Føringatíðindi - 01.07.1891, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 01.07.1891, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI. Nr. 7. JULI 1891. 2. Ár. Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið! Tann atburður, sum flei monninum hovdu og enn h ri av Eingilsk-ava i Islandi er !kki at tala um, ikki til at læra gott av. Foringar og íslendingar. (Uppafturtikið.) I Kirkjutíðindi var nú fyri kortum ein vokur ríma um mannin, sum fór niður í givrinarholið í Soltuvík og tók gullmjol undan kvornini, sum ein blind kerling stóð og mól á. Har verður samanlíknað tann ferðin, maðurin gjordi niður í holið, við tær ferðir, ungir Foringar gera til íslands. Ikki soleiðis meint, at íslendingar eru troll, men at gullið, sum vinnist í íslandi, líka so væl sum tað, i vannst í gívrinar- holi, kann volda tí, sum ber tað, vanda. Tað er ofta sagt, at foreldur, ið hava born, sum fara til íslands, illa kenna tey aftur um heystið, tá ið tey koma heim. Tey, sum fyrr vóru friðalig og siðulig í allar mátar, eru blivin óvargalig og fús til alt ilt. Hettar kann nakað vera komið av gullinum, sum tey nú hava fingið upp í hendur, og sum tey hava verið óvand við fyrr. Nógv kemur tó av tí, at fólk lættari nemur ilt enn gott, so at tann, sum er ungur, og kátur og kemur í hóslag við nógvar, sum eru óskikkiligur og svoyandi, skjótt verður líka dánur. Yvir hovur kann tað ikki sigast, at Fóringar læra mikið ilt av íslendingum. Storri parturin av útróðra- monninum, ið fara av Forjum til íslands, eru gott fólk, men ikki fáir eru óvargaligur av tí versta slagnum. Ferðin verður hjá ovmongum begynt við fyllskapi, og so er ikki at undrast yvir, um lívið verður við sama lagið alla tíðina úteftir. Tað eru tí verri ov mangir av teimum Foroysku útróðramonninum, sum lítið virða lóg og rætt, helst tá ið talan er um at skjóta í friðlýstum plássum og annað tílíkt. Sum frá frættist, eru mangir av íslend- ingunum ikki ovdyggir í tann máta heldur. Teir fyrstu Foringar, sum fóru til íslands at fiska, mundi sigla við Eingilskmonnum. at teir drekka sum svín og bera seg at verri enn vill djór, tá ið teir koma uppá land, at teir halda snori og seta linunærri landi, enn teir hava lov til, og gera ófrið við skjóting í friðlýstum plássum; um tað so er seyðurin uppi á landi, so gera teir stundum herverk uppá hann. Tað er sagt — og ivale)rst av sonnum — at ein For- oyskur drongur var við Eingilskmonnum, sum fóru við stórbátinum inn undir eitt feitilendi, logdu at landi, har sum ikki var meiri enn ein smðl rás undir berginum niðast við sjóðarklettin. So mannaðu teir ein part av skorini av og róku 10 geld- seyðir inn í bátin og so til sjós. Sum sogur ganga frá, er tað ikki rættuliga sjáldsamt at okkara kristuligu grannar sunnanfrá gera líknandi herverk í íslandi. Um Foringar enn ikki eru komnir so langt í óvargaligheit sum teirra læru- meistarir, er atburðurin ivaleyst ofta nóg ringur. Tað hevði verið fyri neyðini, um allir rætttonkjandi Foringar, sum fara til | íslands, meiri enn hegartil vildu roynt, ikki aleina at skikka sær væl sjálvir, men eisini at formana sínar landsmenn til at bera seg so at, at góð semja má verða við at ráða millum Foringar og íslendingar. (Niðurlagt.) Barnaheim i Havn. I.anga tíð herfyri hevur verið hugsað um at fáa í lag her í Havn eina goymslu fyri smáborn, sum ikki eru farin at ganga í skúla, so at foreldrini ikki skulla bera ótta fyri teimum, tá ið alt tað vaksna fólkið er í útiarbeiði. Nú er roynt at gera álvara av at fáa hettar í lag og 1450 krónur eru longu komnar saman. Fleiri hava skrivað seg fyri at geva vist um árið — nú 7Q kr. í,alt. Ætlan er at halda ein »Basar« á Olavsoku komandi. Gávur væntast frá »bý og bygdc

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.