Føringatíðindi - 01.08.1891, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 01.08.1891, Blaðsíða 4
lítið av sær. Bjorgini eru illa bygd, sum vera mann av tí seina várkulda og illvegri. Av lunda hevur rættuliga lítið verið fleygað fyrr enn í seinasti tíðini. Tað frættist, at nógv av pisu er sjálvđeytt og tað ætlast at tað er tí, at smásild hevur ikki verið til at forvinna. Hin gamli lundin er væl í holdum, tí meina summir, at hann livur av marflugu- ella krabbaæti, sum ikki gagnast pisuni. Gásarungar eru í summum stoðum stórri og feitari enn vant er, og tað mann helst vera av tí nógva græsorminum. Fleiri ungar eru deyðir av bráðdeyða, sum mann vera av tí, at teir hava óvetið seg av ormi. Kikhostin, sum hevur gingið um mest alt landið bæði norðanfjórðs og sunnan- fjórðs og hevur dripið nógv bórn, er nú farin at batna. Skarlakssjúka er nú farin atganga í I.amba. Kolaverkið í Suðroy. Siðan ritt- meistarin Allan Dahl á sinni royndi at fáa gongd á eitt stórt kolaverk í Suðroy, hevur óll vón um at nakað fór at vera burtur úr, sýnst at vera burtur deyð, inntil í fjór ein franskur maður Marquis de Saint Yves gjórdi kontrakt við jarðaeigamar í Froðba og Trángisvági um at sleppa at dríva kola- verk í stórum. Hann betalti tá 100 kr. uppá mórkina í alt 4800 kr. í ár hevur hann betalt annað slíkt meiri. Ein Eingilskur maður ingeniórgeneral Chesney, sum hevur verið í Suðroy nú fyri kortum til at síggja kolholini o. a. m., letur væl at, so nú kann vera vón um at gongd kemur á. Oliver Effersøe á Tvóroyri hevur full- makt fyri de Saint Yves. 10-krónu fiskifela,gið skuldi hava samankoming dagin fyri Olavsókudag, men av tí, at ov fáir komu til steðar, var stevnt til nýtt móti, sum var hildið sunnudagin, ið var. Felagsskipan var viðtikin og nevnd varð vald. Nevnđarmenn eru: E. D. Bærentsen, Johs. Hansen, konsul, D. Isak- sen, Elieser Jacobsen og A. W. Restorff. Felagið, sum skal nevnast Fórja fiskifelag (Færøernes Fiskeriforening) fer at begynna so skjótt, sum 1000 lutar (10,000 kr.) eru samankomnir. Felagsskipan verður ivaleyst send út viða hvar um landið, so at óll kunna síggja, hvat tey ganga inn til. Nú, ið felagið hevur fingið so góðar formenn, sum flest allir av royndum vita væl um keypmandsskap og skipsfiskiskap, er vón um at peningar skjótt fara at flóta inn. Hegartil hevur ikki verið skrivað meiri ■ enn 360 lutar. Norðoyja doktari Federspil er farin frá sínum embæti við pensión. Hann fór við »Romny« nú fyri Olavsóku. Suðroyja doktari hevrur sókt umat sleppa frá sínum embæti og fáa »vart- pengar«, og fer burtur í 'neyst. Fýrvesins guvuskipið »C. F. Grove«, skipari kpt. Maegaarđ, komhegar 17. júli við tilfari til 3 hús, sum skuldu setast upp á suðurendanum á Nálsoy til teir at vera f, sum skullu byggja fýrtornið j og hús til fyrpassara. Hóvudsfýrið verður sett beint inn av Kábilsundinum, so at tað kann lýsa fyri norðan inn ímóti Mjáanesi og suður yvir havið vestur at Skálhódda og y vir Skopunafjórð norður at Kirkjubónesi. Á borini skal setast eitt minni ljós til at ! lýsa norður ( Nálsoyafjórð. Kappróðurin gekk vánaliga. Tveir I stórir bátar, báðir úr Havn, hóvdu skrivað seg inn, men annar slóg seg frá aftur. j Av smábátum róði 4. Fyrstu premiu, 25 kr., fekk I.udvíg i Dali við 4 Havnar- monnum til róðrar. Aðru premiu, 15 kr., ■ fekk Kristoffer I.arsen við 4 monnum av j Argjum og har um vegir. Áv tí atvegrið var vinđsamt við rættari sjóvarilsku, var málið sett styttri enn ætlað hevði verið. Lýsingar. Eftir ti at eg í c. 1 ár havi brúkt, bæði til meg sjálvan og onnur, tann China-Livs-Elixir, sum verður gjórdur hjá Waldemar Petersen i Frederikshavn, vitni eg, at eg haldi hendan Elixir vera góðan lekidóm fyri ringan matalyst, vikni i matsmeltingini og harav fylgjandi vindum i kroppinum (roping), fyri tiving, vaml og tyngd fyri flatbróstinum. Bittirið er í óllum styrkjandi, og tí ynski eg at fleiri mugu royna tað fyri j slíkar sjúkur og fyri allar ilskur, sum koma av armóð í ymsum pórtum av kroppinum. Hamri á íslandi. Arni Arnason, homopatiskur doktari. Fðrja bóndafelagsasSioU“s j 30. avgust kl. 5 e. m. í gomlu fútahúsum. Hvór ein, sum fær 4 nýgjar blað- halđara til »Føringatíðindi« fær eitt blað j (tað fimta) fyri einki. Prentað hjá „Fær« Amtstidendes Bogtrykkeri11. — Blaðstýrari: R. Efferse.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.