Føringatíðindi - 01.11.1891, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 01.11.1891, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI ■ Nr. i i. NOVEMBER 1891. 2. Ár. Logtingið. í ár var tann longfsta tingtíð, nakar minnist. Mangt er avgfjort og enn meira hevur verið haft á lofti í tinginum í ár. Umframt tær sakir, áður eru nevndar, vilja vit her nevna: Sakina um seljing av presta- gorðum komonganveg; tað varð so logið, at summir táttarnir (§§) í henni duttu burtur í heilum líki, tí ov fáir »stemmaðu«, grun- din hertil mundi vera, at nakað kom inn í teir fyrstu táttarnar, sum ikki líkaði teimum, ið fegnast vildu hava garðanar seldar. Eina sorlaða lóg kundi tingið ikki biða stýrilsið um at fremja; men so sendi tað brotini til ráðgevarin eg bað liann um at smíða tey saman aftur til eitt nytt útkast, og senda tað aftur til tingið næsta ár. Sýslumaðurin í Sancíoy hevði í fjor biðið um pening til at gera nýja jarða- bók fyri sít sýssul og nú hevur skrivarin biðið um at fáa nýgjar jarðabókur fyri allar Fórjar. Állir, sum hava roynt at fáa jarðabróv tingborin, vita, at tær gomlu jarðabókurnar ofta eru vitleysar. Tingið ræður tí til at fáa tær umskrivaðar og bóttar, og hevur skrivað til rágevarin um, at peningarnir, sum ganga til hetta starvið, skulu roknast upp í tann pening, sum gongur til at seta nýtt markatal á Fórjar. Fisini hevur tingið biðið um eina nýgja lóg, sum ger tað lætt fyri teir, ið ikki uppá annan máta kunna vísa ognarrætt til sina jórð, at fáa ógnardóm til hennara. I.ógevni er gjórt um, at sóknarnevndir og lógting skulu kunna seta reglur fyri kraíklinga- og øvutaking. Fógevni er gjórt um skúlalærarar, sum av sjúku ella elli mugu geva seg frá, skulu fáa eftirlón (pension). Til at fáa pening hertil, skulu lærarirnir sjálvir geva i kr. av hvórjum hundrað, teir fáa í lón um árið, sókninar annað slikt, og ríkiskassin so mikið, sum lærarinir og sókninar til- saman. Vestmenningar hava sent ráð- gevarinum bónarbræv um, at teirra sókn kann sleppa at vera eitt felag (ein kom- muna) fyri seg sjálvan, leys burtur frá hinum sóknunum í Norðurstreymoj". Hettar hevur tingið rátt ráðgevarinum til at játta. Til lanđvesinskommissiónina vóru valdir: Fyri Norðoyja sýslu: Fastir limir: Jacob Joensen, Gerdum; Flias Petersen, Hattarvík. Tiltaksmenn: Jacob Petersen, Viðareiði; Niclas Andreasen, Kunoy; Simon Just Sørensen, Húsum; Samuel Jacob Ja- cobsen, Oyri. Fyri Eystroyja sýslu: Fastir: J. L. Weihe, Selátri; Peter Husgaard, Syðrugðtu; tilt.: I.udvig Weihe, Sólmundafirði; Peter Poul Joensen, Gjógv; Joen Rasmussen, Gótueiði; Peter Nielsen, Heiðinum. Fyri Streymoya sýslu: Fastir: Bærent Vang, Ivalbak; Ole Jacobsen, Kvívík; tilt: Johan Simonsen, Velbastað; Peter Chr. Johannesen, Prestlá; Bærent Johannesen, Tornnesi; Joen Pauli Olsen, Kvalvík. Fyri Vága sýslu: Fastir: Daniel Niclasen, Sórvági; Ludvig Petersen, Sanda- vági; tilt.: Joen Joensen, Miðvági; Jens Pavli Heinesen, Sandavági; Daniel Pauli Danielsen, Miðvági; Ole Jacob Guttesen, Bø. Fyri Sandoyja sýslu: Fastir: Ole Johannesen, Húsavík; JohanMichaelHentze, Tróðum; tilt.: Trond Petersen, Skálavík; Clement Poulsen, Skopum; Thomas Dam, Húsavík; Daniel Olsen, Sandi. Fyri Suðroyja sýslu: Fastir: P. H. Dahl, Vági; J. H. Schrøter, Hvalba; tilt.: N. Nolsø, Marknoyru; M. Mortensen, Ørða- vík; O. M. Nielsen, Hvalba; Daniel J. Fr. Danielsen, Sumba. Til Yvirlandvesinskommissiónina vóru valdir: Fastir limir: H. C. Joensen, Miðvági; O. P. Effersø, Thorshavn; Ole Jacobsen, Dali; J. C. Djurhuus, Klaksvík. Tiltaksmenn: Johannes Petersen, Kirkjubø; Peter Mohr, Hoyvík; S. E. Miiller, Tórs- havn; R. C. Effersø, Tórshavn. Havnarprestur hevði rátt til at fáa eina nýgja fáttilóg. Eitt útkast, sum ein ting- nevnd hevur gjórt, er goymt til næsta ár. Av »ókonomik fond« er í ár givið; til eina brúgvíLejnum 150 kr., til stóðinar í Húsavík og á Skarvanesi 37 kr. og 20 kr., til lendingina »úti í bu« við Norða- gðtu 20 kr. 80 o., til eina stáltráðslínu til at draga bátar upp við í Víkarbyrgi 20 kr. Nýj kyrkja verður næsta summar bygd á Viðareiði. Nýtt lógevni er gjórt um at teir, sum infóra fiskiskip til Fórjar, skulu ikki veita tann pening, sum eftir lógini verður veittur fyri onnur skip, sum keypmenn keypa sær til handar.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.