Føringatíðindi - 04.03.1897, Qupperneq 1

Føringatíðindi - 04.03.1897, Qupperneq 1
FØRINGATlÐINDI. Nr. 5. 4. MARS 1897. 8. Ár. Lond og fðlk. (Av J.) (Uppatturtikið.) Tað firsta fólkið, ein veit um at hava búð her, var Iberar og Keltar, tvey fólka- sløg, sum vóru nær skild og sum tá búðu í vestara parti av Evropa: Frankariki, Eing- landi, Skottlandi, írlandi o. s. v. Ettir- komara av hesum fólkunum finnast enn nakalunda óblandaðir i norðasta parti av lanđinum og eru kadlaðir »Baskar«. Annans er fólkið nógv blandað. Okkurt um 1100 ár f. Kr., nakað um somu tið, tá ið Isra- littakongurin Salomon (sum vær lesum í bibilini) og Hiram kongur í Tirus*) lótu biggja skip og đrivu handil tilsaman, komu Fønikiarar til Spanialands, settust niðurhar, løgdu sunnara part av landinum undir seg og lótu teir, ið firr høvdu átt landið, arbeiða sum trælar og grava teimum silvur, og er tað mannasøgn, at teir fingu har so nógv silvur, at teir, firi at fáa ført meira, kastaðu akkerini og annan tungan reiðskap av jađni ettir og smíðjaðu sær silvur-reiðskap í staðin. Oy dáni í, at Salomon ikki virdi silvur meira enn grót! Síðani komu Grikkar og búsettu seg í Spaniálandi. Norðantil á Afrika var ein stórur staður, sum æt Kar- tago; hetta fólkið, sum mundi vera nakað skilt við Fønikiarar, legði undir seg mong lond norðantil á Afrika, og 3—200 árf. Kr. løgđu teir Spanialand undir seg. Romara komu, tá ið teirra velđi vaks, í bardagar við Kartagomenn, og um tað bilið, tá ið Kristus varð føddur, høvdu teir lagtiSpania- land undir seg. Nú máttu Spaniamenn taka við Romara tungumáli og siðum, og tað gjørdi teir eisini so væl, at Spanialand skjótt var eitt rætt Romaraland og entá gav Rom nakrar viðgitnar Keisarar. Tá ið Romaríkið kom til fadls, sum framman- undan er nevnt undur turkaveldinum, brutu onnur fólk inn í Spanialand, harímidlum eitt fólkaslag, sum var skilt við hesi norðan- fóíkini og var kadlað Gotar. Hetta fólkið kom umsiður til velđi i ødlum landinum og ráddi har intil Arabara (»Maurar«) o. u. 700 ár e. Kr. frá Afrika komu ivir til Spanialands og so við og við løgdu alt landið undir seg líka norð um Pírinea- *) Tirus var tá ein høvuðsstaður í Fønikialandi. fjødlini; men longur norður náddu teir ikki. Her møttu teir Franka-keisarinum Pipin lítla, sum rak teir suður attur um fjødlini, og sonur hansara, Karla-Magnus, rak teir enn longur suður. Maurar vóru Muhamed- anar, men nú tóku kristnir høvdingar ræðið í norðara parti av landinum, og 1492 rak Ferdinand kongur, sum hevði til drotning Isabellu, teir seinastn Maurar út úr land- inum, og ráddi hann nú ivir ødlum Spania- landi. Bæði Maurar og Gotar hava bigt merkiligar bigningar, sum enn erutilsjáls; men um teir enn hava blandað seg nakað upp i fólkið, so er málið enn ógvuliga líkt tí gamla Romaramálinum, »Látíni«, og Spaniolar roknast enn upp í tey »romansku« fólkasløgini. Sama árið, sum seinastu Maurar vóru riknir burtur úr Spanialandi (1492), var tað at Kristoffur Kolumbus við 3 smáum skipum fór frá Spanialandi og kom til Amerika. Nú vaks Spaniaveldi óføra skjótt, tí teir løgdu nú undir seg, ikki einasta tær oyggj- arnar, sum Kolumbus fann, men nógv annað land í Amerika og síðani eisini i Asialandi (eystantan) og Afrika. Størsta veldi hevði Spaniakongar 15—1600. Filip kongur (II) (1556—1598), sum eisini ráddi ivir Portugal og Hálandi og kundi við sonnum reypa sær av, at sólin ongantið gekk niður í hansara ríki. So fór at ganga attur á hondini; 1640 taptist Portugal, iÓ48Holland. Ofta hava her verið bardagar um ræðið í landinum, og meðan Spaniolar hava barst heima. edla við onnur fólk í Europa, hava londini uttanfiri Europa rivið seg leys, edla eisini eru tey seld burtur firi at fáa pengar í ríkiskassan, sum ofta man hava verið tómur, so nú er tað lítið, Spaniakongur ræður ivir uttanfiri Europa, líkasum hansara makt einki er vird her. Spaniolar eru Katolikkar og soyndu í teirra vælmakts- døgum at útrudda adlar Protestantar, mest í Hállandi, meðan teir ráddu har. Tað frægasta, sum Spaniolar nú eiga ettir av ødlum teimum londum, teir áttu í Amerika, er oyggjin Kuba, o. u. 2000 □ milir (tríggjar ferðir so stór sum Danmark), 1V2 millión inbiggjara (Danmark ivir 2), helvtin av fólkinum er kvítt, helvtin svart; hesi svørtu fólkini eru firr í tíðini førd hagar frá Afrika, og vóru trælar inntil 1880. Tað fólkaslagið, har var, áður enn Europearnir komu, er útdeytt. Oyggjin hevur høg fjødl (intil 7000 føtur) men eisini nógvar mírar;

x

Føringatíðindi

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.