Føringatíðindi - 01.07.1891, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 01.07.1891, Blaðsíða 4
frættist tíðliga í júni, at Sunnbýarbátar fvltist av fiski, stundum tværreisur um dagin, 14—17 krónur í part. í hinurn bygdunum var fiskað javnliga væl. Ur Sandoy sigst eisini frá góðum fiskiskapi. Svínoyingar hava íðuliga fingið uppíbátin. ffavnarbátar hava summir troffið væl við mest úti eystur í havi; ein vann eina ferð 33 kr. á snori og ein annar 17 kr. á snori um eini kyrrindir. Skipini hava vunnið væl hegartil; tó væntast fiskiskapurin her við Forjar at minka, so at fiest óll skipini eru útgjórd uppá at fara til íslands. Summi eru longu farin. —- Norðanskipini hóvdu seinast ið frættist: »Delphinen« 400, »Nordlyset« 3qo, »Prosperous« 370, »Gauntlet« 370, »Beautiful star« 260 og »Cyclone« 260 skippund. Lógtingsvalg eru hildin í Eysturoy, Streymoy og Vágum. Her í Havn varð uppaftur valdur: D. Isaksen. í Eysturoy eru uppaftur valdir: Joen Poulsen og I.udvig Weihe og nývaldir: O. P. Effersø og Peter Husgaard (niðri við hús í Syðrugótu). í Norðstreymoy er uppafturvaldur: Óle Jacob- sen og nývaldur S. E. Múller. í Vágum er uppafturvaldur Michel Danielsen og ný- valdur Daniel Niclasen (norð í stovu í Sórvági). Lýsingar. Kapróður verður hildin í Havn sunnudagin 9. avgust, um tað vigrar. Premiur verða útsettar. Cfreinuligari lýsing verður útgivin, tá ið betri er framliðið. N. Andersen. E. D. Bærentsen. R. C. Effersø. Olaf Finsen. Ein kvíga av góðum slagi er at selja. iens Olsen vísur á. 2 ára gamalur tarvur, settur við til at selja, fæst hjá einkini norð í stovu á Glivrum. er betr/ Cri/I R o y n ft, hin viðgitna China-Livs-Elixir Waldemar Petersens i Erederikshavn. China-I.ivs-Elixirur er magastyrkjandi og upplívandi, gevur matalyst og heldur matsmeltingina í ordan. Nógv góð skoðs- mál eru at framvísa frá. doktarum og óðrum, sum hava brúkt hendan Lívs-Elixir. Fæst ikki egta uttan hjá: Tórshavns handilsforeining og J. R. G. Heinesen í Miðvági. Ein og hvór, sum vil hava egta China- Livs-Elixir hyggi væl eftir, at hvórt glasið hevur tað registreraða varuiherki: Ein Kinesari við glasi í hond og firmanavnið Waldemar Petersen og í forseglingini ^ ^ • í grónum lakki. ^' Vit takka hjartaliga óllum, sum hegar- til hava hjálpt til at fáa í lag tað tilætlaða barnaheimið í Havn, bæði teimum, sum hava givið nakað árliga, og teimum, sum hava givið gávur til basarin ífjór, ella peningagávur eina ferð fyri allar. Vit hopa, at fleiri aftur í ár vilja vísa teirra góða vilja við at geya gávur til basarin, sum verður hildin Olavsókudag komandi frá kl. 2 allan dagin, og við at koma til steðar og keypa dúgliga. Jacobine Restorff. 0. P. Effersøv Sigrid Niclassen. Petra Miiller. Fðrj a bóndafelag samTntmSg Olavsokuđag kl. 3 e. m. í gomlu fútahúsum í Havn. T?/\-rnn rvn -Prvl n rv stevnist til samah- Jl 0riIlg3)lGl8ig koming Olavsokg- dag kl. 7 e. m. í gomlu fútahúsum í Havn. Stemmað verður um felagsskipan, lima- gjald o. a. m. Gentur, sum vilja gera bóndaarbeiði, kunnu koma í tænastu á íslandi og fáa 60 krónur um áríð ogskógvar, 4 hjá einum prósti og 2 hjá einum presti. Tær eru bidnar at taka rokk og strá við sær, sum húsbónđin vil betala, og venda sær til Søren Djurhuus (úr Tórsvík) á Golsteinsoyru, Seydisfirði. Skipsfiskifelagið n^TaSst koming dagin fyri Olavsókudag kl. 5 e.*m. her í Havn. Kl. 6 er ætlan at begynna at stemma um lógur, velja stýrilsi o. a. m. Hvór ein, sum fær 4 nýgjar blað- halđara til »Føringatíðindi« fær eitt blað (tað fimta) fyri einki. Prentað hjá ,.1'ærø Amtstidendes Bogtrykkeri“. — Blaðstýrari: R. Efferso.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.