Føringatíðindi - 01.06.1891, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 01.06.1891, Blaðsíða 4
hugsa «m, at tað er ringt fyri heilsuna at hava hovđið ov heitt. Mótin má fylgjast fyrst og fremst. Betri hevði verið um born vóru meiri vand við at ganga hattleys og tilkomi fólk legði meiri dent uppá at hava hovuðbúnaðin so svalligan sum moguligt eftir ársins tið, tá fingu tey eisini betri hárvókstur, enn av at apa seg eftir mótinum. Minnistein hava fólk úr Odense heraði reist yvir gróv amtmann Dahlerups. A steininum er at lesa: »Hann dómdi rætt, hjálpti teimum, sum vóru niðurtrykt og hann var virdur av óllutm. FRÁ ÚTLONDUM. Úríslandi frættist við Normansskipunum, sum fóra útróðramenn hegani til íslands, at nógvur ísur skuldi vera á E)’sturlandinum; men tað mann hava verið lygnaris boð; tí so skjótt »Thyra« var farin úr Fórjum á ferð norðan um Ísland, komu hesu skipini aftur og sógdu frá, at tað var av besta summarsvegri við ongum ísi. í Danmarki er politiska stríðið, sum vant hevur verið; tó kanska heldur tolnari. í Einglanđi var nógvur kavi og kuldi um hvítusunnuna. Tíðindi úr Forjum. Veðurlagið hevur síðan krossmessu verið kalt í heilum, mest | i indsamt avT landnorðingi og eystri og 1 fleiri ferðir var kavað í bakka fyri norðan. Hoyneyð hevur verið víða hvar fyri norðan, tí neytinr hava ikki torgað út fyri kulda og heldur ikki hevur so mikil gróður verið, at tey kundu fóða seg í haganum. Tað er ikki sórt av gomlum seyði deytt í armóð og norðantil á íandinum er ivaíeyst helvtin af smálombinum deyð. í fieiri stóðum er nógvur seyður farin fyri bakka av skriðsnjó, á bjórgums í Vestmanna okkurt um hálvt- annað hundrað, hjá bóndanum á kvígjar- l\amri hálvt hundrað eina nátt. Fiskiskapurin hevur, tá ið fólk lievur náað til sjós, verið eftir vónum í frægara lagi. í Vestmanna sundinum er fieiri ferðir fingið nakað væl av sild við nót, og bátar, sum hava haft sild til agns, hava veitt væl. Skipini hava yvír hó'.'ur fiskað væl. L'r ^Suðroy frættist, at »Jeannette« hevði lagt upp 260 skippund av salthski og fleiri av hinum skipinum vóru um sama lagið. NorðanskipiiL hóvdu seinast ið frættist: »Norđlyset« 12, »Delphinen« 16, ^Beautiful Star« 8, »Gauntlet« 12, »Cyclone« um 11 túsund. Ein hópur av franskum skipum hevur verið inni á Vestmanna. Eina náttina hálvdist ein av skipsbátum teirra har á havnini og fýra menn umkomust. Úr Miðvági og Sandavági frættist, at 7 hanđilsmenn hava bótt fyri brennivíns- handíí (20 Kr. hvór) og brennivínið er tikið frá teimum. Ein nógd af útróðramonnum og konu- fólkið er farið til íslanđs við guvuskipinum »Uller« og »Vaagen«. Cfrind hevur fólkið á »Cyclone« verið varugt við á Vágahavi eina nátt um kross- messu. Settur sýslumaður í Vágum, tá ið pápin er sjúkur ella burtur, er exam. juris Joen Zacharias Nielseti. Sett til lærarindu við álmuguskúlan í Havn fyri Johanne Poulsen, sum fór til háskúlan, er Elisabeth Helene Jacobsen. Lýsingar. Eitt reytt hálsturklæði, sum var glovmt f Miðvági i fjor summar, og eitt barnalummaturklæði við reiðum rondum, gloymt í klubbsalinum, goymur Petra Miiller. Stoyptar kaminhurðar eru at selja. Jens Olsen vísur á. Ein 2 ára gomul geit, sum mjólkíir, er at selja. Finsen vísur á. Hvór ein, sum fær 4 nýgjar blað- haldara til »Føringatíðindi« fær eitt blað (tað fimta) fyri einki. Blaðhaldara, sum flyta burtur, mugu lata Jens Olsen vita av, so at blaðið kann sendast teimum til teirra nýgja bústað. Lýsingar upptakast í Fóringa- tíðindi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyru hvórt orðið. Av stórri Skrift (corpus) 2 orð 3 oyrur. Enn stórri skriftir kosta 80 oyrur fyri 1 tumma í hædd. »Føringatíðindi« fæst bíliga á óllum posthúsum í Danmarki og Fórjum, um blaðið er bilagt framman undan. Prentað lvjá „Eær® Amtstiđendes Bogtrykkeri11. — Blaðstýrari: R. Effersø.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.