Føringatíðindi - 01.07.1891, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 01.07.1891, Blaðsíða 3
komin til manns — hevði ikki boðið gent- unum av, Hann hevði orða um, at ein rættur maður mundi rógva líka skjótt, sum allar 6. Hettar var borið framm fyri tær, og so hóvdu tær bjóðað honum av, — Við róðrinum gekk tað so fyri seg, at stýris- maðurin hjá gentunum á útferðini stýrdi á árina hjá dronginum, so at homlubandið gekk fyri. Slíkt haldi eg vera antin skálka ella buffils atburð. Eg átti ikki at lagt í, hvat ið skrivað var av einum so fáviskutum, sum hettar, ið molmar um »Argjahólm«, tó vildi eg ikki spara hesar reglur, tí eg eri ein av teimum, sum var hjá. Rastur fiskur er góður matur, men ger ógagn innan í urverki. Hettar mátti ein maður sanna, ið farin var at skera tor\r langt burtur frá staðnum. Hann hevði fingið eitt ur upp í hendur frá einum bygdar- manni, og tað var júst dagin fyri komið aftur frá urmakarinum. So tók hann tað við. sær burtur á heiði til at siggja, hvussu dagurin leið. Hann skar væl og leingi, til hann fór at kenna svongd; so hugdi hann at urinum; tí sólin sást ikki. Tað varikki komið so langt framm sum til dogverðatíð; tí fór hann aftur at skera eina lótu. Svongdin bleiv alt sterkari, og so hann aftur at hyggja at hesum góða uri. Tað vísti somu tíð, sum eina lótu framman undan og hevði eisini mist Ijóðið. Hann skakaði tað til at fáa tað aftur á gongd, men ikki bar til, — Um kvólđið fór hann til urmakarin og deildi hann, ti hann hevði bótt urið so illa, at tað ikki kundi ganga aftur í samdógur. Urmakarin tók urið og skoðaði tað innan. sHar er eitt pinkulítið hvitt!«, sigur hann og setur eitt stórt glaseyga óðru meðinni nósina. »Tað er fiskur!«, sigur hann og setur eitt sterkari glaseyga fyri. »Ja, nú síggji eg skilliga, at tað er rastur fiskur.« — Maðurin svór, at hann hevði ongan fisk koyrt í tað. Hann hevði hvórki latið tað upp ella latið nakran annan nomið tað. Hvaðani skuldi tá fiskurin vera komin ? Hettar kunđi urmakarin einki svara uppá, men tók tigandí »fiskin« úr, flýddi manninum urið aftur og lovaði, at nú skuldi tað ganga í heilum. — Eg hugsi tað gongur enn. Xeinast eg frætti, vann tað hitt stóra torn- urið í Havn at ganga (nærum 3 tímar um vikuna) og tað er nóg væl av einum slíkum neyðaradýri, sum ikki fyllur uppi ein vesta- lumma. j Sjáldan varð forvitin fegin. í einum staði í Frankariki kom ein lítil fínt kladdur maður gangandi fram eftir gótuni og sá, ,at eitt pappír var sligið upp á ein av teimum stólpunum, sum gatulygtunar sita á. Hann hevði ikki glaseyguni við sær og kundi tí ikki síggja, hvat ið skrivað ella prentað var á hesum pappírinum, tí tók hann sær fyri at klúgva upp eftir stólpanum. Tá ið hann kom upp ájavnt skriftuna, las hann: »Málað!«. Hann kom sær niður aftur sum skjótast — heldur snópin — men ikki fyrr enn hann hevði reinskað mest alla málingina uttan av stólpanum. FRÁ ÚTLONDUM. Úr íslandi frættist, at fyrri partur av sumri hevur verið mest kaldligur og tur- ligur. ísur er ikki komin at landinum til nakran bága. Fiskiskipini hava yvir hóvur veitt væl. Hjá útróðramonnum á Vestur- lanđunum hevur veiðan verið meiri ymis. Fóringar, sum fóru til Patriksfjórð at rógva út, láta væl at. Á Eystfirðinum hevur lítil fiskiskapur verið herfyri, tó er nú fleiri staðins komin nógd av sild og fiski. Fleiri av Fóringunum hóvdu seinast, ið frættist, fingið meiri enn 100 kr. í part. Telefon (máltráð) er Otto Wathne farin at leggja av Seydishrði yvir Fjarðarheiði og Reyðafjarðardalar til Búðaroyrar í Reyðafirði. Aðrastaðins frá er lítið merkiligt frætt. Alt er friðaligt í óllum londum uttan í Chile. Har er enn sama ringa skilið. Herverk, yvirváld, morð og elđskaði frættist frá hvónn đag. Tíðindi úr Forjum. Veðurlagið var fyrra partin av júni mánaði út av lagi tur- ligt og fyri tað mesta kaldligt. Tó var tað stundum um dagin ógvuliga heitt, har sólin stóð á og lívd var fyri hógættavindi og eysturætt. Otta dagar fyri Jóansóku var so mikið ælaveður, at tað hjálpti væl uppá veltur og gróður yvir hóvur. Har sum væl er dyrkað og jórðin hevur góða tóðu er græsvóksturin í meðal lagið eftir ársins tíð. Græsormurin hevur gjórt ómetu- ligan skaða, mest í undurhaganum og á fornum bø. Syrgjuligt er at sígja mangar líður, sum hesa tíðina eru vanar at vera fagurt grónar og nú eru so bleikar, sum um jóltíðir. Ormur er nogvur á óllum oygjum. Mest skaða hevur hann gjórt á vestur- og suðursíðum og yvir hðvur í óllum stóðum, sum lítið er til av heiðafugli. Fiskiskaparin roá kallast góðurum allar Fórjar. Velting, torvskurður, fjall- gonga og figling hava tama útróðri og ikki hevur altíð vigrað væl, tó er yvir honds nógvur fiskur komin upp á land. Úr Suðroy

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.