Føringatíðindi - 01.07.1891, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 01.07.1891, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI E Nr. 7. JÚLI 1891. 2. Ár. Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið! Foringar og islendingar. (Uppafturtikið.) í Kirkjutíðindi var nú fyri kortum ein vokur ríma um mannin, sum fór niður í givrinarholið í Soltuvík og tók gullmjol uhdan kvornini, Sum ein blind kerling stóð og mól á. Har verður samanlíknað tann ferðin, maðurin gjórdi niður í holið, við tær ferðir, ungir Fóringar gera til íslanđs. Ikki soleiðis meint, at íslenđingar eru tróll, men at gullið, sum vinnist í íslandi, lika so væl sum tað, i vannst í givrinar- holi, kann volda tí, sum ber tað, vanda. Tað er ofta sagt, at foreldur, ið hava bórn, sum fara tii íslands, illa kenna tey aftur um heystið, tá ið tey koma heim. Tey, sum fyrr vóru friðalig og siðulig í allar mátar, eru blivin óvargalig og fús til alt ilt. Hettar kann nakað vera komið av gullinum, sum tey nú hava fingið upp í hendur, og sum tey hava verið óvand við fyrr. Nógv kemur tó av tí, at fólk lættari nemur ilt enn gott, so at tann, sum er ungur. og kátur og kemur í hóslag við nógvar, sum eru óskikkiligur og svoyandi, skjótt verður líka dánur. Yvir hóvur kann tað ikki sigast, at Fóringar læra mikið ilt av íslendingum. Stórri parturin av útróðra- monninum, ið fara av Fórjum til íslands, eru gott fólk, men ikki fáir eru óvargaligur av tí versta slagnum. Ferðin verður hjá ovmongum begynt við fyllskapi, og so er ikki at undrast yvir, um lívið verður við sama lagið alla tíðina úteftir. Tað eru tí verri ov mangir av teimum Fóroysku útróðramonninum, sum lítið virða lóg og rætt, helst tá ið talan er um at skjóta í friðlýstum plássum og annað tílíkt. Sum frá frættist, eru mangir av íslend- ingunum ikki ovdyggir í tann máta heldur. j Teir fyrstu Fóringar, sum fóru til íslanđs j at fiska, mundi sigla við Eingilskmonnum. Tann atburður, sum fleiri av Eingilsk- monninum hóvdu og enn hava í Islandi er ikki til at læra gott av. Ikki at tala um, at teir đrekka sum svín og bera seg at verri enn vill djór, tá ið teir koma uppá land, at teir halda snóri og seta línunærri landi, enn teir hava lov til, og gera ófrið við skjóting í friðlýstum plássum; um tað so er seyðurin uppi á lanđi, so gera teir stundum herverk uppá hann. Tað er sagt — og ivaleyst av sonnum — at ein Fór- oyskur đrongur var við Eingilskmonnum, sum fóru við stórbátinum inn undir eitt feitilendi, lógdu at lanđi, har sum ikki var meiri enn ein smól rás undir berginum niðast við sjóðarklettin. So mannaðu teir ein part av skorini av og róku 10 geld- seyðir inn í bátin og so til sjós. Sum sógur ganga frá, er tað ikki rættuliga sjáldsamt at okkara kristuligu grannar sunnanfrá gera líknanđi herverk í íslandi. Um Fóringar enn ikki eru komnir so langt í óvargaligheit sum teirra læru- meistarir, er atburðurin ivaleyst ofla nóg ringur. Tað hevði verið fyri neyðini, um allir rætttonkjandi Fóringar, sum fara til íslands, meiii enn hegartil vilđu roynt, ikki aleina at skikka sær væl sjálvir, men eisini at formana sínar landsmenn til at bera seg so at, at góð semja má verða við at ráða millum Fóringar og íslendingar. (Niðurlagt.) Barnaheim i Havn. I.anga tíð lierfyri hevur verið hugsað um at fáa í lag her i Ilavn eina goymslu fyri smábórn, sum ikki eru farin at ganga í skúla, so at foreldrini ikki skulla bera ótta fyri teimum, tá ið alt tað vaksna fólkið er í útiarbeiði. Nú er roynt at gera álvara av at fáa hettar í lag og 1450 krónur eru longu komnar saman. Fleiri hava skrivað seg fyri at geva vist um árið — nú 79 kr. i _ alt. Ætlan er at halda ein »Basar« á Olavsóku komandi. Gávur væntast frá »bý og bygd«.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.