Føringatíðindi - 01.11.1891, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 01.11.1891, Blaðsíða 3
burð, gittu, at tað var ti, at hann í fleiri ár hevði gingið við einum bispi í vinstrini*). Nú visti eg, hvat eg vildi, og eftir sum eg halđi tað vera synd, at ikki alla systrar mínar sum skjótast skulu fáa hettar at frætta, fari eg at seta tað í »Føringatíðindi«. Vinsamuliga Illa Billa. Gággur, ella kúðungar, verða fyri tað mesta ikki fiskaðar í Einglandi við sama reiðskapi, sum her í Forjum. Teir bregda ikki fiskarhovd uppá linuna, menn hava storri ella smærri meisir, sum teir knýta ymisligt slógv niður á. Meisin verður gjord á línuna við trimum ella fýra teymum so at hon ikki skal hálvast, og tað er passa- ligur bugur í nótini, so at gággunar íkki kunna detta burtur úr. Til viðfer í meisini kann brúkast tjoraðar jarngjarðar ella ringar av galvaníseraðum tráði. Nótin má helst barkast væl og đruknast í linolju (fernis) ella tjorast. Hesin reiðskapurin er dýrari at fáa í lag; men hann oyður ikki so nógva tíð og tað kann fiskaSt væl við honum, har sum djúpt er, um vegrið er ruskut. Hartil kann brúkast til agns, garnar, vil ella okkurt annað slógv, sum er fyri hond. Javnt býtt ella oyra fyri skegg. Nú eru mong ár liðin, síðani tað barst | á, at ein ungur Islendingur, sum her skal sigast frá, kom niður tíl Kjóbinhavn. Hann æt Bjorn og væl mundi tað navnið hóska honum; tí hann var stórur og sterkur, og skorturin prýddist ella nærum fjaldist av einum ramligum, gulum skeggi. Bjórn átti ein farbróður í Kjobinhavn, sum hýsti honum tað tið hann var har í staðnum. Sjálvsagt var hin gamli so blíður og vinar- ligur við bróðursonin, sum hann vera kundí. Hann sýnđi honum alt sjáldsamt og mar- kotlugt, sum var at sígja í tí Danska konga- staðnum. Bjorn gekk tigandi míllum alt og hirdi ikki at kasta eygunt at nókrum. j Hettar helt hin gamli vera logið og alt meiri bilsin bleiv hapn, tá ið hanp, sum tíðin rann, sá, hvussí spakur og skrámu- lígur hin ungi varð dag frá degi. Tí sigur hann ein dagin; »Hvussu ber tað til, at tú ert vorðin eín slík beinastúka?« — Bjórn skultraði sær í stólinum: »Ikkj veit eg.« »Ert tú sjúkur ella leingist tær heim aftur?« — »Ja, eitt sindur av báðum *) Her má sigast, at Chinamenn ikki eru skaptir innan sum neyt, men sum annað fólk. Teir liava ikki vinstur, men einans hýd ella sekk, sum kallast magi. Blaðst. slógum.« — »Stutleika tær her, sum tú vilt, her mátti verið nóg skemtuligt.« — »Ikki ber til, tí eg havi ongan at glímast við. Eg havi nú verið her í tvær vikur og eri ongantíð sloppin til at taka tók.« —- »Ey, eya meg! er tað soleiðis vorið, so er bót á bórði. Kom tú við mær út at ganga í kvólđ.« —• Nú kviknaði hin ungi við. Um kvóldið fóru báðir av stað og stedgaði uttanfyri einar dyr, har sum slagt- arir og aðrir tilíkir jassar sótu inni og drukku. »Gakk nú inn,« sigur hin gamli, »og bjóða teímum av.« Bjðrn ger so, meðan farbróðurin stendur uttanfyri og lurtar og hugsar nakað soleiðis við sær: »Statt nú væl og manniliga, blóðug verður gótan!« Ein lóta er umliðin, so kemur buldur í, og áðrenn hin gamli veit av, sær hann kroppar koma boltandi út úr durinum, summir eftir hðvdinum og" summir tví- bugtaðir. Aftast kemur ein, errin og bringu- brattur, men heldur snákutur um annan vangan og við blóði drívandi niður eftir hálsinum. »Anskotin! Bjórn, hvussi er tú vorðin? Hvat hevur tú gjórt við skeggið á tær?« — »Tað er slitíð burtur; ein av slagtarinum læsti báðar hendur í tað og skræddi alt sín veg; men trúgv tú mær ! hann slapp ikki ómarkaður. Tá ið hann tók í skeggið á mær, treiv eg um annað oyrað á honum og her er tað!» í sama viðfangi stingur hann aðra hond niður í lumman og rættur so eitt slagtara oyra upp fyri nósina á farbróðuri sínum, og mundi tað vera honum líka dámligt, sum hevði tað verið eitt snúshorn. Eftir 'nettar tykti Bjórni vert at vera nakrar dagar enn í Kjóbinhavn. í ein hólm, hvará æðuvarp er, vóru nú í vetur lcomnar nógvar rottur. Bóndin, sum átti hólmin, slepti ti 2 kattar út í hólmin at eta rottunar, Hettar gjórdu teir trúliga; men tá ið teir skuldi verða tiknir aftur, fekkst ikki meiri enn annar. Hin legðist í eina ur og fóddi seg av alskyns fugli. Hvórki æður ella ternur ella tjaldir tordi at reiðrast á hólminum. Æðunar svumu uttan um og kagaðu uppá land, men tordu ikkj longri. 8 đagar fýri Jóan- sólcn heyði ein drongur fyri góða lón lagt seg út í hólmin um náttina og tað lukkaðist h.onum at skjóta hendan óvarga útlógu fress. Tá fórn allar tær æður upp at verpa, sum ikki vóru rýmdar burtur við alla. Frá útípndum er lítið merkiligt frætt uttan at Parnell, ein hóvuðstingmaðurin úr írlandi, er deyður, og at Boulanger, sum herfyri hevði nærum mesta veldið í Franka- ríki, hevur forgjórt sær sjálvum.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.