Føringatíðindi - 01.12.1891, Side 1
FØRINGATlÐINDI.
Nr. 12.
DECEMBER 1891.
2.
Ár.
Jóla-Sálmur.
Lag: Stille Nat, liellige Nat!
»Gleðilig jól! Gleðilig jól!«
Ljóðar af himli eingla-lag,
»Armi syndari, óttast ei nú,
Gleði-boðskapin hoyrir tú:
J: Jesus er føddur í dag«. :j
Faðir vár! Faðir vár!
Hogt tó tú á himli býrt,
Ikki gloymdi tú barnið titt,
Elskaði syndiga hjarta mítt.
|: Verði um ævi tær dýrd. :j
Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín er mítt skjól.
Paradis-portrið er opnað mær;
aldri kann eg fulltalcka tær
|: Fyri gleðilig jól. :
F. P.
Græsdyrking.
(Uppafturtikið.)
Hundrað ár herfyri vistu fáir av bónđr-
unum í Danmarks landi um at sáa græsfræ,
og nú hevur helst eingin av teimum annað
enn sáað græs á sínu akurjórð. Oll dyrk-
ingin gongur út uppá at útrudda allar
græsrótur, alt lok ella illgresi, so at tann
groði, ið dyrkað verður, kann sleppa at
stanđa einsumóll á veltini. Tann dugtia-
ligi bóndin, sum best kann fáa hettar í lag,
hevur stóran vinning av, at hann við at
sáa reint og gott fræ altíð til fulnar kann
ráða yvir, hvat slag av gróði, ið vaksa skal.
Græsróktin í Danmarki hevur fingið
ómetuligan framburð, síðan bóndur eru farnir
at leggja dent uppá at vita, hvórji græs-
slóg ið gagnast neytunum best og hvórji
græsslóg ið kunnu geva mestu gróðina á
ymsum slógum av jórð.
Tað verður eisini fyri neyðini her í
Fórjum at ansa eftir, hvat slag av græsi
gevur mest og best hoygj. Neyt liva sjón-
liga ikki so væl av nýlendi hoygji, sum er
fullt av sýrileggjum og óðrum ruski, ella
av forna hoygji, sum mestu parturin er
steyrgræs, snallu-bjallur og tílíkt, eiheldur
av mýruhoygji, sum er fullt av sóljuruski,
sum tey liva av hoygji, sum er vaksið á
góðari vældyrkaðari jórð. Tað grova fræ-
græsið, sum so nógv plagar at vera av í træð-
J arhoygji, er hálvvánaligt fóðievni. Haraftur
ímóti er væl hoygjað krókja og smæra
betri enn nakað annað hoygj.
Veit bóndin fyrst, hvórji græsslóg geva
| honum mest og best hoygj, so má hann
royna at brúka tann gjórligasta dyrkinga-
mátan til at æla hesu græsslógini upp.
i Hegar til hevur tað her í Fórjum mest
verið kornveltingin, sum hevur verið hildið
fyri hóvuðsráðið til at nóra um tað góða
græsið. Tó mann tann tíð ikki vera langt
burtur, tá ið tað fæst í lag at æla gott
græs upp við epla- og rótavelting; men
hartil krevjist, at jórðin verður hildin rein
i fyri illgresi og reint og gott græsfræ verður
sáað ella góð græsrót verður plantað í
veltina.
Við flagvelting ella tvórvelting verður
tað mest tað góða græsið, sum nórur seg,
J helst tá ið jórðin ikki er ov forn og tá ið
akurin ikki er ov tjúkkur, so at hann kóvur
tað góða græsið. Skjótast fæst nógv og
reint græs, tá ið flagið er grivið smalt og
ikki ov tunt. Tá slær græsrótin best
ígjógnum í samankomingini, kornið matast
| betri og fær stinnari legg, men verður tó
ótættari, so at tað ikki kóvurgræsið. Vid
líkliga flagvelting vil tað sjáldan vera fyri
neyðini at sáa græsfræ aftur í.
Við reinavelting ber tað oftari á, at
græsið kóvist, tá ið áskotið er nóg nógv
fyri kornið. Tá vil eisini illgresið taka
meiri yvirhond, so at tað er nógv stríð við
at lúka akurin. Av tí, at græsið er so
mikið kóvt, er tað skikkur, ikki at sláa