Føringatíðindi - 21.01.1897, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 21.01.1897, Blaðsíða 3
hugsa sær um at sleppa burtur úr felaginum, tí tey flestu vilja væl verða tald sum limir, ið í felaginum eru. Eg gangi ikki frá, at tann gamli mátin er líka so lættur at læra, sum broytingin; og um hann skuldi verið ringari at lært, so hevur hann tó so nógv fram um hin, at tað væl loysur seg at brúka eitt sindur longrí tíð til hann. Mikið møguligt, at fjøidin av Føringum ikki leggja lag í, kvussu málið verður skrivað, so av tí grund var tað ikki neyð- ugt at fáa broytingina; tó havi eg hoyrt fleiri sagt, at teimum dámdi betur at sami skrivumátin varð brúktur, men ongan, sum hevur inskt broytingina. At tað kemur nógv ann uppá tann, sum skrivar, antin tað verður væl edla idla, er jú sjálvsagt. Men í einum máii, sum Føriskt, sum gjøgnum so langar tíðir hevur ligið í órøkt, ofta koma orð, goð Førisk orð, sum nógv ikki kenna, er so vituligt, helst tá ið kennskapurin til okkara gomlu kvæðir so nógv er burturdeyður, sum nú. Har haldi eg at vit skulu leita ettir teimum orðum, ið nítast, og ikki í tí máli, sum »gatudreingirnir« í Køpinhavn brúka. Heldur S. O. kannske, at hansara grein í nr. 23 er dømi uppá gott Føriskt? í so fadl vildi eg gjarna spurt okkara góðu .málmenn, antin s>óeffið«, »perutvætl« o. fl. o. eru góð førisk orð. Eg havi ikki funnið tey í orðsamlingini í »Færøsk Anthologi«, men harfiri kunna tey vera førisk, tí vit eiga tó fleíri orð enn harí standa. Kvussu skipanin í skúlunum skal vera, vil eg ikki hesu ferð skrivað nakað um, eg lati A. Guttormsen svara S. Olsen attur heruppá. M. Winther. »Inn komu boð firi skrivarin Kock. at ..........bardist við einrokk«, og gamlar søgur greiða frá einum spanskum riddara, sum slerdist við vindmillur. Nakað lík- nandi hendur á okkara døgum. S. Olsen er nú her í blaðnum búgvin út at berjast við meg, ein skúlađrong úr ingsta klassa, tað kann nærum líknast við stríðið midlum riddarin og vinđmillurnar, og' tá ið »Før- ingatíðindi« kemur út midlum manna, koma ivaleyst nógv at teinkja uppá boðini, ið borin vóru inn firi Kock á sinni um mannin, ið bardist við rokkin. Ein kátur piltur gekk eisini nú ein dagin og kvæð; »Inn komu boð firi Danmarks kong, ,S. Olsen berjist við ein skúladrong‘.« Um eg, neyðardirið mítt, ímóti S. Olsen ikki eri annað enn ein skinklandí rokkur, so vil eg tó stikla firi fóti hanns eina ferð enn, tó at eg veit, at tað er ein »físisk ómøgulig- heit« at fáa skil á hann. Eg havi ettir S. O.s orðum leitað »Føringat.« ígjøgnum og ikki funnið nakað, sum er 10 ferðir verri enn grein hansara í nr. 23. »Skrøggarin« og eitt lítið petti »um Rom« er einasta sum kemur nær — tað er g ferðir verri. Eftirsum eg veit at flest ødl, ið »Før- ingatíðindi« lesa, hava tvey eygur og S. O. ikki bríggjar seg um, at lesarnir kasta meiri enn »eitt« eyga i grein mína i nr. 24, biði eg um at gott fólk vil kasta hitt eyga í grein hansara í nr. 23, so kunnu tey vita, kví »rokkurin« helt á mannin uppá tann mátan, sum hann gjørdi tað. S. O. vil hava meg at vera ímóti »broytingini« — tað er ikki til. Eg havi strevað firi henni, og ettirsum eg veit, at S. O. mistrír mær, skal eg lata tveir skila- menn tala. Higg og síggj. »At drongurin ísakur, g-ára gamalur, sum gongur í ingsta klassa her á skúl- anum, er broytingavínur við lív og sál, og at hann hevur virkað ómetuliga nógv firi »broyting« her á plássinum tora vit at vitna. Joen Joensen. S. P. Jacobsen.« Er S. O. mentur at dríva tveir slíkar menn til lign, skal hann hava loyvi at kadla meg »Mass«. Eg haldi fast við tað, eg skrivaN í nr. 24 i fjør, eisini við undiruppskot til S. Olsens »skúlaplan«. Firi at uppskotið skal vera meiri greitt, skal eg leggja atturat, at frágreiðing um »kvar dampmaskinan er funnin« skal nevnast »físikk«, og um kvør ið hevur »krógva« eđla goymt »elektricitet« skal nevnast »religión«. Nú hopi eg S. O. heldur nógv av mær og mínum undir- uppskoti. S. O. sigur at eg gálvi ettir sær —. Tað verður altíð at versna. Tá ið »rokk- urin« fær bæði høgg og slag, so fer hann av lagi og gálvar altíð verri og verri. S. O. kadlar meg eisini firi »ræðuskít«. Eg svari honum sum maðurin segði í komediuni á sinni: »sigur tú ræðuskítur ................? « Ein landsbigda-skúladrongur úr ingsta klassa. Bráðasótt. sínist at vera sjaldsom í vetur. Firistøðumenninir við bakteriu- granskningsanstaltina á landbrúksháskúla- num í Kjøpinhavn inskja sær nírur og vinstur av bráðasótta seyði í akt at gera harav góða innpotingsvetsku til at firi- birgja bráðasótt. R. Effersø er biðin at verða teimum úti firi tilfari úr Førjum, og nógvir stórir seyðaeigara hava lovað at senda tilfar, tá ið nakað fekkst; men einki er komið enn, meir enn einans vinstur

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.