Føringatíðindi - 01.09.1891, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 01.09.1891, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI. Nr. 9. SEPÍEMBIR 1891. 2. Ár. Græsdyrking. Yeðurlagið í Forjum er so vorðið, at græs hevur verið og altíð mann fara at verða hovuðsgroðin, tað sum bóndin má sokja sín mesta vinning av. Og tó vetður græsið so at siga ikki d}rrkað, í alt fall ikki dyrkað soleiðis, sum orðið dyrkað er meint, tá ið talað er um aðra groði. Tað má koma av sær sjálvum, stríðast, bróta seg framm og nora seg, sum tað best kann uttan at bóndin gevur tí gætir, hvussi tað best kann nórast og vinna og kova alskyns lok og illgresi. Er hettar beint? Nei, tað er dólskur pápi, sum letur sítt onkabarn fara fyri vind og vág, og tað er býtlingur, sum tjóðrar sína bestu kúgv á beran gadd. Ein góður pápi roynur at brúka alt sítt vit og alla sínaumhugsan til at ansa eftir onkabarninum, hvussi tað best kann trívast frá fyrst til síðst. Ein dugnaligur bóndi roynur at laga tað so, at tann betsta kúgvin altíð hevur nógv og gott at liva av. — Soleiðis átti Forja bondur at gjórt við græsið. Tað átti at verið teirra onkabarn, sum teir hóvdu allan móguligan umhugsan um, ikki bert tað tíðina, tá ið teir skullu hava nyttu av ti, men allar tiðir frá fyrst til síðst, bæði vetur, summar, vár og heyst. Græs hevur tveir mátar til at nórast uppá. Annar mátin er av fræi og hin mátin er av rótgreining. í Fórjum verður litið gjórt av at sáa græsfræ soleiðis, sum teir brúka í óðrum londum. Tó nórist græsið eisini her hjá okkum nógv av fræ, tí at tað ofta og tíðin verður sligið so seint, at fræið er búnað og dettur av í hoyg- ingini. Rótgreining'in er tó hóvuðsmátin og tann rættasti mátin, sum bóndin mest má royna at styðja, so leingi hann hevur tað gamla veltinga- ella dyrkingalagið. Tá ið bónđin hevur fingið áræði á, at græs nórist við rótgreining, liggur tað beint fyri at royna at ansa eftir, hvussi hann best kann fremja hesa rótgreining. Tað vísur seg tá skilliga, at rótgreiningin gongur best fyri seg um heystið, helst tá ið jórðin verður breidd við góðum myki- tóðum, ella land og annar tóðufrekur lógur verður borin út yvir vóllin. Flesin mátin at nóra græsið er so mikið betri, sum tað besta græsið — hitt fina blaðgræsið, sum Danskarin nevnur Fiorin — nðrist meiri, enn vánalig græsslóg og lok. Breiðslan ger bestu nytturui á jórð, sum ikki er ov forn, tí har fær græsrótin ikki so væl greinað seg fyri mosa og jarðasipan. Um heystbreiðslan er tann besta, ger tað eisini stórt gagn at breiða um veturin framm ímóti várið, men tá ræður tað meiri um at j hava væl brunnin tóð. (Niðurlagt.) Tá ið kongur og drottning okkara næsta ár fara at halda 50-ára brúdleyps- hógtíð, verður tað ein hógtíð, sum verður hildin við gleði um alt landið. Eingin av okkara Dónsku kongum hevur fyrr livað í hjúnalagi í 50 ár, og' eingi hjún hava livað eitt betri samlív til j eftirdómi fyri allar borgara í landinum. Eingin móður nevur við meiri kærleika og' umhugsan uppdrigið síni bóm, enn drottning' okkara; tey eru ti væl kend í óllum lonđum til æru fyri foreldur og fóðiland. Eingin kongur hevur meiri enn kongur okkara haft umhugsan um folkið og eingin hevur meiri enn hann haft hond og hjarta til at hjálpa, har sum á stóð. Tí er tað eyðvitað, at óll í landinum eiga at gera hvór sítt til at gleða brúðar- parið á teirra hógtíðsdegi. Nú hava 69 menn og kvinnur tikið sær fyri at bjóða óllum í ríkinum, stórum og smáum, ríkum og fátækum — hvór eftir sínum evni — at j skjóta saman til eina heiðursgávu, sum í skal vera til áminnilsi um hesa hógtíð og eita »Deres Majestæter Kong Christian den IX’s j og Dronning Louises Guldbryllupslegat«.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.