Føringatíðindi - 01.12.1891, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 01.12.1891, Blaðsíða 1
FØRINGATlÐINDI. Nr. 12. DECEMBER 1891. 2. Ár. Jóla-Sálmur. Lag: Stille Nat, liellige Nat! »Gleðilig jól! Gleðilig jól!« Ljóðar af himli eingla-lag, »Armi syndari, óttast ei nú, Gleði-boðskapin hoyrir tú: J: Jesus er føddur í dag«. :j Faðir vár! Faðir vár! Hogt tó tú á himli býrt, Ikki gloymdi tú barnið titt, Elskaði syndiga hjarta mítt. |: Verði um ævi tær dýrd. :j Frelsari mín! Frelsari mín! Náði tín er mítt skjól. Paradis-portrið er opnað mær; aldri kann eg fulltalcka tær |: Fyri gleðilig jól. : F. P. Græsdyrking. (Uppafturtikið.) Hundrað ár herfyri vistu fáir av bónđr- unum í Danmarks landi um at sáa græsfræ, og nú hevur helst eingin av teimum annað enn sáað græs á sínu akurjórð. Oll dyrk- ingin gongur út uppá at útrudda allar græsrótur, alt lok ella illgresi, so at tann groði, ið dyrkað verður, kann sleppa at stanđa einsumóll á veltini. Tann dugtia- ligi bóndin, sum best kann fáa hettar í lag, hevur stóran vinning av, at hann við at sáa reint og gott fræ altíð til fulnar kann ráða yvir, hvat slag av gróði, ið vaksa skal. Græsróktin í Danmarki hevur fingið ómetuligan framburð, síðan bóndur eru farnir at leggja dent uppá at vita, hvórji græs- slóg ið gagnast neytunum best og hvórji græsslóg ið kunnu geva mestu gróðina á ymsum slógum av jórð. Tað verður eisini fyri neyðini her í Fórjum at ansa eftir, hvat slag av græsi gevur mest og best hoygj. Neyt liva sjón- liga ikki so væl av nýlendi hoygji, sum er fullt av sýrileggjum og óðrum ruski, ella av forna hoygji, sum mestu parturin er steyrgræs, snallu-bjallur og tílíkt, eiheldur av mýruhoygji, sum er fullt av sóljuruski, sum tey liva av hoygji, sum er vaksið á góðari vældyrkaðari jórð. Tað grova fræ- græsið, sum so nógv plagar at vera av í træð- J arhoygji, er hálvvánaligt fóðievni. Haraftur ímóti er væl hoygjað krókja og smæra betri enn nakað annað hoygj. Veit bóndin fyrst, hvórji græsslóg geva | honum mest og best hoygj, so má hann royna at brúka tann gjórligasta dyrkinga- mátan til at æla hesu græsslógini upp. i Hegar til hevur tað her í Fórjum mest verið kornveltingin, sum hevur verið hildið fyri hóvuðsráðið til at nóra um tað góða græsið. Tó mann tann tíð ikki vera langt burtur, tá ið tað fæst í lag at æla gott græs upp við epla- og rótavelting; men hartil krevjist, at jórðin verður hildin rein i fyri illgresi og reint og gott græsfræ verður sáað ella góð græsrót verður plantað í veltina. Við flagvelting ella tvórvelting verður tað mest tað góða græsið, sum nórur seg, J helst tá ið jórðin ikki er ov forn og tá ið akurin ikki er ov tjúkkur, so at hann kóvur tað góða græsið. Skjótast fæst nógv og reint græs, tá ið flagið er grivið smalt og ikki ov tunt. Tá slær græsrótin best ígjógnum í samankomingini, kornið matast | betri og fær stinnari legg, men verður tó ótættari, so at tað ikki kóvurgræsið. Vid líkliga flagvelting vil tað sjáldan vera fyri neyðini at sáa græsfræ aftur í. Við reinavelting ber tað oftari á, at græsið kóvist, tá ið áskotið er nóg nógv fyri kornið. Tá vil eisini illgresið taka meiri yvirhond, so at tað er nógv stríð við at lúka akurin. Av tí, at græsið er so mikið kóvt, er tað skikkur, ikki at sláa

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.