Føringatíðindi - 18.03.1897, Síða 1

Føringatíðindi - 18.03.1897, Síða 1
FØRINGATÍÐINDI. Nr. 6. 18. MARS 1897. 8. Ár. Lond og fólk. (Av J.) IV. Asar, Gotar. Sunnanfiri Svartahavið gongur ein langur og høgur (til 18,000 føtur) fjadla- riggur, sum menn kadla Kavkasus, eystur og vestur edla i landsunning og útnorðing. Við eystara endan av hesum fjadlariggi er eitt ógvuliga stórt vatn, sum er kadlað »kaspi.ska havið«, tað er størsta vatn í verðini, tí tað er 7400 □ mílir stórt (tað er meira enn 10 ferðir so stórt sum Danmark og meira enn 4 ferðir so stórt sum ísland); dípið er í støðum meir enn 550 favnar, og vatnið er nakað salt. Nakað norður frá hesum vatni er slæt land, men so kemur attur ein langur fjadlariggur, sum gongur suður og norður; han eitur Ural og skiljir Europa frá Asia. Slættan ímidlum fjadla- riggin og vatnið kadlá menn: »uralska fólka- liðið« og munnu mong fólkasløg í Europa hendan vegin vera komin frá Asialandi. Nakrar áir renna í hetta vatnið, ein av teimum er rættuliga stór og er nú kadlað Válga; hon kemur norðanettur vestantil við Ural-fjødlini og mann vera tann áin, sum »Heimskringla« sigur at renna í Svartahav. Søgumaðurin i íslandi kann væl hava verið somikið vidlur í landafrøði, um lond, sum eru so langt burtur. Hiðani munnu osara forfedrar vera komnir. Herum stendur i »Heimskringlu«: ». . . . Norðan frá teimum fjødlum, sum eru eystanfiri adla bigdir, rennur á um Svítjóð (Rusland), áin eitur at røttum Tanais; hon var áður kađlað Tanakvísl edla Vanakvísl; hon rennur í Svartahavið (Kaspiska havið?), í Vanakvíslum var tá kadlað Vanaland edla Vanaheimur. Henda áin skilur ímidlum heimstriðjung- anar: eitur firi eystan Asia og firi vestan Europa. Firi eystan Tanakvísl í Asia var kađlað Asialand edla Asaheimur, men høvuðsstaðurin (-borgin) í landinum var kadlaður Asgarður. I borgini var høvdingi tann, sum Oðin var kadlaður; har var stórur offurstaður (hof). Tað var siður, at tólv offurprestar (hofgoðar) vóru hægstir; teir skuldu ráða firi ofringum (blótum) og døma manna ímidlum. Teir eru kadlaðir diar edla drottnar (harrar); teimum rskuldu alt fólk veita tænastu og lídni. Oðin var herma^ur mikil, fór víða um og ognaðist mong rikir. Hann var so sigursælur, at í kvørjum stríði (orrostu) fekk hann gagn, og harav kom, at menn hansara trúðu tí, at hann altíð átti sigurin. Tað var hansara háttur, tá ið hann sendi menn sínar í bardagar edla til aðrar ferðir, at hann legði hendur á høvdið á teimum og vælsignaði teir; trúðu teir tá at alt mundi ganga teimum væl. So var eisini við monnum hansara, at kvar teir vóru stađdir i neyð, á sjógv edla landi, so kadlaðu teir á hansara navn, og hildu teir seg javnan fáa lætta av tí; har, sum hann var, tóktist teir hava alt treysti. Hann fór ofta so langt burtur, at ferðin varđi mong ár.............Firi sunnan fjadlið [Kavkasus] er ikki langt til Turkalands, har átti Oðin stórar ognir. Um tann tíma fóru Romara-høvđingar víða um heimin og løgdu undir seg ødl fólk, og mangir høvdingar flíddu undan hesum rófriði frá ognum sínum. Men av tí, at Oðin var ógvuliga vitugur (alvitur) og framsiggin, so visti hann, at avkom hansara átti at biggja í norðurlondum. Hann setti tá brøður sínar Ve og Vila ivir Asagarði; men hann fór, og Diar adlir við honum, og nógv fólk. Fór hann first vestur í Garðaríki og síðani suður i Saksland. Hann átti mangar sinir; honum ognaðist ríkir víða um Saksland, og setti hann 'har sinir sínar til landagoymslu. Tá fór hann norður til sjóar og tók sær bústað á einari oyggj; tað eitur Oðinsoy í Fjóni (Fyn)....... Men tá ið Oðin frætti, at góðir landa- kostir vóru eystur kjá Gilfa, fór hann hagar, og gjørdu teir, Gilfi, sætt sína midlum, ti Gilfi helt seg ikki hava kraft til at standa ímóti Ásunum. .... ... Oðin tók sær bústað við I.øgin (Mælaren), har sum nú eitur fodnu Sigtúnir, og gjørdi har stórt hof (offurstað) og stórt blót (offur) ettir siðvenju Ásana. .... Hann gav hofgoðunum bústaðir: Njørður búði í Nóatúnum, Freyr í Upsølum, Heimdađlur á Himinbjørgum, Tórur á Trúðvangi, Baldur á Breiðabliki; ødlum gav hann teimum góðar bústaðir.« ,Soleiðis sigur henda gamla søgan frá, at Ásanir komu til norðurlondini. Kvussu mikið av hesum, ið nú er satt, og kvussu

x

Føringatíðindi

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.