Føringatíðindi - 01.08.1891, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 01.08.1891, Blaðsíða 1
FØRINGATlÐINDI ■ Nr. 8. AV6UST 1891. 2. Ár. Foringar og íslendingar. ^Endað.) Av íslandsferðinum njóta Foringar bæði ilt og gott. — Peningavinningurin er yvir hovur góður, men heilsuspellið er hjá mongum stórt bæði av tí strævna lívi, teir hava á sjónum, og ikki minni av tí óvanda ambæting, teir hava uppi á landi. — Á j sjónum kunna Foringar ikki læra miklan dugnaskap av íslendingum, men í seyða- rókt og enn meiri i neyta og rossarókt sýnast íslendingar at vera longri frammi, so í tann mátan kunna Fóringar læra nakað ; á sínum íslandsferðum. Ivaleyst má tað eisini kallast vinningur, at av hesum ferð- inum verða Fóringar minni heimfóðingar; teir verða meiri sjálvbjargnir og meiri namir fyri andligum lívi. Samanhaldið hevur fyrr verið ov lítið hjá íslendingum, líka so væl sum hjá Fóringum. íslendingar eru tó nú farnir so mikið framm í felags- lívi og sinni fyri »landsins besta«, at Fór- ingar har kunna læra nógv av teimum. Eisini eru íslendingar so mikið framman fyri í at virða seg sjálvan og sítt eigna, at Fóringar har kunna hava gagn av at fylgja teimum eftir, tá ið teir ikki ganga so langt, sum tað uppá spott er sagt um summar íslendingar: »Bara lúsin íslensk er, tola teir fegin skriðan«. Summir duga á at skynna, at teir ikki hava æru av, at teirra forfedrar hava verið tað fremsta fólk í verðini, uttan at teir sjálvur vísa líknandi dugnaskap. Fyri teir íslendingar, sum hava sæð sakina frá óllum síðum, hevur tað verið ein góð troyst at minnast á, hvat ísland og íslendingar hava verið fyrr. Tað hevur hildið mótið uppi, tá ið ísurin er lagstur um landið og hevur stongt útvegir, minkað um gróðurin, so at seyður og neyt eru deyð í túsundtali, táið fiskiloysi hevur ókt um armóðina og eld- goysir úr fjóllinum hava lagt góðar og stórar đalar og flótur oyði; og tað hevur styrkt væl, tá ið sótt og sjúkur hava herjað landið og handilsskuldir og hvónnsmanns armóð hava latið lfttla vón um uppreising. Tann, sum veit um íslanđ og íslenđingar í hesum seinastu 50 árinum, veit at sigafrá, at framburðurin hevur verið stórur. I.at okkum hopa, at Fóringar heldur ikki mugu liggja aftaná. Foringafelag hevði samankoming Ólav- sókudag. Formaðurin greidđi frá, hvat felagsnevndin hevði tikið sær fyri síðan á nýgjárinum. Av tí Fóroysku ABC- bókini var nú prentað eitt hálvt ark og meiri var væntandi so hvórt, sum tíð kundi vera til tað í prentsmiðini. Sum felagið hevði Samtykt á hvítusunni, skuldi bókin nú gerast so mikið stórri, at tað kundi rúmast i henni nókur fá lesustykkir og ein stutt grein um Fórjar — um oygjar, bygdir o. a. m. — Hareftir kom fyri at avgera um eina broyting av felagssliipan, sum D. Isaksen hevði fyrisligið á »trettandi«. ístaðin fyri, at fyrr ein og hvór hevði frítt at geva so mikið og so lítið til felagið, sum honum sýntist og so ofta ella sjáldan, sum honum sýntist, skuldi nú setast fast limagjald, ikki minni enn 25 oyrur hvórt ár. Tað var sagt, at felagið hegartil hevði haft ivaleyst so nógvar peningar, sum nýttist. Ein og annar av liminum hevði latið 10 kr. í senn, og um tað so var fá- tækar arbeiðskonur, so hóvdu tær latið eina krónu; tí kundi tað vera ivingur, um felagið mundi fara at fáa meiri ríkidómi av tí fasta limagjaldinum. Eftir sum felagið ikki átti at stevna so mikið eftir at samla peningar, sum at fáa óll við, sum kunna hava sinni til at fremja tað, ið felagið hevur fyri, mátti væl hugsast um ikki at ræða nakran burtur frá felagnum við ov hógum limagjaldi. 25 oyrur var nógmikið, tí tað var hopandi, at teir, sum nakað eru mentir, Hka sxim hegartil vilja lata meiri, um tað skal koma til at nýtast. Eftir at tað hevði verið talað aftur og framm og frammhildið, at fast limagjalđ gav betri greiðu á hvór ið var í felagnum og hvór ikki, var samtykt at lata nevndina gera útvegir til at krevja limagjald frá nýgjári komandi, ikki minni enn 25 oy. árliga av hvórjum, sum vil vera í felagnum.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.