Føringatíðindi - 01.10.1891, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 01.10.1891, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI. Nr. io. OKTOBER 1891. ÁR. Logtingið endaði sítt starv leygardagin tann iq. september. Tingið hevði tá verið saman i 53 dagar og havt 47 tingmotir. Nógvar og stórar sakir hava verið havdar fyri og nógv brov (instillingar) send til ríkisstýrilsi. Seinasta dagin, ið tingið var saman og fiest 611 av hesum brovum skuldu upplesast og játtast av tingmonnum, rýmdu tríggir tingmenn við >protest«, ti formaðurin í motinum framman undan hevði útsett til næsta ár eitt forslag um broyting í »forrætningsordanum« fyrilogtingiíium.Tað helt meginparturin av tingmonnum hann ikki hava rætt til at gera. Tí hovdu 6 tingmenn lagt framm í seinasta moti forskig" um, at tann sakin skuldi vera uppaftur tikin i tí motinum. Formaðurin noktaði fyri tí. Oliver Effersøe, Schrøter og S. E. Miillerrýmdu tí, sum áður er sagt, ognoktaðu fyri at fremja teir instillingar, teir hovdu skriva. Soleiðis vóru 5 brov til rlkisstýrilsi ikki játtaði av tinginum, tó at sakirnar allar vóru avgjordar og játtaðar fyrr. Seinni sigast hjesir instillingar tó at vera undur- skrivaðir og sendir til formannin. I næsta blaðið vil víðari blíva greitt frá teimum sokum, í ár hava verið fyri í lógtinginum. Forisk ABC og stavingabók av Joen Poulsen. Givin út uppá prent av Foringafelag. Tað hevur títt verið sagt, tá ið ein og annar hevur havt á máli, at tað var ov st,ór skomm, at vit Fóringar ikki skuldu duga so mikið sum at lesa okkara eigna mál, at tað ikki var so lætt at læra seg tað sjálvur, tí at tær bokur ella skriftir, ið prentaðar eru uppá Foriskt, eru ov sverar at begynna við, tó undantikin ein partur av »Færøsk Anthologi«, men hon er so dýr, at tey fægstu hava rað til at fáa sær hana. Henda lítla bókin, ið her nevnist, vil bota nakað uppá hettar saknið. Og vón er um, at vit skjótt vilja fáa eina lítla lesingabók afturat. Bókin gevur fyrst uppá Danskt reglur fyri, hvussi bókstavirnir út- talast uppá Foriskt og hareftir koma lott stavingaóvilsir til at vísa, hvussi orðini eiga at stavast í Foriskum. Tað er, sum »for- fattarin« eisini sigur, títt sagt, at tey Forisku orðini ikki kunnu stavast; men tað vísur seg tó at vera gjorligt. Tað er eygvita, at stavingalagið og bókstavljóðið ikki er akkurat tað sama sum í Donskum. Fyri tey av teimum her búsettu donsku, sum hava hug at læra seg at lesa okkara mál, vil henda lítla bókin, tó at tað ikki er annað enn ein ABC-bók, ivaleyst kunna vera ein góð bjálp. Bókin fæst, bundin við góðari permu, fyri 20 oyr. í bókhandlinum í Havn. Vatnbloðrur í seyði. Seyðurin her i Forjum hevur manga neyðina at stríðast við: kulda og illveður, vetur, vár og heyst, oftast hartil svolt ella vánaliga foði. Aftur at ollum hesum má hann pínast av ymsum smádjórum, sum menniskjan átti at vart hann fyri, og tað hevði ivaleyst fmgist í lag, um oll rættuliga høvdu givið tí gætur, hvussi mikkm skaða oll hesu smádjórini volda seyðinum. Av ollum smádjórum, sum hýsast hjá ella í seyði, gera vatnbloðrunar eina minst um seg og mangur veit ikki av, at tær eru djór ella hava lív. Tó eru tær livandi, sum síggjast kann, um tær eru koyrdar í flótt vatn, tí tá rorast tær sum vera vil. Teir lærdu vita eisini frá at siga, at hesar vatn- bloðrur eru ungar av bendilormi, sum livur í involinum hjá hundi. Tað er eisini sjón- ligt, at tann seyður, ið gongur har, sum mestur hundafarvegur er, hevur yvir hovur nógvar vatnbloðrur. Bendilormurin kemur helst í hundanar av tí, at flettingamenn tveita vatnbloðrur eftir gólvinum, har sum hundar eru til reiðar at gloypa teimum. Oll áttu at lagt sær eina við at forkomið vatnblóðrinum, prika í tær ella koyra tær í eldin, menn framm fyri alt ikki lata hundar fáa tær. Tí bendilormur pínur seyðin nógv, og vatnbloðrur gera seyði ikki so lítið mein, súgva sær foði úr seyðinum og tyngja hann og treingja ymsar lutir av involinum og darva teimum í tí, teir hava at gera. Eitt annað slag av vatnbloðrum livur ikki uttan í heilanum ella monini á seyði og forvoldar honurn hovuðsótt. Tær eru ungar av einum smærri bendilormaslag, sum eisini livur í hundinum. Pettir av hesum ormum við eggum í detta út á græsið, so at seyðurin etur tað niður i seg. Hundar, sum kunna ætlast at hava hovuðsótta- bendilorm, átti at verið forgjordir alt fyri eitt.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.