Føringatíðindi - 01.08.1891, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 01.08.1891, Blaðsíða 3
sum meiri eru til at villa eyga enn til at tæna harranum rættuliga. Um tað so verður haft til skálkaskjól at æra harran við at prýða kirkjuna til brúdleyp ella hogtíðir, ella at samla styrk til tey fátæku við at taka peningar fyri sjong og harpu- spæl í kirkjuni, so mann slíkt vera meiri til forargilsi enn til rætt uppbyggilsi. Tí sigi eg: »I.atið fara alt prál og gyklarí, bæði í innara og í uttara rúmi.« H, H. A. D. spurdi í seinasta blaði av »F6ringatíðindi« um ein hevði lov at skjóta lomviu 3 fjórðingar úr landi. Av tí at spurningurin kom seint til handar, fekk blaðstýrarin ikki svarað við tað sama. Nú má svarast soleiðis; »3 fjórðingar úr næsta landi sýnist ein og hvor at hava frítt lov at skjóta stórfugl alt árið um.« Eftir hesum hava útróðramenn, sum hava verið úti á havið og skotið ikki fyri neyðini at dragsa til hús útstappaðar ro- stúkur fullar av »rostúkuálkum«. Summir halda, at tá ið so er vorðið, nyttar forboðið einki. Jú, tað eigur at hjálpa væl til at fyribyggja, at skjótara í mjorkavegri leggja seg út við lanđoddar at morða niður fíokkar av lomviu, sum ber sild til pisuna; og tó kunna útróðramenn onkumtíð fáa sær lomviu til agns, tá ið teir eru úti á havi. Logtingið sendi i fjor til ríkisstýrilsið bonarbræv frá Forja avhaldsfelag um at fáa styrk til at útgeva eitt avhaldsblað her í Forjum. Nú hevur tingið fingið bræv og aftursvar, at styrkurin ikki kundi játtast, ti at amtmaðurin hevði rátt frá, av tí grund, at Havnar avhaldsfelag ikki kundi sigast frítt fyri, til bága fyri avhalđssakina, at hava roynt at fremja onnur mál, sum hava nert við kommunal og politisk evnir. Ein đunnuungi við 4 veingjum og 4 fótum er sendur til »Foringatíðinđi« úr Nálsoy. Hann sýntist at vera deyður í eggjunum eina viku, áðrenn hann átti at klekjast. FRÁ ÚTLONDUM. Nú er talað og skrivað nógv um at Týska, Eysturríkska og Italiska ríkini hava sligið seg saman, sum tað eitur, at verja um friðin. Russiska og Franska ríkið sýnast av hesum lótum at finna tað fyri neyðini eisini at sláa seg saman ella styðja hvonn annan —, sum vitulígt alt til at verja um friðin. Tó er friðurin ikki meirí álítanđi enn so, at allir partar standa albrynjaðir og at tann, sum heldur seg vera yvirmentan, ikki mann ivast leingi um at leypa á. Groðin er víða hvar um verðina ikki so góð, sum fyrr hevur verið væntað. J Russlandi stendur rugurin út av lagivána- liga, so at komprísir og helst rugprísir longu eru av tí hægsta og væntast at verða stanđanđi við alt árið. Góðseigarin, etatsráð A.Branth, sum hevur sent nógvar góðar mjólkkýr til Fðrjar, mest til bóndafelagið, er snðggliga deyður. Hann var 80 ára gamalur. Kongur og drottning okkara skullu næsta ár hava 50-ára brúdleypshðgtið. Góðir menn í ríkinum ætla hartil at samla inn til eina heiðursgávu. Amtmaður okkara er biðin at taka sær av sakini í Fðrjum. Greinuligari skal frættast í næsta blaði. Tíðindi Úr Fórjum. í júli mánaði hevur yvir hðvur verið gott gróðraveður, so at hagar og bður, sum ormurin hevði av etið, er komin væl aftur fyri seg. Græs- vðksturin er í stððum góður, akranir eru av tí mikla kulda og turki, i vár var, ójavnir. Eplini hava í flest ðllum stððum víst seg at vera vánalig, tó hava tey nú ment seg væl. Heimi á Sandi var urn Jóansðku so ringt harðveður, at eplaveltinar sýntist at vera farnar fyri einki. í stððurn var sanđurin rokin burtur, so at tððan lá ber og aðrastaðins vóru stelkanir so bardir av sandrokinum, at litið og einkið sást omanfyri jðrðina. Tó at nógvar av hesum eplaveltinum eru komnar fyri seg aftur so dánt, var tann skaði, ið hendi, uppá fleiri hundrað krónur. Fiskiskapurin hevur verið av tí besta. Fleiri skip eru farin til íslands, men nðkur royna enn her við Fðrjar. »Delphinen« hevur nú lagt upp 530 skippund. Av sild hava fleiri vunnið væl við nóta- kasti, mest í I.opra og í Vestmannasundi. Upsi hevur verið í stórari nógd víða hvar. og hevur hann fyri tað mesta verið mettur av sild. I Suðroy hava teir fiskað upsa. við nógv av smáum hðggislokki i sær. Grind er sædd fleiri ferðir frá skipi bæði eystan til og vestan til við Suður- oynna. Ein bátur úr Vági hevur roynt at reka grind á đalagrynnnini út eystur úr Sunnbýarendanum. Grind hevur eisini verið sædd á Norðhavinum og 26. júli sást ein stór grind í skopinafirði. Ein nógd av bátum kom til hennara, menn tað var ógjðrligt at fáa rakstur á hana, fyri tann skuld fór hon út suður um Skálhðdda. Fyglingin hevur í ár yvir hðvur givið

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.