Føringatíðindi - 18.03.1897, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 18.03.1897, Blaðsíða 2
mikið, ið er uppdiktað, er ikki gott at siga; men er tað so, at Oðin rímdi undan Rom- arum, kann tað ikki hava verið langt frammanfiri Kristus; kann henda, tað hevur verið væl seidni, og mann hann tá hava funnið skildfólk firi sær; tí hetta sama fólkaslagið hevði búð í Danmark og sunn- ara parti av Svøriki, um ikki longur norður, firr enn sum so. Romara kadlaðu alt landið eystanfiri Riná: »Germanien«, og fólkið, sum búði her: »Germanar«. Landið var bitt i mong smá ríkir, sum kvørt hevði sín høvding. Fólkini nevndi seg við mongum nøvnum: Frisar, Batavar, Gotar o. s. v. Øđl mundu tey vera skilđ, ødl trúðu tey á Ásanar (Oðin, Tóra, Frey o. s. v.), sum mundu vera av sama fólkaslagi, og ødl hava tey goymt tær soma søgunar um Sjúrða Sigmundarson, Tíðrik konga, Karlamagnus o. fl. Navnið »Gotar« brúktist væl um størsta partin av hesum fólkunum, og vær viljum tí her nevna tey ødl við navninum »Gotafólk«. Gotar búðu suður við Svartahavið og Gotar buðu í Danmark og Svøríki, sum eisini kennist av nøvnunum Gotland, Gøtariki, Jútland (t. e. Gotland) o. fl. Gotafólkið varđi Europa firi øðrum fólkum, sum vildu koma inn, og sum annans mundu oytt alt tað góða, sum her var bigt upp av Grekum og Rommarum, og útrudda kristindómin; Gotafólkið breiddi seg út um meginpartin av Europa; Gotafólkið gjørdi enda á Romara- rikinum tá ið Romarnir høvdu ovetið seg; Gotafólkið grundaði níggj ríkir, birti nítt lív i tey romansku fólkini, innførdi níggjar siðir og kunstir, edla broytti teir gomlu, so sum greiniligari skal sigast frá seidni. Heimferð. Stórt er við strúkandi biri á dírđar sjógvi at fara; størri at striðast í frøði við anstreym og stormin hin harða, tolin at stíra ta skákandi leið midlum boðar, streingir og íður, ikki at dvína um sjógvurin ilskast og streymur er stríður. Gongur tað atturá stundum, so linkar tó broddur umsíður; hevur tú treysti i trúgv og í vón, tá ið mestur er vandi, tá ikki tær grettur í »heiminum fríða« at festa fótin á landið. Ur Norðoyggjum. í mong ár hevur verið talað um at fingið bigt eitt sjúkahús í Klaksvík og firi 11 árum síðani var sakin firi í løgtinginum, av ti at Suðroyja doktari hevði borið tað sama uppá mál við Suðringar, sum eisini hilđu seg treingja til eitt slíkt hús. Løg- tingið helt seg ikki vera ment at fremja hesa sak og av tí at fysikus ikki dámdi hana, mest firi hospitalið í Havns skild, datt hon burt. Tó her á plássinum hevur altíð verið tosað um hetta, av tí at mong sjúk fólk hava verið seingjarliggjandi her firi dagliga at vera undir đoktarahondum, mest tó í hesu seinasti árini undir okkara góða og nærlagda doktara; hann hevur hildið tað verið stórt spedl. at einki sjúkahús finnist, tí ofta hevur trotið passandi pláss, og fólk keðist eisini av altíð at húsa fremmindum sjúkum fólki. Væl vita vit, at sjúkahús er í Havn, sum vit kunnu fara til, men firi tað firsta tola ikki vánarlig fólk ta longu og troyttandi ferð, og firi tað annað krevjist, firi at liggja á hospitalinum i Havn og ferð til og frá, góð ráð, og firi tað triðja er tað mong sjúk fólk, sum fegin vilja verða røktaði av teirra egna doktara, sum tey kenna og hava gott álit á. Av hesum nevndu og mongum øðrum grundum hava nakrir menn nú tikið seg saman firi at fáa fólkið sjálvt at skjóta saman pening og so biggja húsið her. Av tí, at her bigva 3000 menniskir, má hopast, at hetta vil lukkast. um bara ein og kvør roynur at gera sítt hartil, og tað, vit vildu við hesum reglum, var, at biðið ødl. menn og kvinnur, nú, tá ið listar verða sendir umkring, ettir førimuni at geva meiri edla minni og filgja okkara duguliga og gávu- milda doktaras firibílæti; hann stendur á oddanum við ikki minni enn 500 kr. Klaksvík i mars 1897. Fleiri Norðingar. Harri blaðstírari! Ivaleyst var eg — vart edla óvart — firsti upphavsmaður til Føringafelag hina ferðina, tá ið eg skrivaði í »Dim.« um »Modersmaal er vort Hjertes Sprog«. Nú eru nógv ár umliðin síðan Føringafelag bleiv íbirt, og tó at eg ikki eri felagslimur, vil eg fegin sleppa til at siga nøkur orð i felagsblaðnum. Hvat felagið hevur útinnt til frama firi land og fólk, kann eg ikki víðari á at skina og eg vil heldur ikki royna at greiða frá tí her. Eg vil royna at vera nakað fá- mæltur. — So! Tað hevði glett meg ógvuliga mikið, um vær høvdum fingið Føreyskt til kirkju-, skúla- og rættargangsmál. Ikki eru vit so fámentir, at vit ikki kunna orka at bera móðurmálinum uppi, um vit adlir draga eina llnu.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.