillum hesar báðar fólkapartarnar ganga tveir aðrir partar, sum hvór í sínum lagi vil minka um drekkingina. Teir er tað, eg nu vil skriva eitt syndur um. Summir siga: >Vit vilja ikki drekka brennivin ella vit vilja ikki meiri enn onkun tíð smakka brennivínc — og teir gera so—»men vit unna óðrum at fáa tað, sum teimum best hugar; tí geva vit teimum eisini brennivín, teir muga sjálvir ansa eftir, hvussi mikið teir drekkas. Hetta ljóðar væl, og nógv halda við hesum monnunum. Var tað nú so, at fáur ella eingin drakk ovmikið, kundi hesir menninir haft rætt, líka sum tann maður, ið ikki sjálvur etur kjót ella smór, tí honum ikki hugnar tað, men tó bjóðar óðrum at njóta sín lyst av hesum kostum, tí hann veit at tey sjálvi kenna sær magamál. Aðrir siga: »Eg drekki sjálvur brenni- vín, ti eg fái gott av tí, eg kann sjálvur ansa eftir, hvussi nógv eg drekki og komi

x

Føringatíðindi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.