Føringatíðindi - 01.09.1891, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 01.09.1891, Blaðsíða 3
ikki verða ráðuligt at geva po miklan pening út, sum nýtist til at byggja ting- stovuna storri og verður tí einkið gjort nú á sinni. Svymjing. Ein svymjingaskúla hava Schrøter og tveir aðrir Hvalbingar begynt nú í summar. Tað var eftir ynskjandi um slíkt bleiv tikið til eftirdomi víða hvar á bygd. í Havn hevur annar lærarin i almogu skúlanum lært piltanar at svymja og nógvir eru komnir væl á leið. Av tí at tað er borið framm fyri blað- stýrarin tey tíðindir, at ein grein um ein lítlan kappróður, sum var her á Havnarvág nakað fyri Olavsoku er komin til soleiðis, at blaðstýrarin hevur bjóðað sær til at skriva hesa grein fyri Kristoífer I.arsen, so má her sigast: Tann umtalaða grein var skrivað, áðrenn blaðstýrarin hevði talað við Kristoffer um sakina. Hon var hvorki frá blaðstýrarinum ^jálvum ella frá Kristofferi. Tann, sum sigur annað, fer við lygnsmannsboðum og hevur fyri neyðini at vera minntur um, at »tann, ið sigur lygn eftir annans munni, fær skomm fyri sín munn«. Tað hevði ikki loyst seg, at geva hesum tvætli gætur, hevði tað ikki harav víst seg fyri neyðini at lata fólk vita, at eingin fær at vita, hvor ið skrivar eitt og annað í »Foringatíðindi« uttan, at tann, sum skrivað hevur, sjálvur vil tað ella sjálvur er atvoldin í tí, at tað kemur út. Gamla Guðrin sendi eina ferð eina grein um skúlan í Kollafirði til »Fóringa- tíðindi«. Ein og annar kunđi halda tað | vera stuttligt at lesa um, hvussi nógvar lekar skúlin hevði — so nógvar, at alt steintoyið, ið kom til Sjóarhanđilin, ikki rakk til at seta undir. Nú herfyri var J kommunalnevndin komin saman tíl móti í skúlanum. Tað bar so á, at tað var ein tann versta áarfórisdag, ið verið hevur. Ti fóru kommunustýrarnir til at hyggja eftir hesum lekum, sum so víða var frætt frá; men teir funnu ongan. Og tó var tað nevnt fólk (pligtarfólk). sum takti skúlan. Óll vita, at nævurtak kann leka eitt synđur í fyrstuni aftaná skerping, harfyri kundi Gamla Guðrin latið verið at frambori slíkt órímuligt skrógg, sum ivaleyst hevur verið ætlað til at niðurseta tann »yngsta smiðin«, l sum var settur til at vera byggmeistari. Hesar reglur mátti eg senda framm, tí eg eru ein, sum er góður við yngsta smið. Ein brævskrivari »1. n.« hevur i »Dimm.« latið til sjónar, at hann er illur um tað, eg skrivaði í seinasta »Føringa- tíðindi« um peningaskramlið í kirkjunum o. a. m. Eg, býtlingur sum eg var, trúi, at kirkjuprýðingin skuldi eitast at vera til at tæna harranum; »1. n.« letur meg vita, at hon er bert til at gleða brúðarparið. Eg havi fyrr trú, at kirkjan átti at vera bert til at tæna harranum í, ogegvilhalda, at eitt hvórt brúðarpar mátti funnið sína bestu gleði í, at harrin verður tæntur rættu- liga og tað haldi eg ikki vera gjórt við at fóra fják og fjas inn i kirkjuna. Hettar er nú mín trúgv, men tað kann vera, at hettar, sum mangt annað, er dimmt fyri mínum eygum; onnur mugu gera ogláta, sum tey halda vera rættast. Tað sigst jú, at ein og hvór verður sáligur av sínu trúgv — um hann hevur nakra. H. Svarta talva er farin. Hon var eitt minnismerki frá fornum dógum. Hon sat uttaná tingstovuni niðri í gongd inntil ting- stovan varð seld. So bleiv non útihýst, men slap at hanga uppi á Kristnastovu. Har hevur hon lorrað nú í mong ár og hevur trúliga borið alskyns tíðindir frá teimum »stóru og klóku« til fólkið •— at siga til fólk, sum dugdu at lesa brævaskrift. Nú, hon var blivin gomul, vilđi eingin ansa eftir henni. Tað var takkalónin fyri langa og trúfasta tænastu. Jú, so er verðsins lón! Nókur ár herfyri tók onnur glas- hurðin niður av vindi og lá og rakst í tún- inum, inntil eg kom og tók hana upp og bar hana til sýslumannin. Hon kom ongan- tíð upp fyri aftur. Mangur hevur borið ótta fyri at fáa svartu talvu í hóvdið, so lasafarin hevur hon verið í mong ár. Nú hon datt niður i sta septembir, vildi eingin taka hana upp. Hon bleiv liggjandi til vanda fyri Havnarfólk, sum skjótt kunđu brótabeinini á henni. Mann nú nókur »svarta talva« koma aftur? Hon verður saknað av mær og mongum óðrum. Kurlufaks. Serur er siður á landi. Tá ið eg var smáđrongur, kom ein gamalur maður úr P. at vitja foreldur míni. Sum siðurin var,

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.