Føringatíðindi - 01.10.1891, Side 1

Føringatíðindi - 01.10.1891, Side 1
FØRINGATÍÐINDI. Nr. io. OKTOBER 1891. 2. Á R. Logtingið endaði sítt starv leygarđagm tann iq. september. Tingið hevði tá verið saman i 53 dagar og havt 47 tingmotir. Nógvar og stórar sakir hava verið havdar fyri og nógv brov (instillingar) send til ríkisstýrilsi. Seinasta dagin, ið tingið var saman og flest oll av hesum brovum skuldu upplesast og játtast av tingmonnum, rýmdu tríggir tingmenn við »protest«, ti formaðurin í motinum framman undan hevði útsett til næsta ár eitt forslag um broyting í »forrætningsordanum« fyrilogtinginum.Tað helt meginparturin av tingmonnum hann ikki hava rætt til at gera. Tí hovdu 6 tingmenn lagt framm í seinasta moti forslag um, at tann sakin skuldi vera uppaftur tikin í tí motinum. Formaðurin noktaði j fyri tí. Oliver F.ffersøe, Schrøter og S. E. Múllerrýmdu tí, sum áður er sagt, ognoktaðu fyri at fremja teir instillingar, teir hovđu skriva. Soleiðis vóru 5 brov til ríkisstýrilsi ikki játtaði av tinginum, tó at sakirnar allar vóru avgjordar og játtaðar fyrr. Seinni sigast hjesir instilíingar tó at vera unđur- j skrivaðir og sendir til formannin. í næsta blaðið vil víðari blíva greitt frá teimum sokum, í ár hava verið fyri í lógtinginum. Forisk A B C og stavingabók av Joen Poulsen. Givin út uppá prent av Fðringafelag. Tað hevur títt verið sagt, tá ið ein og annar hevur havt á máli, at tað var ov s(ór skomm, at vit Foringar ikki skuldu duga so mikið sum at lesa okkara eigna xnál, at tað ikki var so lætt at læra seg tað sjálvur, tí at tær bokur ella skriftir, ið prentaðar eru uppá Foriskt, eru ov sverar at begynna við, tó undantikin ein partur av »Færøsk. Anthologi«, men hon er so dýr, at tey fægstu hava rað til at fáa sær hana. Henda lítla bókin, ið her nevnist, vil bota nakað uppá hettar saknið. Og vón er um, at vit skjótt vilja fáa eina lítla lesingabók afturat. Bókin gevur fyrst uppá Danskt reglur fyri, hvussi bókstavirnir út- talast uppá Foriskt og hareftir koma lott stavingaovilsir til at vísa, hvussi orðini eiga at stavast í Foriskum. Tað er, sum »for- fattarin« eisini sigur, titt sagt, at tey Forisku orðini ikki kunnu stavast; men tað vísur seg tó at vera gjorligt. Tað er eygvita, at stavingalagið og bókstavljóðið ikki er akkurat tað sama sum í Donskum. Fyri tey av teimum her búsettu donsku, sum hava hug at læra seg at lesa okkara mál, vil henda lítla bókin, tó at tað ikki er annað enn ein ABC-bók, ivaleyst kunna vera ein góð hjálp. Bókin fæst, bunđin við góðari permu, fyri 20 oyr. í bókhanđlinum í Havn. Vatnblóðrur í seyði. Seyðurin her i Fórjum hevur manga neyðina at stríðast við: kulda og illveður, vetur, vár og heyst, oftast hartil svólt ella vánaliga fðði. Áftur at óllum hesum má hann pínast av ymsum smádjórum, sum menniskjan átti at vart hann fyri, og tað hevði ivaleyst fingist í lag, um óll rættuliga høvdu givið tí gætur, hvussi miklan skaða óll hesu smádjórini volda seyðinum. Av óllum smádjórum, sum hýsast hjá ella i seyði, gera vatnblóðrunar eina minst um seg og mangur veit ikki av, at tær eru djór ella hava lív. Tó eru tær livandi, sum síggjast kann, um tær eru koyrdar í flótt vatn, tí tá rórast tær sum vera vil. Teir lærdu vita eisini frá at siga, at hesar vatn- blóðrur eru ungar av bendilormi, sum livur í invólinum hjá hundi. Tað er eisini sjón- ligt, at tann seyður, ið gongur har, sum mestur hundafarvegur er, hevur yvir hóvur nógvar vatnblóðrur. Bendilormurin kemur helst í hundanar av tí, at flettingamenn tveita vatnblóðrur eftir gólvinum, har sum hundar eru til reiðar at gloypa teimum. Oll áttu at lagt sær eina við at forkomið vatnblóðrinum, prika í tær ella koyra tær í elđin, menn framm fyri alt ikki lata hundar fáa tær. Tí bendilormur pínur seyðin nógv, og vatnblóðrur gera seyði ikki so lítið mein, súgva sær fóði úr seyðinum og tyngja hann og treingja ymsar lutir av invólinum og darva teimum í tí, teir hava at gera. Eitt annað slag av vatnblóðrum livur ikki uttan í heilanum ella mónini á seyði og forvoldar honurn hóvuðsótt. Tær eru ungar av einum smærri bendilormaslag, sum eisini livur í hundinum. Pettir av hesum ormum við eggum í detta út á græsið, so at seyðurin etur tað niður í seg. Hundar, sum kunna ætlast at liava hóvuðsótta- bendilorm, átti at verið forgjórdir alt fyri eitt.

x

Føringatíðindi

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.