Føringatíðindi - 01.09.1891, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 01.09.1891, Blaðsíða 2
Tann saman komandi peningurin verður settur fastur fyri aldur og allar ævur, men renturnar skullu verða til okkurt gagnligt endamál, soleiðis sum brúðarparið á teirra hogtíðsđegi vil finna fyri gott. Amtmaður okkara, sum er biðin at taka sær av innsamlingini í Forjum, hevur nú fingið góðar menn á bygd og her í staðnum til at taka imóti gávunum. Tað er væntandi, at nógv kemur saman úr óllum ríkinum og tað er hopandi, at Fóringar ikki verða aftastir, men geva sin part, hvór eftir sínum evni. Tórsliavn, t. I. septembir 1891. Lógtingið hevur í ár nógvar sakir at starvast við og er tað tí væntandi at ting- tíðin eisini verður long. Ein tann størsta lógin, ið fyri hevur verið, er komin frá ríkisstýrilsinum og við- kemur ymsum skattum í Fórjum. Hendan lógin er býtt í tríggjar partar (táttir). Fyrsti parturin sigur, at tollur skal gjaldast av óllum »sterkum« drekka, sum fórt verður til Fórjar, soleiðis: 1) vín, í stórum ílátum 15 oyrur fyri pottin, í smáum ílátum 15 oyrur fyri 3 peglar; 2) brennivín og vínandi (sprit): 8° og veikari i^oyrur fyri pottin, sterkari til 120 25 oyrur fyri pottin og tað sterkasta oman- fyri 12° (sprit) 35 oyrur fyri pottin; 3) ól 5 oyrur fyri pottin. Tollurin fer i ríkis- kassan. Annar parturin sigur, at tann peningur (»lestaavgift<), sum skip, ið koma til Fórjar, nú muga gjalda, skal detta burtur. Triði parturin sigur, at fiska- tíggind skal detta burtur í Fórjum; men so skal ríkiskassin gjalda til Norðoyar prestagjald 1114 kr., Eysturoyar prestagjald 1567 kr., Suðurstreymoyar prestagjald 447 kr., Norðstreymoyar prestagjald 487 kr., Vága prestagjald 734 kr., Sandoyar presta- gjald 280 kr. og Suðroyar prestagjald 707 kr.; tilsamans 5336 kr., sum í hvórjum presta- gjaldi býtast í helvt millum prest og kirkjur. — Somiklar pengar setti l.ógtingið i 1887 tíggindina til at hava givið prestum og kirkjum og var tað roknað eftir tí, sum kirkjunar hóvdu fingið i 30 ár (1855—1884). Tann fimmannanevndin, sum skuldi granska hetta lógútkastið, býttist sundur, størri parturin vildi einkið broyta, men minni parturin (báðir tingmenninir úr Suðroy) vildu l)ro}rta triða partin, so at ríkiskassin skuldi geva tilsaman 5800 kr., sum skuldu býtast ímillum prestagjóldini eftir fólkatali soleiðis: Norðoya prestagjald 686 kr., Eysturoya prestagjald 1346 kr., Suður- streymoya prestagjald 898 kr., Norður- streymoya prestagjald 718 kr., Vága prestagjald 584 kr., Sandoya prestagjald 444 kr. og Suðroya prestagjald 1124 kr. Herav reistist mikið stríð á tingi. tí nú fingu prestar og kirkjur í Norðoyum, Eysturoy og Vágum, nógv minni enn fyrr. So vildu Suðringanir, at prestagjalds nevnd- inar skuldu heinta av skattamonnum í Norðoyum 409 kr., í Eysturoy 314 kr. og i Vágum 304 kr. aftur at til teirra prestar og kirkjur. Ein tingmaður úr Havn vildi hava prestapeningin, 2900 kr., býttan javnt millum prestanar og kirkjupeningin, 2900 kr., býttan so, at tær stóru sókninar fingu nakað meira enn tær smærru: Norðoya kirkjur 425 kr., Eysturoya kirkjur 625 kr., Suðurstreymoya kirkjur 337‘/2 kr., Norður- streymoya kirkjur 412V2 kr., Vága kirkjur 325 kr., Sandoya kirkjur 250 kr. og Suðr- oya kirkjur 525 kr. — Nú leygardagin ið var, vóru alla broytingarnar feldar og lógin viðtikin, sum hon kom inn i tingið; tó var tað skoytt upp í, at teir, sum úr F'órjum fóra brennivín til onnur lond, kunnu fáa tollin aftur rindaðan. So hevur ríkisstýrilsið lagt framrn í tingið útkóst til lógir um seljing av prestagórðum, um styrk til kongs- bóndur, sum bóta garðar ella hús o. fl.; men hesar lógir eru ikki enn komnar til avger í tinginum. Ráðgevarin hevði skrivað til amtmannin, um at fáa lógtingstíðindini stórri enn tey hava verið hesi seinastu árini, so at har eisini \erður sagt frá tí. sum talað verður á tingi. Ti er nú ein maður settur at skriva tað, sum talað verður í ár; men tingið hevur skrivað til ráðgevarin, at tað ikki kann lova, at gera hetta hvórt ár, uttan tað fær peningahjálp til tess. Tingið hevur biðið um pening til skúla á Toftum og sethús til skúlalærarin í Gótu. Suðringar hóvdu upp aftur í ár biðið um at náa at velja fleiri tingmenn; men tann sakin var eisini feld hesa ferðina. Tingmenninir úr Suðroy vildu, sum vituligt var, verja hesa sak; men vóru tó ikki samsintir. Annar vildi hava 20 valdar tingmenn og fýra av teimum úr Suðroy, hin vildi ikki hava meiri enn 16 valdar tingmenn: 2 úr Norðoyum, 4 úr Eysturoy, 2 úr Norðurstreymoy, 4 úr Suðurstreymoy, 1 úr Vágum, 1 úr Sanđoy og 3 úr Suðroy. Eitt annað bónarbræv var úr Suðroy um at fólk hagani ikki skullu noyðast til at móta hjá skrivarinum í Havn. Hettar er avgjórt at senda til ráðgevarin. Skrivarin hevur biðið um at fáa ting- stovuna stórri, so at hann har kan fáa eina minni stovu til at halda ting og hoyra vítnir og sekaði fólk í; og heldur hann, at Tógtingið eisini kundu haft góða nyttu av einari sovorðnari stovu, ella tveimum. Hattar halda tingmenn við; men teir halda tað

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.