Føringatíðindi - 01.10.1891, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 01.10.1891, Blaðsíða 4
úr Russlandi, uppá tað, at ikki hungur skal verða har í ríkinum. Tiðindi úr Fðrjum. Fiskiskipini her fyri norðan hava nú oll givið uppat fyri í ár. Veiðan hevur yvir hðvur verið betri, enn nakar veit frá at siga og fiskaprísurin hevur verið í hægra lagi, so at vinningurin verður stórur. »Beautiful Star« hevur lagt upp 495, »Nordlyset« 556 og »Delphinen« 682 skippund. Fallin er Ole Jacob Zachariassen av Sondum. Flann hevði verið við einum oðrum dreingi ogtikið nátaungar undir Lýrabergs- hálsi. Flann var nærum liðugur til at fara til hús, tá ið honum barst á og hann fall, har sum var okkurt um 100-favna berg. Ein maður í Skúoy, Jákup í vætthóli, var nú fyri kortum við konuni úti í hoygj. Konan sá hann fara oman at bakkanum, og tá ið hon ikki sá liann aftur, fór hon at saknast eftir honum. Hann varð tá funnin niðri á helluni meinslaður og hálv- deyður. Bátur skuldi fari við honum til doktarin; men hann doyði á vegnum. Grind hevur verið sædd av einum báti úr Lamba ein dagin mitt í septembir. Ein doglingur varð dripin í Hvalba 27. avgust. Vegrið hevur mest verið út av lagi vætusamt, so at groðin er illa farin. Fiskiskapurin hevur eftir ársins tíð yvir hovur verið góður, tá ið tað hevur vigrað. Doktari til Norðoygjar sigst at vera væntandi við »Lauru« í november. G á t a. Hvussi nógv hevur tað kostað Havnar kommunu, at Vágaprestur læt drepa »darvin«? — i—e. Lýsingar. Eitt konufólkaur, lítið brúkt, er at selja. Jens Olsen vísur á. Blaðhaldarir, sum flyta, mugu sigafrá. F'ørisk A B C og stavingabók fæst bundin við góðari permu i bókhandlinum 1 Flavn fyri 20 oyr. Gott stúkuvadmal keypist. Jens Olsen vísur á. Ein geit er at selja, bílig. Finsen vísur á. Ein tro í Havn er at selja. Jens Olsen vísur á. Eitt gamalt 8-mannafar er at selja. Jens Olsen vísur á. Eitt konufólka turklæði er gloymt elH umskift í gomlu fútahúsum á Olavsóku. I snikkarastovu vísist á. F?in koparklinkaður skipsstórbátur er at selja. Jens Olsen vísur á. Fiskiskip og farmaskip bjóði eg mær til at smíða væl og virðuliga. Nú ið eg eri væl lærdur, havi eg sett meg niður sum skipsbyggjari her í staðnum, sum arbeiðslón, skattur og allur livimáti er bíligari enn í stórum stóðum. Tí troysti eg at bjóða landsmonnum mínum góð skip til lægri pris, enn aðrir skipsbyggjarir. Greinuligari frættist í brævi frá Z. T. Jacobsen, (av húsuni í Havn , Troense, Taasinge. Hesu seinasty tvey árini havi eg brukað Waldemar Petersens China-Livs-Elexir. Eg veit ongan so góðan magabittur, tí troysti eg mær eftir eignari roynd at ráða mínum landsmonnum at keypa og brúka henđan bittur fyri allar magasjúkur og óllum vikni í matsmeltingini, tí tað er sagt av sonnum, at »fyrsta vilkorið fyri lukku, bæði hjá ungum og gomlum, er ein góð matsmeilting«. Eg havi roynt mangar aðrar magabitturar (Arcana), men eingin hevur komið hesum nær. Sjónarhól á íslandi, 18. Febr. i8gi. L. Pálsson, doktari. Hvór ein, sum fær 4 nýgjar blað- haldara til »F'øringatíðindi« fær eitt blað (tað fimta) fyri einki. »Føringatíðindi« fæst bíliga á óllum posthúsum í Danmarki og F'órjum, um blaðið er bílagt framman undan. Prentað hjá ,,Færø Amtstiđendes Bogtrykkeri“. — Blaðstýrari: R. Effers®.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.