Føringatíðindi - 01.06.1891, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 01.06.1891, Blaðsíða 2
eg onkum tíð at drekka ovmikið, verður tað verst fyri meg sjálvan; men eg vil ikki bjóða oðrum hetta drekka, tí eg kann ikki ansa eftir, hvussi mikið teir drekka; eg vil hvorkin venja teir til at drekka ella verða voldin í, at teir. sum eru vanir at drekka, g'anga (ella liggja) ovfullir«. Hesir mennirnir verða illa kendir av mongum; summi siga, at teir sjálvur vilja njóta tað góða đrekka, menn ikki unna óðrum tað, onnur kalla teir kargar ogteir, sum hava frásagt sær óllum sovorðnum drekka, kalla teir »drekkara«.-----Tó kann tað væl verða, at hesir menn — næst aftan á teimum, sum hvórki drekka ella geva — eru á beinari gótu, sum tíðinar nú eru. Tað er gott og prísiligt at unna og geva fólki tað, sum tey fyrst vilja hava — tá, ið tey hava sítt skil og kunna sitt magamál; men kunna tey ikki tað, gert tú rættari, at tú ansar eftir, hvat tú gevur teimum. Tær dámar sjálvum og tú unnar óðrum eina metti av góðum, róstum kjóti; hitti tú nú ein mann, sum í mangar dagar hevði svóltað (í bjórgum, á lamnum skipi o. s. v.) hevði hann ivaleyst haft hug til at metta seg av hesum góða kjótinum; men mundi tú torað at givið honum tað? Tú hevði væl kvíða fyri. at hann kom at oveta seg. og helđur givið honum ein óbótaðan súpanaspón, ein drílbita ella hvat annað, tú hevði fyri hond, og so vildi tú ikki lovað honum at etið ovnógv isenn. nettupp tí tú unti honum væl. Sjálvur dámar tær sukur og bakkilsi; men tú lovar ikki barnitínum at eta so nógv av tí, sum tað vil, ti tað kennur sær ikki magamál. Nú hugsi eg, at tað gongur einum stórum parti av Fóringum við brennivininum, sum bórninum við sukrinum ella tí ovsvanga manninum við kjótinum, at teir kenna sær ikki magamál; ti ganga so mangir ov- druknir; og ti haldi eg, at teir menn gera væl, ið ikki bjóða óðrum brennivín — sum tiðinar nú eru — um teir so drekka tað sjálvir. Ein rættur maður, sum hevur verið ovdrukkin, harmast inn á seg sjálvan, at hann hevur borið seg so at; menn hann átti at harmast enn meira, tá ið hann sær aðrar ganga fullar og veit, at hann hevur hjálpt teimum til tað; hann hevur kanska givið teimum fyrsta glasið, sum voldi hugin eftir at fáa meiri; ella hann hevur givið piltinum, sum, nú hann er vaksin,r keypur sær tað sjálvur. J. P, Eina ferð læs eg eina sógu um tveir Franskar krígshóvuðsmenn, sum vóru í kríggi í Ruslandi. Tað bar so til, at hesir tveir F'ransmenn vóru blivnir so rúkandi illir við hvónn annan, at teir eftir teirra skikki skuldu »duellera«, t. e.: berjast við hvóssum ella skjóta eftir hvórjum óðrum. Har roynđu nógvir at stilla til friðs; men tað Franska sinnalagið er munur í, hvónn vegin tað vendur — tað hjálpti alt einki: annar skulđi liggja eftir. Tá reisti ein maður seg upp og talaði soleiðis: »Fyri mær mugu tit drepa hvónn annan, um tit vilja; men minnist til, at tit eru Fransmenn og at vit skullu herja á hesa borgina hjá Russarinum ímorgin. Tit eru báðir av okkara viðgitnastu krígsformonnum. Urn tit nú drepa hvónn annan, gera tit stórt svik við okkara móðurland, so at vit kanska tapa slagið av tí sama. Minnist til okkara kæra Franska ríki! minnist til Franka- ríkis krígsæru!« »Tú hevur rætt,« sógdu báðir teir illu menninir, »okkara kæra móðurland mugu vit ikki svíkja. Takk fyri hesu orðini. tú segði í rættan tíð.« Dagin eftir bleiv hart strið. Av Frans- monninum doyði fimtan hundrað, tó vunnu teir at endanum. Báðir hesir hóvuðs- menninir doyðu. Annar var ikki sloknaður, tá ið tað sást, at Fransmonninum stóð vinningur til. Hansara seinastu orð vóru: »Nú doygji eg glaður, tí at eg doygji Frankaríki til nyttu!« Eg havi ofta hugsa, hvussi gleðiligt tað hevði verið, um Eóringar vóru so góðir við Fórjar, sum hesirFransmenninir við teirra móðurland, tá hevði mangt og mikið staðið betri til hjá okkum. Vit virða Fórjar nógv minni, enn tær eru verdar og okkum sjálvar nógv minni, enn vit eru verdir. Fóringar hava hegartil fyri tað mesta verið grund- góðir, ,iarðfórir og tarvuligir; men nú sýnast Fóringar meiri og meiri at venja seg til útlenskar siðir, so at teir verða bleytir bæði til kropp og sál. — Mangur Fóringur krympar seg nú við at drekka eina kalda súpana skál á fastanđi hjarta, tá ið hann fer til arbeiðis á sjógvi ella landi. Nú má tað vera hettar vælsignaða heita drekka, kaffi ella the, til at verma kroppin, nettupp sum tú leggur eld i ein ovn, tó er tað ivaleyst »stákkutur varmi«. — Nú er tað hildið skammiligt at fara til gildi í Fór- oyskum búnað, tó at óll máttu sætt, at hann er líka so prýðuligur og góður í allár mátar sum útlensíc klæðir. Konufólkini hava stórsti parturin gjórt seg til apukattar av stási og fjasi. Alt, tey hava vunnið av hesum, er, at ein partur av teimum lítið duga til annað enn at pinta seg. Ikki kunna tær arbeiða utí, tá ið sólin sær, —■ so blivur anlitið ikki hvítt. Ikki tola tær eitt hvast kavaæl, — tað tekur ov fast. Ikki kunna tær blíva vátar, — so verða tær »forkólaðar«. Og so eru nervar teirra so svakar, at tað er syrgjuligt. Trúskapur og friðaligheit minkar, jú meiri fornir siðir vanvirðast. llar skal annar livumáti til, um Fór- ingar vilja liva væl í Fórjum. Burtur við

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.